Seinast dagført: 01-01-2017

8.4.3.2 Tilfar, verksmiðjuframleiddir lutir og útinnan

Stk. 1 Áseting

Evni, sum kunnu skaða ella skerja høvuðs frárenningarskipan, reinsiútbúnað ella móttakara í náttúruni, mugu ikki latast út í frárenningar­innleggingar og høvuðs frárenningarskipanir.

(8.4.3.2, stk. 1) Vegleiðing

Kommunali byggimyndugleikin kann, sbrt. løgtings­lóg um umhvørvisvernd, seta krøv til frárenningarvatn, sum verður veitt í høvuðs frárenningar­leiðingar.

Evni, sum kunnu skaða ella minka um virkið á frárenningarskipan, reinsiútbúnað ella móttakara í náttúruni, skulu nevtraliserast ella haldast aftur í skiljarum.

Stk. 2 Áseting

Lok og hyljingar skulu:

  1. Gerast, staðsetast og festast á ein slíkan hátt, at trygdin at byrgja fyri vanlukkum er nóg stór.
     
  2. Hava styrki og mótstøðuføri ímóti árini á tey.
     
  3. Vera sett, so tyngd á tey ikki skaðar frárenningarinnleggingarnar.
(8.4.3.2, stk. 2) Vegleiðing

Lok skulu kunna handfarast ráðiliga eftir reglum frá Arbeiðseftirlitinum.

Stk. 3 Áseting

Har vandi er fyri, at høvuðs frárenningarskipanin ikki megnar at veita burtur vatnnøgdina, skal frárenningarinnleggingin gerast soleiðis, at vandi ikki er fyri vatnfloymi, ið ger skaða í bygningin.

Stk. 4 Áseting

Frárenningarinnleggingar skulu gerast soleiðis, at vatn ikki rennur yvir í vatnveitingarútbúnað og vatninnleggingar ella til aðra frárenningarskipan ella til annan innleggingarlut.

Stk. 5 Áseting

Um høvuðs frárenningarleiðingar eru gjørdar sum sundurskild skipan, skulu frárenningar-­innleggingar gerast sum sundurskild skipan.

(8.4.3.2, stk. 5) Vegleiðing

Við høvuðs frárenningarleiðingar skilst almennu frárenningarleiðingarnar, so sum kommunala netið.

Stk. 6 Áseting

Kommunali byggimyndugleikin kann krevja, at neyðugt luftskifti í høvuðs frárenningarleiðingum skal gerast gjøgnum frárenningarinnleggingina í eini ogn.