Arbeiðsrúm o.a. og felags atkomuleiðir skulu hava ravmagnsljós eftir tørvi.
Ásetingin verður vanliga mett at vera lokin um “DS/EN 12464-1, Lys og belysning – Belysning ved arbejdspladser – Del 1: Indendørs arbejdspladser, med DS/EN 12464-1 DK NA” verður fylgdur.
Harafturat kann vísast til:
Arbeiðsrúm o.a. og felags atkomuleiðir skulu hava orkuvinarligt ljós.
Er nóg mikið av dagsljósi, skulu arbeiðsrúm o.a. og felags atkomuleiðir hava dagsljósskipan.
Orkuvinarligt ljós merkir nýtslu av ljóskeldum, sum fyri alment ljós geva meira enn 50 lm/W, og sum fyri serljós og arbeiðslampur geva meira enn 15 lm/W.
Í rúmum við avmarkaðum dagsljósi kann síggjast burtur frá ásetingini um dagsljósskipan.
Arbeiðsrúm o.a., sum bert verða nýtt viðhvørt, og felags atkomuleiðir, skulu hava rørslufølarar.
Vikið kann verða frá kravinum um rørslufølarar, um nýtslan av rørslufølarum kann elva til óhapp, tá ljósið sløknar, ella um ljóskeldan ikki er egnað til nýtsluna.
Ljósskipanin í arbeiðsrúmum o.a. skal býtast upp í økir, soleiðis at ljósútbúnaðurin kann nýtast í mun til dagsljósið og virksemið í hølinum.
Økisuppbýtingin tryggjar møguleikanum fyri at minka mest møguligt um nýtslutíðina.
Ásetingin hevur t.d. við sær, at ljósútbúnaðir tætt við vindeygu kunnu vera eitt øki, meðan ljósútbúnaðir staðsettir inni í rúminum kunnu vera eitt ella fleiri sjálvstøðug økir.
Ásetingin verður lokin við at seta handvirkandi og/ella sjálvvirkandi avbrótara upp fyri hvørt øki.
Vikið kann verða frá ásetingunum í stk. 1-4, um ásetingin hevur við sær avgerandi vansa fyri raksturin í fyritøkuni.
Ásetingarnar í stk. 1-5 eru eisini galdandi, um útbúnaður o.a. verður skiftur út í verandi arbeiðshølum. Stk. 4 er tó bara galdandi, tá størri umvælingar verða gjørdar.