Vantandi viðlíkahald yvir eitt longri tíðarskeið hevur sett týðilig spor í slitnu tunlunum í Føroyum. Undantikið ábøtur, ið eru gjørdar í ávísum tunlum, er støðan helst enn verri í dag, grundað á, at long tíð er gingin. Manglandi játtan til viðlíkahald ber í sær, at Landsverk við rímiligari vissu kann siga, at teir tunlar, ið enn ikki eru dagførdir, eru í sera ringum standi. Í tunlunum eru ávísar skipanir, ið kunnu væntast at ganga fyri um stutta tíð. Hetta er tí, at tað tekur drúgva tíð at fremja tað alsamt vaksandi rakstrar- og viðlíkahaldsarbeiðið, umframt at fleiri lutir/ tól í eldri tunnilsútgerð eru farin úr framleiðslu og fáast ikki uttan serbíleggingar, sum er ein dýr loysn. 

Í Føroyum eru samanlagt 19 tunlar. Tunlarnir eru sonevndir ”low-cost” tunlar, sum vit eisini kenna frá Noregi og Íslandi. Teir eru munandi bíligari at byggja, enn háferðslutunlar í øðrum londum, ið ofta eru klæddir við betongi og flísum innan. “Low-cost” merkir ikki, at tað er minni trygd. Ein háferðslutunnil krevur eitt javnt viðlíkahald og støðugt reingerðarhald. Í slíkum tunlum er meira gagnligt at gera eitt nú flísaveggir, soleiðis at reingerðarhaldið gongur skjótt og ómakaleyst fyri seg. Eisini innan ljósútbúnað, ventilatión og støði á trygdarútgerð vera undantøk gjørd, tá “low-cost”-tunlar verða bygdir, tí útgerðin nýtist ikki at vera eins umfatandi sum til háferðslutunlar. 

Seinastu árini hevur játtanin til umvæling av brúgvum og tunlum verið 3-4 mió. kr., og hevur hon nærum øll árini verið brúkt til eftirsleip í tunlum. Í sambandi við fíggjarlógina fyri 2018 varð sagt, at játtanin til dagføringar av brúgvum og tunlum átti at verið munandi hægri, og í fíggjarlógini fyri 2019 er henda játtanin hækkað úr 3 mió. kr. til 5,5 mió. kr.


Mynd 12: Tunlar í Føroyum

 

 

Landsverk hevur í fleiri førum víst á, at ein avmarkað játtan til viðlíkahald 
av vegakervinum yvir eitt longri tíðarskeið førir til eitt stórt eftirsleip. Higartil hevur játtanin til rakstur og viðlíkahald bert rokkið til, at gjørdar eru yvirskipaðar støðumetingar í tunlum og minni viðlíkahald av teimum. Játtanin røkkur tó ikki til høvuðsumvælingar av tunlunum. Í verandi løtu verður játtanin til brúgvar og tunlar í høvuðsheitum nýtt til fjallatrygging/skróting í tunlum, har leyst grót verður tryggjað við uppseting av boltum og betongi, men játtanin røkkur vanliga ikki til annað enn til smávegis ábøtur. Um steðgað verður við at viðlíkahalda tunlar, gongur tað út yvir trygdina. Landsverk metir, at vantandi viðlíkahald við vissu fer at føra til, at ymsar trygdarskipanir innan stutta tíð ikki fara at virka longur, tí í longri tíð hava so nógvir lutir ikki verið skiftir út, tá tørvur hevur verið á tí. Í tunlum eigur øll trygdarútgerð altíð at virka og verða dagførd eftir tørvi. 

Tunnilstoymið hjá Landsverki arbeiðir/skrótar í 1-3 tunlum um árið. Arbeitt verður samsvarandi játtanini, sum hevur verið 3-4 mió. kr. tey seinastu árini. Grundað á lágu játtanina, fer tað at taka nógv ár at koma runt. Higartil hevur tunnilstoymið arbeitt í somu tunlum í 3-5 ár, tí tørvurin at gera ábøtur, hevur verið ovurhonds stórur í hesum tunlum.

Mælt verður til, at játtan verður latin til umvæling av tunlum á 10 mió. kr. árliga, til komið er undir land. Tá tekur tað 15 ár at koma runt allar 32,6 km.

Samlaða eftirsleipið í tunlunum er 150 mió. kr.

Verandi játtan, sum er eyðmerkt til dagføringar í tunlunum, nøktar ikki tørvin á viðlíkahaldi, og harvið versnar eftirsleipið í tunlunum ár undan ári.

Støðumetingar

Yvirlitið niðanfyri yvir tunlarnar hjá Landsverki vísir heildarsýn, ið eru framd í 2007-2008. Kanningin lýsir stutt, hvussu táverandi støðan á teimum ymsu tunlunum var. Eftir hetta er eingin líknandi kanning ella heildarmeting sett í verk, tó at ávísir tunlar leysliga eru kannaðir hvør sær síðani. Kanningin fevnir um konkstruktiónina av tunlunum og ikki útgerð sum ljósútbúnaður ella asfaltarbeiði.

Kanningin fevnir um allar tunlarnar í Føroyum, undantikið undirsjóvartunlarnar og Viðareiðistunnilin, sum er nýggjur. 

Talan er um 32,6 km av tunlum. Heildarstøðan í 2019 er tí lutfalsliga ókend, og kanningin frá 2007 verður brúkt sum ein eftirkanningarlisti.

Nýggj heildarmeting og støðulýsing eigur at verða gjørd, tí støðan kann vera enn verri í tunlum, har lítið ella einki er gjørt síðani kanningina frá 2007. Tað sæst á grøna teiginum á talvuni niðan fyri. Við eini nýggjari kanning, har allar ábøtur vera skrásettar, ber til javnan at dagføra yvirlitið og alla tíðina hava eitt yvirlit, ið samsvarar við veruleikan. Mælt verður til, at heildarkanningar fyri tunlar verða gjørdar 7. hvørt ár. Tað verður mett, at ein slík kanning kostar uml. 300.000 kr. Somuleiðis eigur tunnilin at skrótast og tryggjast um neyðugt 7. hvørt ár. 

Tunlar, sum eru merktir við bláum í talvuni, hava fingið ábøtur í tíðarskeiðnum frá kanningini í 2007. Her hevur Landsverk framt ymsar ábøtur, sum eitt nú skróting, bolting ella við sproytibetongi. Tunlarnir í talvuni eru settir upp landafrøðiliga, norðuri frá og suðureftir. Endamálið við einari kanning er, at neyðugu dagføringar verða framdar. 

Bara 240 m út av 2.120 m vóru kannaðir av Hvannasundstunlinum, og 160 m út av 1.500 m vóru kannaðir av Sandvíkartunlinum. Tískil er støðan fyri hesar tunlar ókend í dag, og teir standa í eini serstøðu. Tunlarnir eiga at verða raðfestir fremst í sambandi við arbeiði, ið verður gjørt í tunlum. Tað er ikki nøktandi, at støðan á nøkrum tunli als ikki er skrásett.

Tilbúgving í tunlunum

Tunlar eru ein sera viðkvæmur partur av landsvegakervinum. Ferðsluóhapp í tunlum kunnu eisini fáa álvarsligari avleiðingar enn aðrastaðni á vegakervinum. Eitt nú tí fólk kunnu verða forðaði í at sleppa út úr tunlinum, um grót ryður niður, ella um eldur kemur í akfør inni í tunlunum.

Tunlar eiga altíð at vera fult tryggjaðir og eru trý høvuðstrygdaratlit, ið altíð skulu fylgjast:

1. AT BYGGJA OG INNRÆTTA NÝGGJAR TUNLAR RÆTT ELLA  DAGFØRA VERANDI TUNLAR VIÐ NEYÐUGARI TRYGDARÚTGERÐ
Her er talan um, at tunlar skulu hava rættan bygnað og rætta trygdarútgerð. Hetta verður fastlagt út frá m.a. teimum leiðreglum, ið eru gjørdar til tunlar í Noregi av norska vegaverkinum.

2. AT GERA TILBÚGVINGARÆTLANIR
At gera tilbúgvingarætlanir er ein annar týðandi partur av samlaðu trygdini í tunlum. Endmálið við einari tilbúgvingarætlan er at áseta best møguliga mannagongd, um eitt óhapp skuldi hent í tunlinum ella við tunnilsmunnarnar. Landsverk hevur ábyrgdina av at hava eina dagførda tilbúgvingarætlan og somuleiðis ábyrgdina av, at felags venjing er við jøvnum millumbilum.

3. AT UPPLÝSA OG KUNNA TEY FERÐANDI
Tað triðja, ið eisini er sera týdningarmikið at gera í sambandi við tunnilstrygd, er at upplýsa og kunna tey ferðandi um rættan atburð, tá koyrt verður í tunlum og serliga í sambandi við tunnilsóhapp. Kanningar av tunnilsvanlukkum hava víst, at rættur atburður er eitt tað mest umráðandi í sambandi við trygdina. Tí hevur Landsverk í fleiri ár arbeitt við hesi upplýsing til tey ferðandi. Bæði við at gera faldarar og stuttfilmar, sum millum annað hava verið vístir í Gevið Gætur í sjónvarpinum.

 


Mynd 13: Venjing í Norðskálatunlinum

Tøkni og streymur

Arbeiðið við útskifting av el-útgerð í tunlum er í fleiri ár niðurraðfest við tí úrsliti, at verandi tøkni nú er heilt dragnað afturút. Í 2011 vóru sett í verk víðfevnandi sparitiltøk, har ljósstyrkin í tunlunum varð minkað, og slíkar sparingar eru enn galdandi.

Mett verður, at um normurin fyri ljósføri skal haldast í tunlum, ið eru dagførdir, fer streymnýtslan at tvífaldast. Royndir í Noregi vísa, at kostnaðurin av at reka og viðlíkahalda tunlar og tilhoyrandi útgerð áhaldandi veksur, so hvørt sum krøvini til trygd og útbúnað vaksa.

Sambært tilmæli frá veitarunum av útgerðini,
eiga t.d. gass og vindfølarar at verða skiftir út
3-5 hvørt ár.
Í tunlunum ganga tað vanliga upp
móti 10 árum, áðrenn skift verður út.

Eitt dømi um álvarsomu støðuna í tunlunum er battarískipanin í tunlunum, ið skal tryggja, at trygdarskipanin koyrir eina tíð upp á neyðstreym. Skipanin hevur vanliga verið royndarkoyrd eina ferð um árið, har streymurin til battaríini verður kvettur. Tað verður ikki gjørt longur, tí vissa er ikki fyri, at battarískipanin fæst at koyra aftur. Hetta kemst av, at livitíðin á battarískipanunum er um at vera av í øllum tunlunum.

Í sambandi við at LED ljós eru við at vinna fram, eru verandi ljósskipanir ótíðarhóskandi. Tað er tí sera torført at viðlíkahalda ljósini, eitt nú í Kollfjarðartunlinum, tí eykalutirnir eru gamlir og verða ikki framleiddir longur. Higartil er hetta loyst við at taka burtur av tí ljósútgerðini, sum er sløkt í Gásadalstunlinum, men hetta er ikki ein haldbar langtíðarloysn. Um avgerð verður tikin um at dagføra einstakar tunlar sum Kollfjarðartunnilin, eigur játtanin til landsvegahaldið at økjast samsvarandi. 

Um árliga játtanin ikki samsvarar við neyðugu íløgurnar til rakstur og viðlíkahald, fer niðurlaðingin av tunnilsútgerðini at halda fram. Vánaliga støðan í Kollfjarðartunlinum er ikki eindømi, men galdandi fyri allar tunlar. Jú størri minking í viðlíkahaldinum, jú skjótari fer niðurlagingin fram av tunlinum, og tess størri gerst eftirsleipið.

Mælt verður til, at játtaðar verða 30 mió. kr. til tøkniliga útgerð í tunlunum í einum tíðarskeiði á 2-3 ár, soleiðis at neyðugar umvælingar kunnu gerast.

Seinast dagført: 30.10.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: