Seinast dagført: 01-01-2017

2.1 Alment

Stk. 1 Áseting

Vavið og ávirkanin av eini bygging á umhvørvið verður skipað við atliti at:

  1. Støddini á grundøkinum.
     
  2. Fráleikanum millum bygning og grannamark, veg, gøtu og aðra bygging á sama grundøki.
     
  3. Hædd á bygningi og tal av hæddum, harav hædd á bygningi í mun til mark, veg, gøtu og aðra bygging á sama grundøki.
     
  4. Tal av hæddum á bygningi og byggistig.
     
  5. Innrætting av økjum, sum ikki verður bygt á.
(2.1, stk. 1) Vegleiðing

Ásetingin lýsir viðurskiftini, sum eru galdandi fyri kap. 2, bæði í sambandi við byggirættin (kap. 2.2) og heildarmetingina (kap. 2.3).

Kommunali byggimyndugleikin kann í byggi­loyvinum áseta treytir viðvíkjandi byggiregulerandi viðurskiftum.

(2.1, stk. 1, nr. 1-5) Vegleiðing

Munandi umhvørvisbroytandi nýbygging ella umbygging krevur, at ein serstøk byggisamtykt verður gjørd fyri økið.

Stk. 2 Áseting

Útrokning av byggiregulerandi viðurskiftunum skulu gerast sbrt. útrokningarreglunum í skjali 1A.

Stk. 3 Áseting

Ásetingarnar í kap. 2 eru ikki galdandi, um almenn byggisamtykt, serstøk byggisamtykt eftir løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir ásetir aðrar ásetingar um avvarðandi viðurskifti.

(2.1, stk. 3) Vegleiðing

Vísast kann til § 5, stk. 2 og § 6, stk. 2 í byggilógini.

Stk. 4 Áseting

Útrokningarreglurnar sbrt. skjali 1A kunnu ikki broytast við almennari byggisamtykt ella serstakari byggisamtykt.