Kári, samskiftisráðgevi

Mín uppgáva er at verja borg

Eg havi í nógv ár arbeitt sum journalistur á bæði bløðum, útvarpi og sjónvarpi. Á heysti 2009 søkti Landsverk eftir einum samskiftisráðgeva afturat, og eg fekk starvið.

Við so breiðum arbeiðsøki, sum Landsverk hevur um alt landið, er stórur tørvur á kunning- og samskifti, og ikki minst koma við rættari kunning. 

Vit hava nógvar ymiskar uppgávur at taka okkum av ígjøgnum eina viku. Fyrst og fremst eru tað tíðindaskriv, dagføring av heimasíðu, at ráðgeva stjóranum og leiðsluni og øðrum starvsfólkum í fjølmiðla- og samskiftisspurningum. At taka okkum av samskifti og tænastum mótvegis fjølmiðlum, skriva kunngerðir, innanhýsis tíðindi, gera framløgur ella ráðgeva í sambandi við framløgur og annað.

Landsverk er ein stovnur, sum nógv hava eina meining um og eru skjót at finnast at, tá okkurt ikki gongur eftir vild. Okkara uppgáva sum samskiftisráðgevar er ikki at mála nakra glæstrimynd av stovninum, men á einum sonnum og reiðiligum støði royna at greiða frá, hvat er upp og niður í einum ávísum máli. Hetta gera vit við at leggja eitt nú tíðindaskriv á heimasíðuna, ið síðani verða send fjølmiðlum og tosa við fjølmiðlafólk, har vit út frá einum sakligum grundarlagi royna at lýsa eitt mál, so tað er so nær veruleikanum, sum yvirhøvur tilber.

Sum heild tykjast starvsfólkini at trívast væl her á Landsverki. Her eru nógvar fakligar avbjóðingar, og fólk við sera ymiskum – bæði longri og styttri - útbúgvingum. Hetta er við til at geva okkum ein bæði avbjóðandi og fjølbroyttan gerandisdag.

Kári Mikkelsen, samskiftisráðgevi og journalistur, stjórnardeildin

Úrslit: