21-09-2017
Venjing í Leirvíkartunlinum
TILBÚGVING: Sum liður í tilbúgvingini hjá Landsverki varð skipað fyri eini venjing í Leirvíkartunlinum seint seinnapartin í dag.

Endamálið við venjingini var at royna deilætlanirnar hjá teimum ymisku pørtunum og samskiftið og -starvið partanna millum.

Tey, ið luttóku í sjálvari venjingini vóru Sløkkiliðið í Eystur kommunu, Politiið og Sjúkraflutningstænastan. Harafturat vóru eisini eygleiðarar við fyri teir ymisku innsatspartarnar.

Bólkurin, sum stóð fyri venjingini, fer nú gjøgnumganga eygleiðarafrágreiðingarnar og gera eina felags niðurstøðu saman við innsatspørtunum.

Hesir stóðu fyri venjingini: Heini Østerø, Tórshavnar Sløkkilið, Martin Berg , Politiið, Hans Jákup Simonsen og Hjalgrím Andreasen, Heilsuverk Føroya og  Jákup N. Olsen, Landsverk.

Her eru nakrar myndir frá venjingini:

Úrslit: