BYGGITÍÐTILMÆLD TÍÐARÆTLAN
3 ár2030+

Farleið til Vestmanna

Núverandi støða

Spurningurin um eina nýggja farleið til Vestmanna stingur seg upp, orsakað av at fólk kenna ampa av at koyra til Vestmanna í kavaveðri. Í 2018 var gerandisferðslan á hesum teininum 1.200 akfør um samdøgrið, og tá búðu 1.231 fólk í Vestmanna.

Vegurin liggur høgt (280 m á Høgareyni), og hevur teinurin longdarhall upp til 90 ‰.

Loysn 1

Tunnil úr Kvívík á 4,2 km og 500 m av nýggjum vegi

Við hesari loysn slepst undan at koyra um Høgareyn, sum er hægsta punkt á vegnum, og fjarstøðan millum rundkoyringinga á Leynum og Vestmanna verður 4,6 km styttri enn verandi vegur.

Sí linjuføringina á kortinum.

Loysn 2

Tunnil frá Leynavatni á 6,2 km og 600 m av nýggjum vegi

Við hesum tunlinum slepst undan at koyra um Stykkið og Høgareyn. Loysnin fer at minka um verandi fjarstøðu millum Kollfjarðardal og Vestmanna við 6,3 km og 5,9 km frá Vágunum til Vestmanna.

Sí linjuføringina á kortinum.

Loysn 3

Brúgv frá Oyrargjógv við einari hábrúgv á 1,4 km og 3,2 km av nýggjum vegi

Teinurin millum Kollfjarðardal og Vestmanna verður 2 km styttri, meðan teinurin millum Vágar og Vestmanna verður 10 km styttri.

Sí linjuføringina á kortinum.

Kostnaðarmeting

Í talvunum er ein kostnaðarmeting sett upp av hvørjari loysn og árligum útreiðslum av rakstri og viðlíkahaldi (R/V).

Eingin av loysnunum er prosjekterað, og tí er ikki møguligt at gera eina neyvari prísmeting.
Allar loysnirnar eru mettar út frá standardprísum fyri líknandi verkætlanir.
Fyrilit er tikið fyri óvissum í slíkum verkætlanum við ± 10 % í sambandi við eindarprísin, og tí er torført at gera neyvari kostnaðarmeting.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Rakstur og viðlíkahald (R/V)
Øll verkløg hava rakstur og viðlíkahald sum avleiðing. Sparingar kunnu vera, um gomlu vegirnir ella tunlarnir ikki skulu røkjast ella viðlíkahaldast meira.
Tó kunnu verandi vegir verða nýttir til neyðsynjarflutning, tilbúgvingar, aðra møguliga farleið, tá arbeiði er í tunlinum ella í sambandi við ferðavinnu, og tá eru eisini útreiðslur til rakstur og viðlíkahald íroknaðar. Harafturat er játtanin til rakstur og viðlíkahald minni enn tað, sum mælt verður til, í mun til best hóskandi raksturin, og tí er sparingin lítil.

Í hesi verkætlan er eingin avlopsvegur ella –tunnil, og tí verður einki spart av rakstri og viðlíkahaldi.

Rakstur: Rakstraruppgávur fevna um at veita streym til ljósútgerð, vanligt reinhald, reinsing av dreni og veitum, vetrarhald og vegamerking.

Viðlíkahald: Útskifting av perum í ljósútbúnaðinum, asfaltering 15.-20. hvørt ár og útskifting av bilverju.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Tilmæld loysn

Við verandi ferðslu og framkomuleika verður ikki mett neyðugt at broyta farleiðina.

Avleiddar verkætlanir

Ongar avleiddar verkætlanir.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Ongar verkætlanir.

Byggitíð

3 ár

Tilmæld tíðarætlan

2030+

Seinast dagført: 15.11.2018
m
  • Tunnil úr Kvívík (Loysn 1)
  • Tunnil frá Leynavatni (Loysn 2)
  • Brúgv úr Oyragjógv (Loysn 3)

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: