16-03-2018
Venjing í Trøllanestunlinum
TILBÚGVING: Sum liður í tilbúgvingini hjá Landsverki varð skipað fyri eini venjing í Trøllanestunlinum seinnapartin í gjár.

Seinnu árini hevur Landsverk regluliga skipað fyri venjingum í tunlum. Millum annað hava venjingar verið í tunlunum Norður um Fjall, Leynatunlinum, Kollfjarðartunlinum og Norðskálatunlinum. Í gjár var so venjing í Trøllanestunlinum.

Tað er Landsverk, ið hevur ábyrgdina av at skipa fyri eini felags venjing. Venjingin í gjár í Trøllanestunlinum var tann fyrsta av sínum slagi í einum tunli í Kalsoynni.

Tey, ið luttóku í sjálvari venjingini vóru Klaksvíkar Sløkkilið, Politiið og Sjúkraflutningstænastan. Harafturat vóru eisini eygleiðarar við fyri teir ymisku innsatspartarnar.

Bólkurin, sum stóð fyri venjingini fer nú at viðgera eygleiðararfrágreiðingarnar og gera eina felags niðurstøðu saman við innsatspørtunum.

Úrslit: