Seinast dagført: 01-01-2017

4.4 Spælireiðskapur o.tíl. á spæliplássum

Stk. 1Áseting

Spælireiðskapur o.tíl. á spæliplássum, sum eru alment atkomulig, skal sniðgevast og dimensjó­nerast soleiðis, at trygdar- og heilsuligu umstøðurnar ímóti persónsskaðum vera nøktandi.

(4.4, stk. 1)Vegleiðing

Í samband við reiðskap á spæliplássum kann vísast til niðanfyri nevndu evrokotur:

“DS/EN 1176, del 1-7 Legepladsudstyr”

“DS/EN 1177, Stødabsorberende legeplads­underlag – Sikkerhedskrav og prøvningsmetoder”

“DS/EN 12572, Kunstige klatrevægge – sikrings­punkter, stabilitetskrav og prøvningsmetoder”

Í omanfyri nevndu evrokotum eru tilskilaðar ásetingar, sum eiga at vera loknar, fyri í mest møguligan mun at verja fyri vanda, sum kann vera tengdur at, at børn nýta spælireiðskap á spæliplássum. Aðrar tøkniligar ásetingar kunnu nýtast, um trygdarligu umstøðurnar vera nøktandi samsvarandi.

Ásetingin fevnir eisini um rennifjalabreytir o.a.