Soleiðis keypir tú asfalt

Blandað asfalt fæst frá asfaltverkinum í Hundsarabotni. Oljugrús fæst eisini í Porkeri.

Kundar, ið ikki hava kreditavtalu við Landsverk, rinda fyri vøruna, áðrenn hon verður heintað. Gjaldast kann á posthúsum og peningastovnum ella við FR-Visa (Dankorti)* í Hundsarbotni. (Í grótbrotunum á Hústoft, í Porkeri og á Sandi ber ikki til at nýta gjaldskort.) Tað ber somuleiðis til at flyta peningin beinleiðis á konto hjá Landsverki í peningastovnunum.

Upplatingartíðir

Yrkadagar hava vit opið kl. 8.00-12.15 og 12.45-16.00. Er tørvur á asfalti uttan fyri vanliga arbeiðstíð, verður tú vinarliga biðin um at avtala hetta við asfaltverkið í góðari tíð tel. 290 771.

Stongt er í summarfrítíðini og um jóltíðir. Harumframt kann asfaltverkið verða stongt í ávísum tíðarskeiðum orsakað av viðlíkahaldsarbeiði. Lýst verður við hesum á heimasíðuni. At enda kann vera stongt orsakað av ringum veðri.

Bankar

Banki Kontonummar

Giro

9909-435.170.4

Eik Banki

9181-128.220.6

Suðuroyar Sparikassi

9870-101.191.0

Norðoyar Sparikassi

9865-101.790.4

Bank Nordik

6460-431.468.0

Kreditkeyp

Almennir stovnar, kommunur og arbeiðstakarar kunnu gera kreditavtalu við Landsverk við ávísum treytum. Les meira um treytirnar her: debitorpolitikkur ella heinta ein kredittavtaluseðil her: kredittavtaluseðil
 

  1. Keyparin skipar sjálvur fyri flutningi
     
  2. Hevur tú kvittanina við, tá tú heintar vøruna, lættir tað um avgreiðsluna


Verið varug við, at vit ikki selja nøgdir av heitum asfalti undir 5 tons, tí hetta gongur út yvir góðskuna.

Hevur tú spurningar í sambandi við keyp av gróti og skervi, ert tú vælkomin at seta teg í samband við fíggjardeildina á Landsverki, tlf. 290 825 ella 290 761.

* Tikið verður ikki ímóti Visa Elektron, Mastercard ella øðrum kortum. 

Bílegging

Fyri at kunna taka atlit til framleiðsluna er ynskiligt við bílegging í seinasta lagi dagin fyri. Bílegging fer fram á tlf. 290 771. Oljugrús kann tó avheintast uttan bílegging.

Úrslit: