17-08-2018
VIDEO: Móttøka á Glasi
STROYMING: Í sambandi við stóru móttøkuna á Glasi hósdagin 9. august, har ikki færri enn 3.500 fólk komu á gátt at síggja stásiliga bygningin, stroymaði Kringvarp Føroya haldið við bæði tónleiki, sangi og røðum.

Umframt Ewald Kjølbro, stjóra á Landsverki, sum legði fyri við at bjóða vælkomin og siga eitt sindur um tilgongdina og gongdina við byggingini av Glasi, hildu fleiri onnur røðu undir hátíðarhaldinum.

Tey vóru Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi, Bjarke Ingels og Finn Nørkjær, arkitektar hjá BIG, Rosan Bosch, innandura sniðgevi, og Jógvan Fríðriksson, biskupur. Somuleiðis bar varaborgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Gunnvør Balle, eina heilsan fram í sambandi við eina gávu, sum hon frá kommununi handaði rektaranum á Glasi vegna skúlan.

Undir móttøkuni framførdi Tarira undir leiðslu av Bernharði Wilkinson eina kantatu við heitinum “kantina magica”, sum Unn Patursson hevur gjørt tónleikin til, og Maria Róadóttir Jæger orðini.
Verkið var ein gáva frá Mentamálaráðnum til Glasir, sum Rigmor Dam handaði rektaranum.

Hátíðarhaldið endaði við sangi hjá Havnarkórinum, sum framførdi yrkingina “Sløttumenn” eftir Williami Heinesen, ið Vagn Holmboe gjørdi satsin til.

Stroymingin hjá KVF av móttøkuni á Glasi er tøk á hesi leinkju:
https://kvf.fo/netvarp/sv/2018/08/10/glasirstroym

 

Úrslit: