Trygt ferðslukervivið skerdum viðlíkahaldi?

Minni viðlíkahald – verri vegir
Landsverk er tøkniligur stovnur undir Samferðslumálaráðnum og tekur sær millum annað av:

  »   At byggja og halda landsvegir, tunlar og brýr
  »   Málum viðvíkjandi havnum og at røkja sund og firðir
  »   Flogvallar- og tyrlupallamálum
  »   Málum viðvíkjandi kommunalum vegum, har
       landið luttekur​

Landsverk er sett á stovn fyri yvirskipað at tryggja eina nøktandi samferðslu, ið er trygg og samanhangandi. Tað er ein ávís ábyrgd, ið fylgir við umsitingini av samferðsluni, har høvuðsuppgávan hjá Landsverki snýr seg um dagliga at røkja vegir, tunlar, brýr, landshavnir, tyrlupallar, vegakslar, vegristir og onnur øki, ið mynda samferðslukervið.

Tey mest týðandi økini innan rakstur og viðlíkahald í sambandi við ferðslu eru:

  »   Landsvegakervið
       -   Tunlar
       -   Brúgvar
       -   Síðuøki (smærri lutir á vegunum sum bilverja, vegøksl o.a.)
  »   Landshavnir
  »   Tyrlupallar

Í pørtunum Hvat er rakstur og viðlíkahald? og Hvat er eftirsleip? vera hugtøkini allýst. Hugtøkini verða mangan nýtt í ymsum samanhangum, meðan týdningurin kann vera fleirtáttaður. Við hesum verður roynt at gera hugtøkini skiljandi í sambandi við tað, ið liggur í at reka vegir, tunlar og brúgvar og aðrar uppgávur, sum Landsverk røkir. Eftirsleip verður lýst, tí tað er ein beinleiðis avleiðing av manglandi viðlíkahaldi. Eftirsleipið verður í stuttum sett í ein søguligan samanhang, har tað sæst, at manglandi viðlíkahald ikki er eitt nýtt føroyskt fyribrigdi. Harða kreppan, ið so smátt byrjaði at gera um seg seinast í áttatiárunum, og seinni hæsaði av, er tó enn galdandi fyri undirstøðukervið, sum hevur í støðum verið hangandi í versnandi kreppustøðu líka síðani.

Viðkvom síðuøki á landsvegunum, tunlar og brúgvar vera eisini lýst í partinum Landsvegakervið.

Útreiðslurnar til rakstur og viðlíkahald av oman fyri nevndu pørtum av vegakervinum eru vaksnar nógv seinastu árini. Rakstrarútreiðslur vaksa natúrliga við hvørjari nýgerð í vegakervinum, tó veksur játtanin ikki samsvarandi. Samstundis mennist tøknin og fleiri samansett verkløg - eitt nú tunlar, verða gjørd, har krøv og treytir gerast strangari. Samstundis spælir søguliga høga tilflytingin til Føroya ein týðandi leiklut.

Við regluligum viðlíkahaldi kann framkomuleikin og trygdin varðveitast, men um viðlíkahald ikki verður raðfest, gerst eftirsleip ein avleiðing. Eftirsleip minkar um virðið og funktiónina av verklagnum. Hetta merkir, at samfelagsíløgan í vegakervið ikki er skilagóð, tí verklagið fær ikki tænt sínum endamáli, sum upprunaliga ætlað. Eitt nú kann ferðin vera minkað á einum vegateini ella forboð sett fyri tungari ferðslu yvir um eina brúgv.

Ætlanin við einum og hvørjum nýggjum verklagi er, at vegurin, tunnilin, brúgvin ella vegaluturin skal tæna sínum endamáli fleiri ár fram í tíðina. Føroyska vegakervið er bygt yvir langt tíðarskeið, og tískil eru fleiri vegateinar og verkløg lutfalsliga gomul, sum í sjálvum sær økir útreiðslurnar til viðlíkahald og tørvin á dagføringum.

Sum avleiðing av manglandi viðlíkahaldi - í summum førum yvir fleiri áratíggju - eru fleiri vegateinar slitnir og sum heild illa farnir. Tí er tað avgerandi í sambandi við nýgerð innan vegakervið, at funktiónin og virðið á verklagnum við jøvnum millumbilum verður raðfest og viðlíkahildið. Á henda hátt fær íløgan mest nyttu. 

Tað er neyðugt, at virðið á verklagnum verður hildið á einum støði, soleiðis at tað ikki ferst so illa, at tað má gerast av nýggjum. Verklagið hevur eina avmarkaða livitíð, men kann leingjast við nøktandi viðlíkahaldi. Landsverk mælir til, at játtan til rakstur og viðlíkahald verður ein sjálvsagdur partur av samlaðu íløguni, tá nýggjar verkætlanir verða samtyktar.

Í sambandi við verklagslógir verður hædd tikin fyri avleiddum útreiðslum til rakstur og viðlíkahald, men hesar meirútreiðslur hava ongantíð sæst aftur sum hækkingar á játtanum á fíggjarlógini, har íløgan til sjálva nýgerðina bert verður tikin til eftirtektar. Neyðugt er at finna eina skipan - møguliga við lóg - har neyðugar upphæddir verða settar av til viðlíkahald, tá játtan til nýgerð verður latin. Játtanin til rakstur eigur at fylgja samfelagsmenningini, har ferðslan á føroysku landsvegunum er støðugt vaksandi.

Mælt verður til at einki nýtt verður bygt, fyrr enn rakstrar- og viðlíkahaldsjáttanir eru partur av íløguætlanini.

Endamál

  • Landsverk hevur sum mál, at undirstøðukervið skal verða rikið og viðlíkahildið, soleiðis at tænastustøðið verður hildið á einum nøktandi støði, í mun til trygd og framkomuleika bæði fyri borgaran og vinnulívið.

 

Fyri at tæna endamálinum, hevur Landsverk sett í gongd arbeiði, har alt vegakervið og allar vegaeindir og -lutir verða skrásettir. Ætlanin er at gera virkisætlanir fyri neyðugar viðlíkahaldsuppgávur, gera støðu- og kostnaðarmetingar og skipa viðlíkahaldið samsvarandi politisku játtanini, sum í verandi løtu er avmarkað. Yvirlitið yvir støðið á vegakervinum fer at liggja tøkt alment á alnótini, soleiðis at bæði politiski myndugleikin, borgarar og onnur lættari kunnu veita sær upplýsingar um viðkomandi viðurskifti. Hetta skal skiljast sum eitt fet fram í arbeiðinum at varpa ljós á avbjóðingarnar, sum føroyska samfelagið hevur í sambandi við viðlíkahald av vegakervinum.

Seinastu fýra árini er bert endurasfalterað upp til 5 km av vegi (undantikið nýgerð).

Við hesari gongd tekur tað umleið 100 ár at koma runt at asfaltera alt vegakervið. 

Trygdin á einum ferðslukervi kann ikki varðveitast yvir eitt tíðarskeið, ið er longri enn livitíðin á sjálvum verklagnum. Við regluligum viðlíkahaldi kann livitíðin tó varðveitast og trygdin við. Verklagið, ein vegur, brúgv ella tunnil, tænir sínum endamáli, so leingi akfør kunnu nýta tað. Ein vegur við slitnum asfalti, ein tunnil við tvørrandi ljósútbúnaði ella manglandi skróting, ella ein brúgv við sjónligari armering og sundurmolnaðum betongi, tænir enn sínum endamáli á tann hátt, at ferðslan sleppur frá A til B. Tó er spurningurin, um hetta ikki er fullkomiliga óráðiligt, at samfelagið bíðar við at fremja neyðugu ábøturnar á undirstøðukervinum, til óhapp henda? Í august 2018 rapaði ein brúgv í Italia, har 43 fólk lótu lív. Slíkar hendingar kunnu koma fyri, men kunnu fyribyrgjast við regluligum eftirliti og viðlíkahaldi, soleiðis at virðis- og trygdargrundarlagið á farleiðunum verður lyft upp. Viðlíkahaldsuppgávur eiga at gerast sum fyribyrging av vanlukkum,
ikki orsakað av hesum.

Fyri at vinna á verandi eftirsleipi yvir eitt
tíðarskeið á t.d. 10 ár, skal í minsta lagi
asfalterast 50 km um árið, sum svarar til eina
játtan á uml. 50 mió. kr. um árið

Seinast dagført: 03.02.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: