Fyri bústaðir, studentagarðar, næmingaheim, hotell o.a. má samlaði tørvurin hjá bygninginum á tilfluttari orku til upphiting, luftskifti, køling og heitt nýtsluvatn pr. m² upphitað hæddarvídd í mesta lagi vera 70 kWh/m²/ár. Afturat hesum skal leggjast 2200 kWh/ár býtt við upphitaðu hæddarvíddini.
Orkukarmurin fevnir um bygningar, har ljósútbúnaðurin vanliga ikki er ásettur, tá bygt verður.
Í útrokningini verða atlit tikin at sólinnkomu, persónshita og hitasavnandi eginleikunum í bygninginum.
Eftirvísing verður framd við støði í einum einfaldum útrokningarhátti, har ið mánaðarlig miðalvirði fyri veðurdátur o.a. verða nýtt. Sí skjal 1B.
Eftirvísing verður framd við støði í ”SBi-anvisning 213, Bygningers energibehov”.
Ásetingin er eisini galdandi fyri bygningar við javnvigaðum mekaniskum luftskifti og køling.
Orkukarmurin fyri bústaðir, studentagarðar, næmingaheim, hotell o.a. verður lýstur soleiðis:
(70+2200/A) kWh/m²/ár,
har A er tann upphitaða hæddarvíddin.