Sølvi, forritari

Savni og hagtalsviðgeri veðurdátur

Sum forritari á deildini fyri infrakervi havi eg ábyrgdina av at savna inn og viðgera dátur frá ymiskum sjálvvirkandi mátitólum. Hetta kunnu vera veðurstøðir, aldumátarar, vatnstøðumátarar, vevmyndatól og ferðgáar. Tá dáturnar eru savnaðar inn, hagtalsviðgeri eg tær í ymiskum databasum, ið eg eisini havi ábyrgdina av at viðlíkahalda og menna. Tær dátur, ið eru viðkomandi fyri almenningin, verða lagdar á heimasíðuna.

Mátitólini útvega okkum dátur um millum annað hálku, vindstøðu, hitastig, alduhæddir og ferðslu, og tær leggja støðið fyri til dømis ferðslutrygdarátøkum ella fyrireikingum í sambandi við gerð av havnum og flogvallum. Harafturat eru tær at hoyra hvønn dag í útvarpinum. Eitt nú eru tað okkara veðurdátur, ið verða lisnar upp í Góðan morgun Føroyar hvønn morgun.

Í mínum starvi er mest umráðandi førleikin sjálvandi at duga at forrita, soleiðis at tú ert førur at menna tey forritini, ið vit nýta. Í løtuni menna vit í forritum sum linux, php, mysql, perl og html. Ávísir persónligir eginleikar eru eisini týðandi og koma mær til góðar í hesum starvinum. Eg eri væl skipaður, og mær dámar væl at arbeiða við nógvum ymiskum og rúgvismiklum smálutum í senn.

Tað, sum ger tað so stuttligt at starvast á Landsverki er, at eg sleppi at arbeiða við tí, sum mær dámar best. Nevniliga at forrita og arbeiða við ymiskum dátum, ið krevja ymiska viðgerð. Harafturat er stuttligt at luttaka í teimum ymsu verkætlanunum.

Sølvi Sjúrðarson, datamatikari og forritari, deildin fyri infrakervi

Úrslit: