Seinast dagført: 01-01-2017

3.4.3 Starvsfólkakøkar

Stk. 1Áseting

Har ið arbeiðið krevur, at starvsfólkakøkur verður innrættaður, skal hann vera lætt atkomiligur í mun til arbeiðsplássini.

(3.4.3, stk. 1)Vegleiðing

Sbrt. kunngerð um innrætting av føstum ­arbeiðsplássum skulu starvsfólkakøkar/matstovur gerast á øllum arbeiðsplássum, har fólk arbeiða.

Starvsfólkakøkar mugu ikki hava beinleiðis atgongd til vesirúm ella forrúm til vesirúm.

Stk. 2Áseting

Starvsfólkakøkar skulu hava vask og kókiútbúnað og hava vindeygu, sum eru sett soleiðis, at síggjast kann út á kringumstøðurnar.