BYGGITÍÐTILMÆLD TÍÐARÆTLAN
3 ár2025-2028

Innkomuvegur til Havnar (2. partur)

Núverandi støða

Vegurin verður íbundin við 1. parti av Innkomuvegnum oman fyri vegin undir Krákugjógv, fer eftir verandi Oyggjarvegi til á leið við Hotel Føroyar og síðani vestur til Velbastaðvegin vestan fyri fjósið í Havnardali.

Møguligar loysnir

Nágreinilig verkætlan er ikki gjørd, eins og eingin avgerð er tikin um, hvar og hvussu møguligar íbindingar skulu gerast.

Verkætlanin er undir viðgerð, og fleiri kanningar mugu gerast í samstarvi við Tórshavnar kommunu fyri at staðseta vegin.

Íbindingarnar frá Oyggjarvegnum í Marknagilsvegin eru kommunalir vegir. Sí á kortinum niðan fyri, uppskotið hjá ávikavist Landsverki og Tórshavnar kommunu. Vegirnir eru ikki nærri viðgjørdir, og staðsetingin má kannast nærri.

Kostnaðarmeting

Í talvunum er ein kostnaðarmeting sett upp av hvørjari loysn og árligum útreiðslum av rakstri og viðlíkahaldi (R/V).

Eingin møgulig loysn er prosjekterað, og tí er ikki møguligt at gera eina neyvari prísmeting.

Vegaloysnin er mett út frá standard-prísum fyri líknandi verkætlanir.

Fyrilit er tikið fyri óvissum í slíkum verkætlanum við ± 10 % í sambandi við eindarprísin, og tí er torført at gera neyvari kostnaðarmeting.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Rakstur og viðlíkahald (R/V)
Øll verkløg eru tengd at rakstri og viðlíkahaldi. Sparingar kunnu vera, um gomlu vegirnir ella tunlarnir ikki skulu røkjast ella viðlíkahaldast meira.

Talvan niðanfyri lýsir hetta sum avlopsveg og –tunnil, men sparing er eingin. Í hesi verkætlan verða allar verandi farleiðir nýttar eftir nýgerð, og tí er eingin sparing av rakstri og viðlíkahaldi.

Rakstur: Rakstraruppgávur fevna um at veita streym til ljósútgerð, vanligt reinhald, reinsing av dreni og veitum, vetrarhald og vegamerking.

Viðlíkahald: Útskifting av perum í ljósútbúnaðinum, asfaltering 15.-20. hvørt ár og útskifting av bilverju.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Tilmæld loysn

Fleiri kanningar skulu gerast, áðrenn mælt verður til eina ítøkiliga loysn.

Kostnaðarmeting í 2018 prísum:

75-90 mió. kr. við einum árligum rakstri og viðlíkahaldi á 1,3 mió. kr.

Neyvari kostnaður fæst eftir prosjektering og útbjóðing.

Avleiddar verkætlanir

Ongar avleiddar verkætlanir eru.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Við Innkomuvegnum er møguligt at koyra uttan um bygt øki, tá farið verður ígjøgnum Havnina. Eisini fer vegurin binda syðra partin av Havnini við norðara partin.

Ein avleiðing av møguligum flogvølli á Glyvursnesi er økt ferðslutrýst. Innkomuvegurin hevði lætt um ferðsluna, sum fór ígjøgnum Havnina.

Í sambandi við Sandoyar- og Suðuroyartunnilin kann verkætlanin við Innkomuvegnum eisini fáa týdning. Tey, sum búgva norðan fyri Havnina, høvdu koyrt eftir Innkomuvegnum, um tey skuldu suðureftir.

Byggitíð

3 ár

Tilmæld tíðarætlan

2025-2028

Seinast dagført: 15.11.2018
m
Vegamót við Vestara Ringveg/Oyggjarvegin. Endalig linjuføring er ikki staðfest.
  • Uppskot frá Landsverki
  • Uppskot frá Tórshavnar kommunu

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: