02-10-2017
Túsund fólk sóu Glasir
TILTAK: Í sambandi við altjóða arkitekturdagin lat Landsverk upp dyrnar fyri almenninginum á Glasi sunnudagin. Umleið túsund fólk nýttu høvið at vitja stásiliga bygningin við Marknagil, har 1.300 næmingar og 200 lærarar og onnur starvsfólk frá komandi skúlaári fara at hava sína dagligu gongd.

Altjóða arkitekturdagurin er eitt afturvendandi tiltak, sum altjóða felagsskapurin fyri arkitektar, UIA, hevur skipað fyri á hvørjum ári síðani 1985. Í Føroyum hevur Arkitektafelag Føroya seinastu árini eisini hildið hendan dagin við at skipa fyri ymiskum áhugaverdum tiltøkum við atliti at byggilist.

Í sambandi við arkitekturdagin lat Landsverk dyrnar upp á Glasi sunnudagin fyri almenninginum, har áhugaði høvdu møguleika at síggja nógv umrødda miðnámsskúlabygningin við Marknagil. Okkurt umleið túsund fólk tóku av tilboðnum og fingu rundsýning í stásiliga bygninginum.

Her eru nakrar myndir frá tiltakinum, har fólk í øllum aldri nýttu høvið at koma á gátt millum klokkan 15 og 17 í gjár.

Bygningurin hjá Glasi við Marknagil er umleið 19.500 fermetrar til støddar og fer at hýsa umleið 1.300 næmingum og 200 starvsfólkum.

Í sambandi við vitjanina hevur Landsverk latið gjørt ein faldara við upplýsingum um Glasir. Faldarin kann takast niður her.

Myndir: veingir / Landsverk ©

Úrslit: