Asfaltsdagurin 2018

Undir yvirskriftini „Dygd og menning innan asfaltvinnuna“ skipar Landsverk fyri einum asfaltdegi fríggjadagin 2. februar 2018 á Hotel Føroyum. Á degnum verður heiðursløn handað einum asfaltliði fyri at hava framt eitt serliga dygdargott asfaltarbeiði í 2017.

SKRÁIN FYRI ASFALTDAGIN 2018

Myndir frá tiltakinum her.

Kl. 08.30-09.00: MORGUNMATUR

Kl. 09.00-09.10: VÆLKOMA OG INNGANGUR
- Heðin Poulsen, deildarleiðari Framleiðsludeildin, Landsverk

Kl. 09.10-09.40: ASFALTARBEIÐIR – krøv til tilfar, framleiðslu, útlegging og eftirlit
- Eydna Sandberg Mikkelsen, verkfrøðingur, Landsverk

Kl. 09.45-10.30: VEGASFALTÚTBÚGVINGIN
- Páll Hansen, formaður, H.J. Asfalt, ið er fyrsti føroyingurin við hesi útbúgving

Kl. 10.30-11.00: KAFFI

Kl. 11.00-11.25: PROSJEKTERING OG EFTIRLIT
– Hans Haraldsen, verkfrøðingur, HMP Consult

Kl. 11.30-12.00: SPÆLIREGLUR ÍSV. KAPPING
– Terje Sigurðsson, deildarleiðari, Kappingareftirlitið

Kl. 12.00-13.00: DØGURÐI

Kl. 13.00-13.15: NÝTT Á FRAMLEIÐSLUDEILDINI HJÁ LANDSVERKI
– Heðin Poulsen, deildarleiðari Framleiðsludeildin, Landsverk

Kl. 13.15-13.30: HVAT ROYNDARSTOVAN KANN GERA FYRI TEG
– Patur Sivertsen Vase, góðskuleiðari Framleiðsluldeildin, Landsverk

Kl. 13.35-14.30: FEILIR Á ASFALTI OG BØTINGAR AV HESUM
– Bjarne Bo Lund-Jensen, framleiðsluleiðari, NCC Danmark

Kl. 14.30-15.00: KAFFI

Kl. 15.00-15.35: TÁ GAMLIR VEGIR ARGA
– Boði Haraldson, rakstrarleiðari Infrakervi, Landsverki, ið hevur nógv ára royndir við asfaltering

Kl. 15.40-15.55: HANDAN AV VIRÐISLØN FYRI „ÁRSINS ASFALARBEIÐI 2017”
– Armgarð E. Steinhólm, deildarleiðari Infrakervi, Landsverk

Kl. 15.55-16.00: AVRUNDING
- Heðin Poulsen, deildarleiðari Framleiðsludeildin, Landsverk

Dagurin byrjar sostatt klokkan 08.30 og endar klokkan 16.00. Freistin at tekna seg er 31. januar 2018, og kostnaðurin er 950 krónur fyri hvønn luttakara. Matur og drekka er íroknað.

Úrslit: