Strandfaraskip Landsinsendurnýggjan av ferjuflotanum

Føroysku ferjurnar lúka ikki krøvini, ið vera sett til ferðamannaskip í dag, og eru ferjurnar í veruleikanum sambæriligar við ellisakfør. Nøkur krøv, sum hava stóran týdning fyri ferðafólk, so sum komfortur og tøkniligir hentleikar, verða ikki gingin á møti í dag. 

Umleið helvtin av føroyska ferjuflotanum er smíðaður í sjeytiárunum og er tí gamal. Harafturat er ferðafólkatalið og bilferðslan økt munandi, uttan at ferjuflotin hevur kunnað fylgt við og tillagað seg, millum annað við at lastievnini á helvtini á flotanum eru minkaði niður í ein triðing (Ritan, Sam og Ternan). 

Sum samfelagið mennist, gerst tørvurin eisini størri at halda ferjurnar við líka. Í verandi støðu er ikki møguligt at dagføra ferjurnar samsvarandi við vaksandi krøvini til kapasitet, ferðafólkatal, bilferðslu og farm. Tískil eru sjónlig ellisbrek og tæringar á ferjunum, og eykalutir, sum ikki vera framleiddir í dag til hesi skipini, mugu serframleiðast og eru tí dýrari.

Danski handilsflotin: 55% av lastarúmdini (tonnage) yngri enn 10 ár.

Danskar ferjur: 25% av lastarúmdini yngri enn 10 ár.

Strandfaraskipini: 0% av lastarúmdini yngri enn 10 ár.

Helvtin av flotanum, 3 av 6, (Ritan, Sam og Ternan) er smíðaður í sjeytiárunum.

Flotin er, sum sagt, merktur av elli og týðilig brek síggjast, og tí er neyðugt við eini endurnýggjan av verandi ferjuflota. Allur trupulleikin verður ikki loystur við einum avloysaraskipi. Eitt avloysaraskip er í høvuðsheitum ein “symptomviðgerð”, meðan sjúkan stendur við og bara versnar. Hevur tú gamlan bil, sum skal ofta á verkstað og onkrar morgnar ikki startar, er besta loysnin ikki at keypa tær eitt prutl at avloysa bilin. Tá er rættast at keypa nýggjan bil. Veruliga og einasta loysnin er at endurnýggja flotan. Avloysaraskip er tó enn viðkomandi eftir endurnýggjan. 

Tað kann bara gerast við nýbygging, tí tað er nærum ómøguligt at finna eksisterandi ferjur, sum hóska til føroyskan sjógv og lúka galdandi krøv. Skip sum Ritan, Sam og Ternan høvdu als ikki sloppið inn í flotan, um so skuldi verið. 

Í eini kanning hjá Knud E. Hansen, sum er ein donsk ráðgevarafyritøka, fekk Strandfaraskip Landsins váttað, sum hon hevði varhugan av 
frammanundan. Fleiri skip í flotanum hava tørv á at verða endurnýggjað, 
so tey kunnu nøkta ferðafólka- og farmaflutningin, sum Strandferðslan 
sambært lóg hevur skyldu til at røkja. Summi skip eru so gomul, at ábøtur eru neyðugar her og nú. Ein onnur avbjóðing er, at í háárstíð er kapasiteturin ov lítil. Skal tørvurin verða nøktaður um summarið, krevjast eitt ella fleiri skip afturat teimum, sum longu eru í flotanum. Skipini, sum verða umrødd í støðulýsingini hjá Knud. E. Hansen, eru Smyril, Teistin, Ternan, Sam, Ritan og Sildberin.

Veðri

Í dag krevja fólk, at skip og bussar skulu sigla og koyra so ofta sum gjørligt. Men stundum má fasta ferðaætlanin hjá Strandferðsluni víkja, tí veðrið argar. Størstu avbjóðingarnar eru á útoyggj. Kortini eru tær oyggjarnar millum best umtóktu ferðamál, tí tær bjóða upprunaligt bygdalív. Strandferðslan ynskir at varðveita tær upprunaligu Føroyar. 

Vanliga hoyrist ikki so nógv um virksemið hjá Strandferðsluni, tí reglan heldur enn undantakið er, at skip og bussar sigla og koyra, sum tey skulu. Eru avbjóðingar, ið elva til seinkingar ella avlýsingar, verður hetta gjølla umrøtt í fjølmiðlunum. Tað vísir bara, at tað, sum Strandferðslan ger, hevur alstóran týdning og viðkemur mongum fólkum í Føroyum.

Við teirri tænastu, Strandferðslan veitir, hevur hon uppbygt ein tørv á flutningi, sum fólk vænta verður nøktaður hvønn einasta dag. Men er veðrið ikki til vildar, mugu sigling og koyring viðhvørt avlýsast, tí atlit mugu altíð takast at trygdini. Hesar eru treytirnar í einum oyggjalandi, har veðrið ræður sær sjálvum. 

Fyrr góðtóku fólk uttan stórvegis mótmælir, at var veðrið ikki til vildar, bar ikki til at sigla ella koyra. Í dagsins samfelag eru fólk meira krevjandi, og eru von við nú, at alt skal ganga skjótt, og at alt er stundisliga. Møta fólk knappliga forðingum, uppliva tey flestu hetta sum óneyðugar seinkingar, og tí gera fólk vart við sína ónøgd, bæði í fjølmiðlum og á sosialum miðlum. Í einum samfelagi, sum vil vera effektivt, er hetta væl skiljandi. Sjálvandi skal ferðslan innanoyggja glíða væl, so dagliga lívið á stórum sum smáum plássum kann halda fram. Men avmarkingar eru viðhvørt. Bussarnir kunnu ikki koyra, um teir eru í vanda fyri at koppa. Skipini kunnu ikki sigla, um tey ikki sleppa at kai. So má
bíðast eftir betri veðri. 

Ferðafólk

Ónøgdin tykist ikki at vera so stór í sambandi við ferðafólk, um seinkingar og avlýsingar koma fyri. Útlendsku ferðafólkini koma til landið at uppliva vakurleikan, friðin og náttúruna, og óvæntaðar støður uppliva tey ofta sum sjarmerandi. Ein andsøgn kann sigast at vera í, hvussu effektivt ein í Føroyum væntar, at samfelagið verður rikið, og hvussu landið verður marknaðarført uttanlands.

Visit Faroe Islands marknaðarførir Føroyar sum eitt óforútsigiligt og ótamt ferðamál. Øll tann óvissan og øll tey brádligu skiftini, sum náttúran hevur við sær, er sterkasta amboð í marknaðarføringini. Á ein hátt ber til at siga, at tær modernaðu og effektivu Føroyar verða ikki marknaðarførdar, men heldur tær upprunaligu Føroyar. Føroyar verða lýstar sum ein útjaðari. Tær eru tann lítla bygdin á tí lítlu oynni, sum hevur 
avbjóðingar við ferðasambandinum, sum stríðist við minkandi fólkatali. 

Tær upprunaligu Føroyar síggjast í Svínoy, har seyður gongur á vegnum 
og undrandi eygleiður fremmanda ferðafólkinum, sum tekur myndir av teirri sjáldsomu sjónini. Tær upprunaligu Føroyar eru lendingarnar á Kirkju og í Hattarvík, har manningin heysar vøruna í land, meðan Ritan vaggar í sjónum. Tær eru eisini gongutúrarnir í Hestoynni, har
ferðafólkini hoyra fuglarnar láta fjart uppi á oynni ella njóta trøllsliga vakurleikan inni í Klæmintsgjógv. Tær ótamdu Føroyar eru ein grundleggjandi tjóðskaparligur samleiki. Alt tað, sum eyðkennir Føroyar, er tað, sum ferðafólk vilja síggja. 

Strandferðslan flytir flestu útlendsku ferðafólkini til stóru upplivingarnar kring landið. Í veruleikanum kann sigast, at virksemið er við til at varðveita tær upprunaligu Føroyar. Strandferðslan ger atkomuna og búsetingina møguliga. At summi sambond kundu verið betri, verður oftani hoyrt. Hesi viðurskifti roynir Strandferðslan at betra.

Ein viðkomandi spurningur er, hvørjar Føroyar, føroyingar ynskja sær. Einar miðsavnaðar Føroyar, har smáplássini falla, ella varðveitslu av lívinum á smærru plássunum, hóast umstøðurnar har eru truplar, tí upprunaligu Føroyar skulu varðveitast? Eingin ivi er um, at upprunaligu Føroyar ikki skulu hvørva, hóast samfelagið er í støðugari menning.

Útoyggjarnar bløða

Hagtølini yvir gongdina í fólkatalinum kring Føroyar vísa eina dapra mynd á útoyggj.

Í 1950 búðu tilsamans 1.077 fólk í Fugloy,
Svínoy, Kalsoy, Hesti, Koltri, Mykinesi, Skúgvoy
og Stóru Dímun.

Í 2018 var talið komið niður á
228 fólk á hesum oyggjum.

Okkurt bendir á, at sama hvussu gott ferðasamband er til smæstu plássini í Føroyum, so minkar fólkatalið. Hetta vísa í hvussu er hagtølini, sum Hans Pauli Strøm, sosiologur, legði fram á 100 ára haldinum hjá Strandferðsluni í mai 2017. Í 70 ár er talið á íbúgvum á útoyggj minkað niður í ein fimting av tí, tað var.

Í 1950 búðu 200 fólk í Fugloy. Har er talið nú 37. Í Svínoy búðu 174 fólk. Nú eru tey 26.  Á Kalsoynni vóru 312 fólk í 1950 samanborið við 81 nú. Í Mykinesi vóru 141 samanborið við 16 í dag. Í Skúvoy búgva nú 32 fólk. Tey vóru 144 beint eftir kríggið. Soleiðis er gongdin á øllum útoyggjum. Væl kent er, at fólkatalið í mongum bygdum fór at minka, tí fólk fluttu burtur í stórum tali. Menn fóru at sigla ella tóku upp lønt arbeiði á stóru plássunum, og fleiri fóru eisini undir lestur. Stundum fluttu heilar familjur, um ein í familjuni skuldi avstað, og í flestu førum kom eingin aftur. Hetta sæst dyggiliga aftur á útoyggj.

Verður hugt at teimum stóru oyggjunum, stingur ein seg burtur úr sum tann fólkaríkasta. Heili 23.792 fólk búgva á Streymoynni nú, samanborið við 9.313 í 1950. Nógv tey flestu búgva í høvuðsstaðnum. Bara frá 1. apríl 2016 til 1. apríl 2017 vaks fólkatalið í Tórshavnar kommunu við 400. Tær av størstu oyggjunum, sum hava 
størstu avbjóðingarnar, eru Suðuroyggin og Sandoyggin. Fólkatalið í Suðuroy var 6.268 í 1950. Í dag er tað 4.612. Í Sandoynni búðu 1.561 fólk í 1950 og í dag 1.243. Vøkstur er annars í Vágum, á Borðoynni og serliga í Eysturoynni, har 6.988 fólk búðu í 1950. Í dag búgva 11.267 har.

Greitt er, at tað er serliga eftir seinna heimsbardaga, at Havnin veksur, og hon heldur bara fram at vaksa. Vøksturin er so stórur, at tá um útbyggingar av samferðslukervinum ræður, hevur fremsta málið verið at binda restina av Føroyum saman við miðstaðarøkinum, og hetta arbeiðið gongur skjótt. Í 2002 varð Vágatunnilin tikin í nýtslu, og í 2005 kom Norðoyatunnilin. Arbeiðið upp á Eysturoyartunnilin er í gongd, og tá hann er avgreiddur, skal Sandoyartunnilin gerast. Áðrenn hetta arbeiðið er byrjað, hevur Landsverk skotið upp, at ein tunnil til Suðuroyar skal gerast í tveimum – umvegis Skúgvoynna. Tá tað er gjørt, eru 99 % av Føroya fólki bundin saman.

Eru avbjóðingar í verandi flota at síggja nú, so verða tað enn fleiri í framtíðini. Tað er tí alneyðugt, at verandi floti verður dagførdur, soleiðis at hann hóskar til samtíðina og er brynjaður til komandi broytingar í samferðslukervinum. 

Seinast dagført: 03.02.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: