Seinast dagført: 01-01-2017

2.3.1 Alment

Stk. 1 Áseting

Tá kommunali byggimyndugleikin nýtir heildarmetingina í byggimálsviðgerðini í sambandi við ásetan av einum ella fleiri av teimum byggiregulerandi viðurskiftunum í kap. 2.3.2-3.5, skal kommunali byggimyndugleikin hava niðanfyri nevndu viðurskifti við í metingini:

  1. Vavið á allari byggingini skal vera hóskandi í mun til nýtsluna av byggingini.
     
  2. Vavið á byggingini skal svara til tað vanliga í húsaleingjuni, grannalagnum ella økinum, ella til tað, sum miðað verður fram ímóti í økinum.
     
  3. Við atliti at nýtsluni av ognini skulu tryggjast nøktandi ljósviðurskifti í sambandi við bygging á sama grundøki og bygging í grannalagnum.
     
  4. Í samsvari við krøvini í kap. 2.4 skal tryggjast, at nøktandi fríøkir verða gjørd í mun til nýtsluna av ognini, íroknað tilhaldsstøð fyri búfólk, brúkarar og starvsfólk.
     
  5. Í samsvari við krøvini í kap. 2.4 og við atliti at nýtsluni av ognini skal tryggjast, at nøktandi atkomu- og tilkoyringarviðuskifti og nóg nógv parkeringspláss eru fyri brúkarar av ognini, íroknað persónar við rørslutarni og bjargingartilbúgvingina.
     
  6. Bygging í tætt bygdum býarøki uppat ikki planløgdum øki, einbýlishúsa-, summarhúsa- ella frítíðarøki ella øki við tættari/lágari bygging, skal gerast við atliti at útsjónd og eyðkenni á teimum økjum, sum bygt verður uppat og vavinum av verandi bygging og komandi bygging.
(2.3.1, stk. 1) Vegleiðing

Nevndu viðurskifti í stk. 1, nr. 1-6 eru at rokna sum rættarliga bindandi avmarkingar fyri kommunala byggimyndugleikan í sambandi við meting av byggi­regulerandi viðurskiftunum, og lýsa viður­skiftini, sum kommunali byggimyndugleikin lógliga kann nýta í heildarmetingini og leggja til grund fyri síni avgerð.

(2.3.1, stk. 1, nr. 1) Vegleiðing

Í metingini av, um vavið av eini bygging er hóskandi í mun til nýtsluna, skal atlit takast at ásetingunum í kap. 2.3.2 – 2.3.5. Tey einstøku atlitini hava ikki sama týdning fyri alla bygging. Til dømis:

  1. Atlit at tilhaldsøkjum vigar, í sambandi við ásetingina av byggistigi, tyngri fyri bústaðarbygging enn fyri virkisbygging, sum tí kann loyvast at verða bygd við størri hæddarvídd.
     
  2. Kravið til parkeringsøkið vil hinvegin viga tyngri fyri virkisbygging, sum savnar nógv fólk, enn fyri bústaðarbygging.
(2.3.1, stk. 1, nr. 2) Vegleiðing

Við øki skilst øki, sum er lagt av til eitt nú frítíðarhúsaøki, einbýlishúsaøki, vinnuøki ella bygt øki, sum eftir útsjónd ella eyðkenni verður roknað sum eitt avmarkað øki. Í sambandi við bygging má metast um eyðkennið í grannalagnum. Ber ikki til at meta um, hvat vanligt er, ella um bygt verður í einum nýavløgdum øki, skal dentur leggjast á dámin, ið miðað verður ímóti í økinum. Ásetingarnar í eini byggisamtykt viðvíkjandi grundøkjastødd, hæddarvídd, tal av hæddum og hæddar- og fráleikaviðurskiftum er tað, ið miðað verður ímóti í økinum.

(2.3.1, stk. 1, nr. 3) Vegleiðing

Meting eigur at verða gjørd av týdninginum av ljósviðurskiftunum bæði í mun til nýtsluna av ognini og ávirkanina av byggingini á grannabygging.

(2.3.1, stk. 1, nr. 6) Vegleiðing

Ásetingin fevnir um økir, har ymiskar økisásetingar liggja uppat hvørji aðrari, og atlit verður tikið at eyðkennunum á grannaøkjunum á sama hátt, sum fyrilit verður tikið fyri ásetingunum í kap. 2.3.1, stk. 1. nr. 1-5, har, umframt landafrøðiligu økisásetingarnar annars, einans verður tikið atlit at ætlanini við eyðkenninum í byggingini í húsalinjuni, býlinginum/býarpartinum ella umhvørvinum. Tað er ikki altíð, at eyðkennið á grannaøkinum er viðkomandi í sambandi við øll byggiregulerandi viðurskifti. T.d. kann hetta koma fyri í sambandi við umbyggingar, sum bara fevna um broytingar í einum ella fáum byggi­regulerandi viðurskiftum.

Stk. 2 Áseting

Tað eru bara byggingar, sum ikki ella bara lutvís uppfylla ásetingarnar í byggirættinum, sum ítøkiliga skulu heildarmetast sbrt. ásetingunum í kap. 2.3.1-2.3.5.

(2.3, stk. 2) Vegleiðing

Heildarmetingin eigur at fevna um øll viðurskifti í kap. 2.3.1 til kap. 2.3.5, eisini hóast tey ikki hava líka stóran týdning fyri ta ítøkiligu byggingina.