Seinast dagført: 01-01-2017

6.3.2.5 Flogøska og ilska frá kolfýring

Stk. 1 Áseting

Flogøska og ilska frá kolfýring, sum verður nýtt sum undirlag undir bygging, skal fjalast av einum skervlagi ella líknandi á í minsta lagi 0,20 m við eini vekt á 300 kg/m².

(6.3.2.5, stk. 1) Vegleiðing

Rusk frá kolfýring, t.d. frá orkuverkum, kann inni­halda geislavirkin evnir frá kolinum (kullene), sum strála gammageisling.

Stráliíkastið innandura frá einum undirlagi av tílíkum tilfari kann minkast, tá undirlagið verður fjalt av t.d. einum skervlagi.

Undirløg undir bygging mugu ikki hava við sær fuktskaðar á konstruktiónirnar