Seinast dagført: 01-01-2017

2.3.5 Hæddarvídd

Stk. 1Áseting

Hæddarvídd á byggingum verður ásett eftir krøvunum í kap. 2.3.1 umframt kravinum í kap. 2.3.5, stk. 2.

(2.3.5, stk. 1)Vegleiðing

Í skjali 1A verða reglurnar fyri útrokning av ­hæddarvídd lýstar.
 

Stk. 2Áseting

Tá hæddarvídd til bústaðarendamál í verandi bygging, íroknað í ónýttum takhæddum, verður ásett, skal kommunali byggimyndugleikin leggja dent á, at tíðarhóskandi bústaðir verða gjørdir, sum hava hóskandi stødd í mun til samlaðu víddina, sum ætlanin er at nýta.

(2.3.4, stk. 2)Vegleiðing

Gerð av nýggjum (fleiri) bústøðum í einum ­verandi bygningi kann viðføra, at krøv verða sett til parkerings­pláss og fríøkir eftir kap. 2.4.

Ein tíðarhóskandi bústaður skal skiljast sum ein bústaður, sum í minsta lagi fylgir krøvunum í kap. 3.3.