Seinast dagført: 01-01-2017

2.4.1 Tilhaldsøkir

Stk. 1 Áseting

Í sambandi við bygging skulu tilhaldsøkir leggjast av, ið hava hóskandi stødd í mun til nýtsluna, vavið og staðsetingina av byggingini.

Stk. 2 Áseting

Tilhaldsøki skulu vera á lendinum, men kunnu tó gerast á einum yvirtaktum ella hevjaðum garðs­øki ella partvíst gerast á einum takøki ella á stórum altanum.

Stk. 3 Áseting

Fyri íbúðarhús og tætta/lága bústaðarbygging, íroknað raðhús, leingjuhús o.tíl., skal ein hóskandi partur av tilhaldsøkinum verða lagt út sum spælipláss. Støddin á spæliplássinum verður ásett av kommunala byggimyndug­leikanum og skal lýsast í byggiloyvinum.

(2.4.1, stk. 3) Vegleiðing

Trygdarkrøv til útgerð á spæliplássum eru lýst í kap. 4, Konstruktiónir.
 

Stk. 4 Áseting

Í byggiloyvinum kann ásetast ein freist fyri innrætting av tilhaldsøkjum og spæliplássum.

(2.4.1, stk. 4) Vegleiðing

Ásetingin gevur høvi til, at íbúgvarnir kunnu vera við í innrættingini av tilhaldsøkjunum og spæli­plássunum.