Umbygging av Eirargarði

ÚTBOÐ: Landsverk heitir hervið á fyritøkur um at geva tilboð upp á umbygging og dagføring av Eirargarði 14 a.

Uppgávurnar fevna millum annað um:

- Umbygging av vesum
- Umbygging av køki
- Montering av ventilatión
- Montering av AVS
- Montering av on-line talgildari termostatar + stýring
- Dagføring av ljósbúnaði
- Dagføring av gólvbúnaði
- Dagføring av litseting
- Dagføring av hvítvørum (vask & køk)
- Montering av lift útgerð

Útboðið verður framt sum eitt alment útboð sambært løgtingslóg nr. 106 frá 15. november 1984 um útbjóðing. Arbeiðið verður bjóðað út sum ein høvuðsarbeiðstøka.

Úrslit: