Maskinførari til norðurøkið hjá Landsverki

Landsverk sóknast eftir dugnaligum og álítandi maskinførara til norðurøkið at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um:
- viðlíkahald av landsvegum 
- vetrarhald
- aðrar fyrifallandi uppgávur

Førleikar
Vit vilja røkka best møguligum úrslitum, og tí vænta vit, at tú ert arbeiðssom/-samur, dugnalig/-ur, og at tú ert likamliga væl fyri. 

Vit leggja stóran dent á góðar persónligar eginleikar, at tú ert fyrikomandi, arbeiðir sjálvstøðugt og ert ein arbeiðsglaður viðleikari við góðum samstarvsevnum. 

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávum.

Royndir innan fyri hetta arbeiðsøkið eru ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó skalt tú hava stóra koyrikortið og vera førur fyri at koyra vanligar entreprenørmaskinur, eitt nú gravi- og lessimaskinur.

Setanarviðurskifti 
Starvið er tímalønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Arbeiðsøkið fevnir um alt norðurøkið, tó verður tín arbeiðsstaður á Lambareiði.

Í sambandi við vetrarhaldið og kavarudding kann roknast við, at arbeiðsdagurin byrjar kl. 05:00 á morgni á Norðurøkinum. Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði, serliga í  vetrarhálvuni.

Umsóknir
Prógv og lívsgongdarlýsing (cv) skulu saman við umsókn sendast við at trýsta á Send umsókn ovast á hesi síðuni. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. mai 2019.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Árna Jacobsen, økisleiðara, á tlf. 290 920 ella teldupost: arja@lv.fo.

 
Fakliga og óheft røkir Landsverk tað verandi, byggir tað nýggja og fyrireikar tað komandi. Vit tryggja heildarmyndina av landsins bygningum og infrakervi – nú og í framtíðini.
Úrslit: