Bygnaðurin

Stjóri og varastjóri

Ewald Kjølbro
Stjóri

Árant Andriasson
Varastjóri

Stjórnardeildin

Hans Albert Hansen
Deildarleiðari

Um Stjórnardeildina

Høvuðsuppgávan hjá okkum á Stjórnardeildini fevnir í høvuðsheitum um fíggjarstýring, kunningartøkni, HR-uppgávur, starvsfólka- og skrivstovufyrisiting.

Vit fyriskipa og samskipa fíggjarstýringina og hava eftirlit við, at innan- og uttanhýsis játtanirnar halda. Vit ráðgeva eisini hinum deildunum um fíggarlig viðurskifti, menna fíggjarstýringina og hava eftirlit við, at játtanarskipanin verður hildin.

Harafturat taka vit okkum av HR-uppgávum, sum eitt nú at menna okkara virðismikla  starvsfólkatilfeingi á stovninum og í tøttum samstarvi við hinar deildirnar seta fokus á og skapa trivnað á arbeiðsplássinum. Eisini hava vit skrivstovufyrisiting um hendi, herundir KT-uppgávur, skjalagoymslu, alment innlit, ognartøkur og annað.

Deildin fyri Infrakervi

Armgarð E. Steinhólm
Deildarleiðari   

Um Deildina fyri Infrakervi

Landsverk er myndugleiki fyri landsvegir og landshavnir. Høvuðsuppgávan hjá okkum á Deildini fyri Infrakervi er at ráðgeva, planleggja, kravfesta, góðkenna, reka og viðlíkahalda havnir, lendingar og landsvegir og tryggja at hesi hanga og spæla væl saman. Eitt nú leggja vit ætlanir fyri framtíðar vegalinjur og skipa fyri fysiskari planlegging av sundum og firðum. Harumframt eru aðrar uppgávur, so sum oljubasing á sjónum, trygd í havnum, eftirlit við vitum, aliøki, tyrlupallar og flogvallamál.

Meira ítøkiliga fevna uppgávurnar hjá okkum á Deildini fyri Infrakervi um hesi øki:

  • Samferðslukervið hjá landinum, og at byggja og halda landsvegir
  • Halda samferðsluhavnir og landshavnir; gera botnkort, sjókort og myndugleikauppgávur í sambandi við kommunalar vitar, eins og at góðkenna ISPS-havnir
  • Tilbúgving í sambandi við basing av oljudálking á sjónum
  • Umsiting og rakstur av tyrlupallum
  • Kanningar og ætlanir fyri flogvallaviðurskifti í Føroyum
  • Ymisk onnur tøknilig mál fyri land og kommunur

Byggideildin

Arne Debess Madsen
Deildarleiðari

Um Byggideildina

Landsverk er almennur byggiharri. Á Byggideildini hava vit ábyrgdina av allari nýgerð av vegum, bygningum, havnum og tyrlupallum undir landinum, eins og av størri umbyggingum og umvælingum.

Í sambandi við nýbygging er uppgávan at greina og raðfesta krøvini til verkætlanina. Hetta gera vit við atliti at funktionaliteti, estetikki og góðskustøði, soleiðis at tað virksemi, ið skal fremjast, fær best møguligar karmar.

Á Byggideildini taka vit okkum eisini av øllum viðlíkahaldi av almennum bygningum. Eisini skulu vit góðkenna allar leigusáttmálar í almennum bygningum.

Framleiðsludeildin

Heðin Poulsen
Deildarleiðari

Um Framleiðsludeildina

Á Framleiðsludeildini arbeiða vit tvørtur um fakdeildirnar á stovninum, og kunnu vit í nógvum førum kalla okkum eina tænastudeild. Vit hava serkunnleika og eina vøru, sum fakdeildirnar gagnnýta í byggingum, rakstri og viðlíkahaldi.

Høvuðsuppgávan hjá okkum er at framleiða og selja skotið og knúst grót, skildan og óskildan skerv og asfaltblandingar til kommunur, virkir, einstaklingar og egið brúk.

Harafturat taka vit okkum av at gera jarðfrøðiligar forkanningar í sambandi við eitt nú tunnilsgerðir, vatnorkuútbyggingar og annað.

Úrslit: