20-12-2018
Útbjóðing av Hvalbiartunlinum
TUNNILSGERÐ: Í sambandi við bygging av nýggjari farleið til Hvalbiar, bjóðaði Landsverk í heyst áhugaðum arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning til at geva tilboð upp á verkætlanina. Trý feløg sleppa nú at bjóða upp á hesa spennandi uppgávu.

Tað var í september í ár, at Landsverk bjóðaði arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning í samband við byggingina av einum nýggjum Hvalbiartunli. Tað vóru J & K Petersen, NCC og samtakið Articon/LNS, sum tá vóru undangóðkend.

Nú er komið so mikið langt við arbeiðinum, at prosjektið er klárt at bjóða út. Undangóðkendu fyritøkurnar fáa tí boð frá Landsverki í dag um at lata inn tilboð upp á arbeiðið at byggja nýggju farleiðina millum Trongisvág og Hvalba. Tilboðini skulu vera Landsverki í hendi í seinasta lagi 25. januar 2019.

Nýggi tunnilin verður gjørdur frá Gjánhamri í Trongisvági til Niðastabotn í Hvalba, og landsvegir verða gjørdir frá tunnilsmunnanum trongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági og frá tunnilsmunnanum hvalbiarmegin til Nesveg, tætt við brúnna um Kjógvavatn.

Sambært verklagslógini eru byggiútreiðslurnar ásettar til í mesta lagi 272 mió. krónur.

FAKTA
Tunnilslongd: 2,5 km
Tilkoyringarvegur trongisvágsmegin: 1,4 km
Tilkoyringarvegur hvalbiarmegin: 2,4
Samlaði kostnaðurin: 272 mió. krónur
Byggitíð: 2019-2021

Úrslit: