René, vegaformaður

Mítt arbeiðsøki er sera breitt

Eg eri maskinførari á deildini fyri infrakervi í Suðuroy og havi arbeitt her síðani 1996, men longu sum 14 ára gamal plagdi eg at hjálpa abba mínum á Sumbiarvegnum.

Eitt starv í vegahaldinum á Landsverki er sera breitt og fevnir um alt frá at sláa prestar niður, seta skelti upp, autoverju, grava veitir, viðlíkahalda tunlar til at salta og grava kava. Eingin vetrardagur er líka, og ofta veit eg ikki, hvat dagurin hevur at bjóða, tá eg møti til arbeiðis. Júst hetta, teir góðu starvsfelagarnir og arbeiðsumstøðurnar gera arbeiðið bæði stuttligt og avbjóðandi. 

Eg havi nøkur føst øki í Suðuroynni, sum eg havi ábyrgdina av at salta og grava. Tá líkindi eru til hálku, salti eg, og tá tað kavar, fari eg at grava. Vegurin skal vera klárur at koyra eftir, tá fólk skulu við Smyrli. Teir morgnar Smyril siglir tíðliga og veðurlíkindini eru ring, verður tí ofta farið sera tíðliga til arbeiðis. Onkuntíð longu um fýra tíðina. Maskinurnar, ið vit nýta um veturin, eru stórar, og tær eru ikki heilt einfaldar at nýta. Tí gera vit nógv burturúr at fáa góða upplæring í at nýta maskinurnar. Tað er eisini umráðandi at vera staðkendur, tí tú skalt kenna vegirnar og vita,  hvussu hann sær út undir kavanum.

Eitt annað, ið er umráðandi, er at vera nærlagdur og tíma at gera sítt arbeiði til lítar. Tú skalt vera tolin og áhaldandi og duga at samstarva og fara við fólki.

Rene Thomsen, maskinførari, deildin fyri infrakervi  

Úrslit: