16-01-2018
Skeið í iBinder
SKEIÐ: Mánadagin 29. januar 2018 skipa Landsverk og Tórshavnar kommuna fyri skeiði í iBinder.

Skeiðið verður hildið í kantinuni hjá Landsverki á Tinghúsvegi 5 í Havn, og tað er Jógvan Elias Thomsen frá iBinder, sum stendur fyri frálæruni. Skeiðið er býtt upp soleiðis, at fyrri partur er ætlaður tilboðsgevarum og tann seinni brúkarum.

Skrá:

08.15–09.45   Skeið fyri tilboðsgevarum

Hesi evnir verða viðgjørd:

– Atgongd og innritan

– Grundleggjandi um brúkaraflatuna

– Mál og tíðarsona

– Heinta og síggja skjøl

– Hvussu senda vit spurningar?

– Samstarv

– Hvussu fáa vit boð, tá okkurt nýtt er?

– Leggja tilboð inn

– Hvat geri eg, tá brúk er fyri hjálp?

– Spurningar


10.00–11.30   Skeið fyri brúkarum

Hesi evnir verða viðgjørd:

– Atgongd og innritan

– Grundleggjandi um brúkaraflatuna

– Mál og tíðarsona

– Heinta og síggja skjøl

– Leggja skjøl og nýggjar útgávur inn

– Metadata og leiting

– Boðskipanin

– Hvussu fáa vit boð, tá okkurt nýtt er?

– Hvat geri eg, tá brúk er fyri hjálp?

– Spurningar

Skeiðið er ókeypis, men luttakaratalið er avmarkað. Tilmeding fer fram við at senda teldupost til: malu@lv.fo í seinasta lagi fríggjadagin 26. januar við at viðmerkja ”iBinder”.

Úrslit: