BYGGITÍÐTILMÆLD TÍÐARÆTLAN
2-3 ár2019-2021

Gjøgnumkoyringarvegur Runavík-Saltangará

Núverandi støða

Fjøruvegurin í Runavík hevur verið ávegis í fleiri ár. Kommunan hevur bygt nakað av vegnum framvið fjøruni, so hvørt tørvur og játtan hevur verið til tað. Í 2018 játtaði landið 2,5 mió. kr. til at prosjektera Fjøruvegin. Landsverk metir ikki, at talan er um ein landsveg, og mælir heldur ikki til, at landið fíggjar vegin. Landsverk hevur luttikið í arbeiðinum at planleggja vegin, tí hann knýtir í landsveg í báðum endum.

Ferðsluframrokningar vísa, at ferðslumynstrið við Skálafjørðin broytist, soleiðis at ferðslan á landsvegnum á Glyvrum og Lambareiði ikki veksur stórvegis, tá Eysturoyartunnilin letur upp, tí pendlaraferðsla fer til Eysturoyartunnilin. Tað vil siga, úteftir heldur enn inneftir fjørinum. Lesast kann um væntaða ferðslu sum avleiðing av Eysturoyartunlinum í partinum um Gøtudalstunnilin, mynd 2-4.

Inni í Runavíkini og við Skúlan við Løkin (skúlin liggur við landsveg) veksur ferðslan úr 3.500 til 7.000 akfør um samdøgrið. Hetta er sjálvsagt ein stór øking, men umstøðurnar tola tað. Til ber tó at gera onkur trygdartiltøk ella smáar umleggingar, so skúlabørnini fáa eina trygga farleið.

Lastbilaferðslan er í dag 7 % á Gøtueiði og 5 % á Lambareiði. Um hon verður 7 % eftir Fjøruvegnum, er talan um umleið 500 lastbilar um dagin, ella 250 lastbilar í hvønn rætning.

Loysn fyri verkætlan

Endamálið við verkætlanini er at avlasta vegin gjøgnum Glyvrar, Saltangará og Runavík. Serliga er tað tunga ferðslan, sum skal leiðast oman á havnarlagið.

Á norðasta parti av vegnum (á Glyvravegi) verður mælt til at gera eina ljósstýring, sum leiðir ferðsluna inn og út úr býnum.

Miðteinurin er nýggi Fjøruvegurin. Á norðasta parti av miðteininum verður mælt til at leggja verandi veg um og gera nýggja íbinding til virkið hjá Bakkafrost, Bakkavegin. Fyri at verja fjøruna eitt strekki, fer vegurin ikki beina leið oman, men á skák gjøgnum lendið, til komið er til tað, sum longu er fyrireikað til Fjøruvegin. Á syðra parti av miðteininum fer vegurin eftir havnarlagnum, har neyðugt verður at taka onkran bygning burtur fyri at fáa ein góðan veg.

Loysnin í syðra endanum, sum er partur av ætlaðu býarmiðjuni hjá Runavíkar Kommunu, ynskir kommunan, at ein teinur á 3-400 metrar av Fjøruvegnum verður lagdur í eina lokarennu, sum er nakað dýrari, enn um vegurin varð gjørdur á eina grótfylling, men hetta er umráðandi fyri at kunna gera miðstaðarøkið í kommununi, millum gamla bátahylin í Runavík og Heiðaveg. Loysnin í syðra endanum fevnir eisini um at gera veg eftir havnarlagnum, leggja landsvegin (Rókavegin) um og knýta í nýggja tunnilsvegin.

Kostnaðarmeting

Í talvunum er ein kostnaðarmeting sett upp av hvørjari loysn og árligum útreiðslum av rakstri og viðlíkahaldi (R/V).

Allar metingar og kostnaðir eru sambært notati frá Runavíkar Kommunu um Fjøruvegin (2018).

Um verkætlanin skal gerast við lokarennu, væntast verklagsútreiðslurnar at vera 126 mió. kr.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Rakstur og viðlíkahald (R/V)
Øll verkløg hava rakstur og viðlíkahald sum avleiðing. Sparingar kunnu vera, um gomlu vegirnir ella tunlarnir ikki longur skulu røkjast ella viðlíkahaldast.
Talvan niðanfyri lýsir hetta sum avlopsveg og –tunnil, og her vera ongar sparingar.

Rakstur: Rakstraruppgávur fevna um at veita streym til ljósútgerð, vanligt reinhald, reinsing av dreni og veitum, vetrarhald og vegamerking.

Viðlíkahald: Útskifting av perum í ljósútbúnaðinum, asfaltering 15.-20. hvørt ár og útskifting av bilverju.

Raksturin av nýggju farleiðini er raksturin av lokarennuni og nýggja vegnum, umframt verandi landsvegi. Landsverk hevur ikki royndir við rakstri av lokarennum, men raksturin av samlaðu vegaloysnini liggur um 2,5 km á 250 kr./m/ár, og soleiðis umleið 0,6 mió. kr. um árið.

 

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Tilmæld loysn

Politisk avgerð er tikin um, at gjøgnumkoyringarvegurin skal gerast sum avleidd verkætlan av Eysturoyartunlinum.

Kostnaðarmeting í 2018 prísum:

60-120 mió. kr. við einum árligum rakstri og viðlíkahaldi á 0,6 mió. kr.

Avleiddar verkætlanir

Ongar avleiddar verkætlanir.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Ongar verkætlanir.

Byggitíð

2-3 ár

Tilmæld tíðarætlan

2019-2021

Seinast dagført: 17.01.2019
m
  • Gjøgnumkoyringarvegur - Fjøruvegur
  • Eysturoyartunnilin

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: