Betrifólkaheilsa

“Sitting is the new smoking” er eitt ræðandi enskt orðafelli, ið tíverri lutvíst lýsir nútíðar rørslumentanina í vesturheiminum. Hóast tað samstundis er eitt rák millum fólk at vitja venjingarhallir, so er óvirkni ein umfarssjúka millum aðrar bólkar.

Í dag er tað at flyta seg eitt val, tí vit vera í stóran mun stýrd og undirhildin av telduskermum og hava góðar flutningsmøguleikar við bili ella bussi.

Fólkaheilsa er viðkomandi fyri Samferðsluætlanina, tí Føroyar hava góðar 
møguleikar at stuðla undir einum rørsluvinarligum undirstøðukervi. Tað eru ikki bert tunlar og nýggir vegir, ið eru viðkomandi fyri eina ætlan um ferðslu á landi og sjógvi.

Fólkaheilsa skal takast í álvara, og í tí sambandi kann heimsmál nr. 3 takast fram. Heimsmálið eitur Góð heilsa og vælvera, og er endamálið at eggja til góða heilsu og vælferð fyri øll á øllum aldri.

Ein sunnur háttur at flyta seg er at súkkla, og hóast fordómar mótvegis ferðing við súkklu og til gongu í Føroyum viðhvørt eru at hoyra, eru møguleikarnir tí viðvíkjandi væl betri enn flestu hava gjørt sær far um. Føroyar kunnu gerast eitt serstakliga dámligt land at súkkla í, og um vit ikki velja at síggja veðurlagið og brekkurnar sum forðingar, kunnu vit síggja føroyska landslagið á súkklu sum eina serliga ferð. Hetta hevur Landsverk havt á breddanum áður, men tað gerst meira viðkomandi fyri hvørt ár.

 


Heimsmál nr. 3, sum snýr seg um, at øll fólk í øllum aldrum, í øllum londum skulu tryggjast eina góða heilsu.

Í árligu nøgdsemiskanningunum, sum Landsverk ger, eru tað fleiri 
og fleiri ferðafólk, ið spyrja eftir møguleikum í sambandi við súkkling, 
millum annað viðvíkjandi útleigan av súkklum og súkklurásum. 
Gongu- og súkklugøtur eru eisini ein øðrvísi háttur hjá ferðafólki at uppliva Føroyar, og tað er møguligt at gera leiðirnar so langar, 
at heildagstúrar fáast burturúr. Gøturnar eru tá samansettar av serligum 
gongu- og súkklugøtum og landsvegum við lítlari ferðslu. Súkkling kann virka fyri rættari flytføri, betri heilsu og reinari umhvørvi.

Ein samanhangandi súkkluætlan kann gerast samsvarandi einari gøtuætlan fyri upplivingargøtur, ið ríðingargøturnar eisini kunnu gerast partur av. Á henda hátt kann tryggjast atgongd til haga og náttúruøki á ein skipaðan hátt. Útgangsstøðið kann takast úr varðagøtunum, og vísast kann til útsýnis- og merkisstøð.

Landsverk leggur upp til at útbyggja eitt súkklukervi við atliti at øðrum háttum at ferðast á enn við brennievnisakfari.

Súkklukervið eigur at vera ein partur av heildarmyndini og samanbundið 
við aðrar gøtur og leiðir, og tað er upplagt, at Landsverk samskiftir og 
samstarvar við ferðavinnuna, kommunur, Fólkaheilsuráðið og onnur 
avvarðandi í útbyggingini av gøtum og súkkluleiðum.

Við upplivingargøtum, kann atgongd tryggjast til haga og náttúruøki, 
og vísast á bestu og tryggastu hættirnar at koma til støð, sum annars 
eru torfør at koma til. Í sambandi við virksemið hjá Landsverki sum stovni, kann atgongdin tryggjast til hesar upplivingarleiðir frá landsvegunum, har fólk kunnu vegleiðast til gøturnar við skelting og fáa pláss til at seta bilarnar. Bilarnir mugu setast soleiðis, at teir ikki darva ferðsluna á landsvegunum.

Flestu landsvegateinar eru ikki útgjørdir til fólk á súkklu, tí høvuðsendamálið við landsvegunum er at veita tryggar og góðar møguleikar fyri skjótan flutning hjá vinnu og øðrum við brennievnisakførum. Møguleiki má tó eisini vera til staðar hjá súkklarum, sum eisini hava rætt til at ferðast trygt, uttan at vera í andsøgn við tungu og skjóttkoyrandi ferðsluna. Vegir og gøtur eiga at hava ferðslubreytir til fólk til gongu ella á súkklu.

 

 

Fólk síggjast ofta á gongu- ella rennitúri ella á súkklu. Tað kemur fyri, 
at hetta fer fram við landsvegunum við nógvari ferðslu, har ferðmarkið 
er 80 km/t. Á vegum við hámarksferð eigur “bleyta ferðslan” av trygdarávum at vera atskild frá bilferðsluni. Hetta kann gerast við óheftum linjuføringum, har vegir og gøtur eru atskildar ella við bilverju millum veg og gøtu. Tað finnast eingi ítøkilig hagtøl fyri ‘bleytu ferðsluna’, eitt nú hvussu nógv fólk velja súkklu, hvussu ofta og í hvørjum samanhangi tey nýta súkklu. Tílík tøl kunnu vera áhugaverd at fáa skrásett í mun til planlegging av vegakervinum, har aðrar møguligar flutningsloysnir eru, enn ferðing við privatbili.

Tá planlagt verður fyri at økja um aðra ferðslu enn við brennievnisakførum, eiga nakrir grundleggjandi spurningar at verða settir: Hví verður lutfalsliga lítið súkklað í Føroyum í mun til onnur lond sum Danmark, Noreg, Ísland og Holland? Eru tað føroysku brekkurnar, ið møða súkklaran? Er tað vindurin, ella er tað regnið, ið ein helst vil snúgva sær undan?

Danmark og Holland eru flatlond, men í Noregi og Íslandi eru brekkur eins og í Føroyum. Tílíkir spurningar vera ofta settir í sambandi við súkkling í Føroyum, og verða hesi viðurskifti tíverri ofta fatað sum forðingar fyri at súkkla. Grannalondini, ið hava líknandi skiftandi veðurlag, vísa á, at Føroyar hava eisini møguleika fyri at menna súkklukervið og fáa eina súkklumentan.

Hóast brekkur og veðurlag hava ein ávísan leiklut í tí vali, ein tekur um at súkkla ella ei, eru tað fleiri, ið dáma júst føroysku súkkluumstøðurnar, hóast súkklumøguleikarnir eiga at verða mentir. Bæði fram við vegunum, har vanlig bilferðsla er, og eisini í sambandi við frítíðartúrar í fjøllunum.

Í dag fáast góðar elektriskar súkklur, ið lætta um túrarnar í mótbrekkum. 
Veðurlagið er heldur ikki ein forðing fyri súkkling í Føroyum, undantikið ávísir dagar, men til ber at lata seg í eftir veðrinum og umstøðunum. Súkklur í dag eru væl útgjørdar, eisini til føroysk viðurskifti. Tekur ein fetið at nýta súkkluna frameftir, er møguligt, at hetta kann síggjast aftur í egnum fíggjarviðurskiftum, har bilurin er spardur burtur, og úrslitið ein betri heilsustøða. Súkklan eigur at verða eitt trygt og natúrligt val hjá einum og hvørjum, ið ynskir tað, at velja sum flutningstól. Framtíðarsamfelagið eigur at vera eitt samfelag, har dálking er avmarkað mest møguligt. Hetta hava vit, ið nú byggja land, skyldu til at fremja í verki og geva víðari til okkara børn. Skal hetta eydnast, er neyðugt við einari hugburðsbroyting á øllum stigum.

Í Tórshavnar kommunu eru nøkur framstig gjørd í sambandi við súkkling, sum til dømis, at øll nýgerð av vegum skal hava súkklu- og gongubreytir, at lendisgøtur eru gjørdar, har til ber at súkkla, og súkkluskúrar vera gjørdir í nýbygningum, eitt nú á øllum skúlum. Kommunan hevur sett sær sum mál, at høvuðsstaðurin skal vera ein súkklubýur, enntá heimsins besti súkklubýur. Allar kanningar vísa, at ein súkklubýur gerst rúmligari, tí færri bilar eru á vegunum.

 

Síðuvinningarnir eru minni larmur, reinari luft og betri trivnaður
millum íbúgvarnar.

 

Tilmæli

Landsverk mælir til, at samstarv verður samskipað millum Landsverk, kommunur og onnur viðkomandi, soleiðis at ein samanhangandi súkkluætlan kann fremjast.

Mælt verður til, at 10 mió. krónur verða játtaðar árliga til at betra um súkklumøguleikarnar. Peningurin kann vera ein “pulja”, har til ber at lata stuðul til verkætlanir, sum land og kommunur gera í felag og/ella í samstarvi við ferðaskrivstovur, Fólkaheilsuráðið og aðrar viðkomandi partar. Talan er ikki bert um nýtt asfalt, men um verkætlanir, ið savna neyðug hagtøl, fremja kunnandi og upplýsandi átøk og eggja til nýhugsan og nýskapan.

Seinast dagført: 05.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: