Jákup, tilbúgvingarsamskipari

Tú skalt duga at samskipa

Á Landsverki eru nógv skilagóð starvsfólk við breiðari, fakligari vitan. Tí fært tú altíð avbjóðingar og hevur góðar møguleikar at halda vitanarstøðið við líka. Harafturat er Landsverk eitt arbeiðspláss, ið gevur sínum starvsfólkum møguleika til at flyta seg millum ymisk og sera breið fakøki. Síðandi 2001 havi eg serliga arbeitt við tilbúgving í tunlum, men eisini við tilbúgvingini á øllum landsvegakervinum. 
  
Eg eri upprunaliga útbúgvin maskinsmiðjur og teknikari á maskinteknologisku linjuni. Ein útbúgving sum maskinsmiðjur lærir teg at hugsa praktiskt, meðan útbúgvingin sum maskinteknikari og eftirútbúgving í prosjektleiðslu hevur lært meg at hugsa meiri yvirskipað. Hetta er ein góð samanrenning av førleikum at hava á einum stovni sum Landsverki, har vit varða av bæði praktiskum og yvirskipaðum planleggingaruppgávum.

At samskipa tilbúgvingina krevur sera góð samstarvs- og samskiftisevni. Partarnir – Landsverk, løgreglan, sløkkilið, bjargingarfeløg og sjúkrahús – hava ymsar førleikar, men skulu samstarva um at røkka sama máli. Tí skalt tú sum samskipari duga væl at lurta eftir fólki og orða ein boðskap og eina uppgávu soleiðis, at allir partar hava júst somu fatan av, hvat uppgávan snýr seg um. Hetta er ein stór avbjóðing, av tí at vit eru so nógvir partar við sera ymiskum bakstøði. At duga at seta seg inn í støðuna og hugsunarháttin hjá øðrum fólki er tí altavgerandi, tá tú skalt gera eina tilbúgvingarætlan.

Harafturat skalt tú duga at taka avgerðir, samstundis sum tú skalt hava virðing fyri øðrum. Í sambandi við tilbúgving eru sera greiðar kommandolinjur, og allir partar vita, hvør hevur avgerðarrættin. Tann, ið hevur avgerðarrættin, skal duga at skera ígjøgnum, og hinir partarnir skulu virða hetta.

Jákup N. Olsen, maskinteknikari og tilbúgvingarsamskipari, deildin fyri infrakervi

Úrslit: