12-12-2017
Sáttmáli um jarðhita á Glasi undirskrivaður
HITASKIPAN: Í dag skrivaðu Landsverk og Demich undir sáttmála um uppseting av jarðhitaskipan á Glasi, sum eftir ætlan fer at standa fyri umleið helminginum av hitaveitingini til skúlan.

Tað verður partafelagið Demich, sum fer at gera higartil størstu jarðhitaskipan í Føroyum, nevniliga tann á nýggja miðnámsskúlanum í Havn, Glasir.

Sáttmálin fyri hesa arbeiðstøkuna ljóðar á slakar 4,7 mió. krónur.

Demich hevur júst útvegað sær eina nýggja maskinu, ið kann bora niður á 300 metrar dýpi í sambandi við at leiða jarðhita upp til anleggið, sum fer at nøkta umleið helmingin av hitaorkutørvinum á Glasi.

Eftir ætlan skulu borast 22 hol niður á umleið 300 metrar, sum verða veitingargrundarlagið undir jarðhitaskipanini á nýggja skúlanum.

- Á Landsverki fegnast vit um, at ætlanin við jarðhita á Glasi nú er komin upp á pláss, og at vit hava fingið sáttmála við ein veitara, sum vit hava góðar royndir við, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.

Stjórin á Demich sigur soleiðis um arbeiðstakarasáttmálan, sum hansara fyritøka í dag hevur undirskrivað.

- Vit hava nógvar royndir við slíkum skipanum, og sum veitari fegnast vit tí sjálvandi um at hava fingið hendan sáttmálan um veiting av jarðhitaskipan. Higartil hava vit veitt umleið 250 jarðhitaskipanir í Føroyum, har av tær flestu eru til privatar bústaðir, sigur Torbjørn Hansen, stjóri í P/F Demich.

Á myndini Torbjørn Hansen, stjóri í Demich, og Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, sum júst hava undirskrivað sáttmála um jarðhitaskipan á Glasi.

 

 

 

Úrslit: