Dugnaligur maskinsmiður til Hundsarabotn

Kundi tú hugsað tær at verið við til at menna framleiðsluna av føroyskum skervi, gróti og asfalti. Dugir tú væl at finna praktiskar loysnir? Og hevur tú gott eyga fyri mekanikki? So hava vit møguliga eitt starv til tín.

Vit sóknast eftir dugnaligum fólki at taka sær av fjølbroyttum uppgávum innan framleiðslu og viðlíkahald í Hundsarabotni. 

Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:

- Fyribyrgjandi viðlíkahald av skervverkinum og asfaltverkinum.
- Leypandi at gera justeringar og broytingar, sum kunnu menna góðskuna og úrtøkuna av
  framleiðsluni. 
- Alt eftir hvørjar førleikar og royndir tú hevur, verður harumframt møguleiki fyri at loysa uppgávur
  innan mekanikk og stýringar. 


Førleikakrøv 
Vit ímynda okkum, at tú ert útbúgvin maskinsmiður, ella hevur aðra hóskandi útbúgving. Gott handalag til mekaniskt arbeiði er ein treyt fyri at røkja starvið. Góðir førleikar at sveisa eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Sum persónur ert tú ágrýtin, fyrikomandi, fleksibul og til reiðar at taka ímóti nýggjum avbjóðingum, eins og at geva eina hjálpandi hond. Harumframt vænta vit, at tú ert jaligur, arbeiðssamur og kanst arbeiða sjálvstøðugt.  

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er tað umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur.

Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. 

Roknast má við nakað av yvirtíð.

Umsóknir 
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kunnu sendast við at trýsta á "Send umsókn" ovast á hesi síðu og vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. november 2018.

Nærri upplýsingar um starvið, kunnu fáast við at venda sær til Harald Hammer, formann, á tlf.
290 757 ella haham@lv.fo. 


        Fakliga og óheft røkir Landsverk tað verandi, byggir tað nýggja og fyrireikar tað komandi.   
           Vit tryggja heildarmyndina av landsins bygningum og infrakervi – nú og í framtíðini.

Úrslit: