Fyrisitingarfólk til Byggideildina

Vilt tú vera við til at menna fyristingarliga økið á byggideildini, sum er í støðugari menning? Vit leita eftir dugnaligum starvsfelaga innan fyrisitingarøkið, ið hevur hug og førleikar til at arbeiða í einum skipaðum stovni, sum hevur stóran politiskan áhuga.

Um starvið
Í samstarvi við aðrar fakbólkar fert tú at menna reglur, mannagongdir og frumskjøl fyri deildina. Tín uppgáva verður at samskipa arbeiðið og vera toghaldari, so menningin er støðug. Eisini fert tú at stuðla Byggideildini í at fyrisita í mun til fyrisitingarlógina, umframt at røkja skrivarauppgávu í sambandi við fundir hjá deildarleiðaranum.

Vit vænta at tú 

Hevur hægri útbúgving innan fyrisiting
Hevur góðar samskiftisførleikar, bæði í skrift og talu 
Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
Hevur lætt at samstarva við fleiri fakbólkar
Er virkisfús/ur
Hevur góðan hug til at arbeiða við at menna nýggjar arbeiðshættir

Vit bjóða 

Eitt spennandi og avbjóðandi starv í eini deild, sum hevur nógv um at vera
Ein stóran og spennandi verkætlanarhóp við nógvum ymiskum fyrisitingarligum avbjóðingum
Eitt starv í einum toymi við fjølbroyttum fakbólkum
Stórt frælsi at leggja egið arbeiðið til rættis

Løn og setan
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv, ið er tíðaravmarkað í eitt ár. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Umsóknir
Prógv og lívsgongdarlýsing (cv) skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. juli 2019. Hetta verður gjørt umvegis knøttin "Send umsókn".

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til leiðaran á Byggideildini, Jón Olafsson Sólsker á tlf. 290883 ella joso@lv.fo
 
Fakliga og óheft røkir Landsverk tað verandi, byggir tað nýggja og fyrireikar tað komandi. Vit tryggja heildarmyndina av landsins bygningum og infrakervi – nú og í framtíðini.
Úrslit: