Maskinlærlingur

Landsverk søkir eftir dugnaligum og álítandi maskinlærlingi til maskinmiðstøðina í Kollafirði at byrja 19. august 2019.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið fevnir um viðlíkahald og umvæling av bilum, entreprenørmaskinum o.ø. hjá stovninum.

Førleikar
Tað er treyt, at tú hevur lokið fólkaskúlan og at tú hevur vanligt koyrikort. Harafturat er tað ein fyrimunur at hava nakað av starvsroyndum. 

Setanarviðurskifti 
Løn og setanartreytir annars verða sambært lærlingasáttmálanum millum Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkanna og Føroya Arbeiðsgevarafelag/ Føroya Handverksmeistarafelag. Lærutíðin er 4 ár og endar við eini sveinaroynd.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast umvegis okkara heimasíðu. Hetta verður gjørt umvegis knøttin "Send umsókn", á hesi síðu. 

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 17. juli 2019. 

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Magna Berg, smiðjuformaður, á tlf. 290 751 ella mabe@lv.fo. 

Fakliga og óheft røkir Landsverk tað verandi, byggir tað nýggja og fyrireikar tað komandi. 
Vit tryggja heildarmyndina av landsins bygningum og infrakervi – nú og í framtíðini.

Úrslit: