Gunnar, byggifrøðingur

Sum byggifrøðingur hugsi eg praktiskt

Eg havi 25 ár á baki í sambandi við bygging í serliga privatu byggivinnuni og bygningsumsiting. Hesar royndir koma væl við, nú eg starvist á Landsverki, ið eftir mínum tykki er eitt væl skipað arbeiðspláss.

Sum einsamallur byggifrøðingur á bygningadeildini samstarvi eg dagliga við fýra arkitektar, ein byggimálsviðgera og ein byggiverkfrøðing. Mín styrki sum byggifrøðingur er, at eg hugsi praktiskt og havi breitt innlit í byggiteknisk og fíggjarlig viðurskifti. Serliga styrkin hjá arkitektunum er tað arkitektoniska, og samstarvið hjá okkum er tí bygt á, at vit hava ymsar styrkir, og hetta førir til góð kjak og framsøknar loysnir.

Eg varði av nøkrum føstum verkætlanum innan bygningsviðlíkahald og havi ábyrgdina av, at bygningarnir verða viðlíkahildnir og dagførdir í mun til fíggjarliga játtan og ymisk teknisk, arkitektonisk og onnur faklig viðurskifti og krøv. Talan er um ógvuliga ymiskar bygningar; sjúkrahús, røktarheim, skúlar, almennar skrivstovubygningar og so framvegis.

Tað besta við at starvast á Landsverki er, at eg veruliga kenni, at mínar royndir innan bygging verða nýttar á stovninum. Hesar royndir koma væl við, tá eg geri støðumetingar og meti um viðlíkahald av eldri bygningum, eins og tær hóska væl saman við royndunum hjá mínum starvsfeløgum, ið eg altíð kann sparra við og læra frá. 

Gunnar Gunnarsson, byggifrøðingur, bygningadeildin

Úrslit: