Seinast dagført: 01-01-2017

3.1 Alment

Stk. 1 Áseting

Bygningar skulu gerast og innrættast soleiðis, at teir kunnu nýtast av øllum á ein nøktandi hátt við atliti at trygd, heilsu, atkomuviðurskiftum, viðlíkahaldi og reinhaldi.

(3.1, stk.1) Vegleiðing

Niðanfyri sæst lýsing av orðinum atkoma og ­atkomuviðurskifti:

Nøktandi atkoma og atkomuviðurskifti fyri fólk við rørslutarni merkir í bygningsreglugerðini, at fólk, sum eru rørslutarnað, kunnu javnmetast við onnur og hava natúrliga atgongd til bygningar ætlaðir almenninginum, umhvørvið kring bygningin og at ferðast í bygninginum. Somuleiðis skulu hesi somu menniskju hava somu atgongd til hurðartelefonir, tilkalliskipanir og annars allar hentleikar og tilboð, sum eru ætlað almenninginum.

Fyri meira útgreinandi vegleiðing um innrætting av bygningum verður víst til „SBi-anvisning 222, Tilgængelige boliger“, „DS/INF 470, Anvisning for teknisk forebyggelse af vold og hærværk“ og „DS 471, Norm for teknisk forebyggelse af indbruds­kriminalitet“.

„DS-håndbog 105-2012, Udearealer for alle - Sådan planlægges et tilgængeligt udemiljø“ inniheldur ávísingar um, hvussu tað fysiska umhvørvið eigur at verða lagað, soleiðis at fólk við rørslutarni kunnu røra seg og kenna seg trygg.

Løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi hevur í fleiri førum ásetingar um innrætting av arbeiðsrúmum. Tað er serliga galdandi fyri stovnar/bústaðir, har sum tøknilig hjálpartól verða nýtt. Bókin „Indretning af ældreboliger til fysisk plejekrævende“, sum danska arbeiðseftirlitið o.fl. hevur staðið fyri, inniheldur vegleiðingar um hóskandi innrættingar.

Stk. 2 Áseting

Í sambandi við umbygging kunnu slakingar gerast í ásetingunum í hesum kap., um ­kommunali byggimyndugleikin metir, at umbyggingin annars ikki kann fremjast, uttan at ov víðfevndar broytingar verða gjørdar.
 

(3.1, stk. 2) Vegleiðing

Um ásetingin verður nýtt, eigur umbyggingin at verða gjørd við mest møguligum fyriliti fyri fólki, ið eru rørslutarnað og fyri fólki við skerdum førleika at staðkunna seg.

Umbyggingin eigur annars at tryggja skilagóða innrætting við atliti at nýtsluni.

Um ásetingin verður nýtt, krevst tað harafturat, at byggimyndugleikin ger eina serstaka meting av umbyggingini, konstruktiónunum í bygninginum og øðrum byggitøkniligum viðurskiftum.

Stk. 3 Áseting

Frítíðarhús á frítíðarhúsøkjum eru ikki fevnd av ásetingunum í kap. 3.

(3.1, stk. 3) Vegleiðing

Eitt frítíðarhúsøki er eitt øki, sum í byggisamtyktini er lýst sum frítíðarhúsøki ella summarhúsøki.