BYGGITÍÐTILMÆLD TÍÐARÆTLAN
3 ár2022-2025

Farleið tilTjørnuvíkar

Núverandi støða

Verandi vegur er 4,3 km langur (Haldórsvík-Tjørnuvík), einbreytaður og hevur fá víkipláss. Farleiðin hevur trupulleikar av gróti og skriðulopum. Arbeiðið at tryggja vegin er byrjað. Fyri at lofta lopum er 220 m av trygdarhegni sett upp nærhendis bygdini. Hegnið, sum var sett upp í 2007, liggur niðri, har tað hava verið stórir trupulleikar av lopum. Royndirnar við hegninum eru góðar. Maksimala longdarhallið er upp í 120‰. Í januar 2018 búðu 53 fólk í Tjørnuvík.

Loysn 1

Styttri tunnil

Ein tunnilsloysn er at gera ein 1.360 m langan tunnil millum Tjørnuvík og Fjøruglyvur, og at gera 200 m av nýggjum vegi í Tjørnuvík og dagføra vegin frá tunnilsmunnanum við Fjøruglyvur, suðureftir til Haldórsvíkar, í tann mun tað er neyðugt. Fjarstøðan millum Haldórsvík og Tjørnuvík styttist við 200 m.
Mælt verður til, at tunnilstoymið hjá Landsverki ger arbeiðið.

Sí linjuføringina á kortinum.

Loysn 2

Dagføringar kunnu gerast sum eitt nú vegøksl og fleiri víkipláss

Vegurin verður dagførdur við at bøta um eitt nú víkipláss og bilverju. Har vandin fyri grótlopi er stórur, verður veit gjørd fram við vegnum, ella trygdarhegn sett upp.

Sí linjuføringina á kortinum.

Loysn 3

Longri tunnil

Ein onnur tunnilsloysn er at gera ein longri tunnil millum Tjørnuvík og Haldórsvík, sum víst á kortinum niðanfyri. Fyrilit eigur at takast fyri hesi loysn, tí við hesum tunli slepst undan omanlopi á vegnum úr Tjørnuvík til Haldórsvíkar. Fjarstøðan millum Haldórsvík og Tjørnuvík styttist við 800 m.

Sí linjuføringina á kortinum.

Kostnaðarmeting

Í talvunum er ein kostnaðarmeting sett upp av hvørjari loysn og árligum útreiðslum av rakstri og viðlíkahaldi (R/V).

Eingin av loysnunum er prosjekterað, og tí er ikki møguligt at gera eina neyvari prísmeting. Metingin er gjørd út frá, at arbeiðið verður boðið út, og ikki at tunnilsliðið hjá Landsverki ger arbeiðið.

Allar loysnirnar eru mettar út frá standardprísum fyri líknandi verkætlanir.

Fyrilit er tikið fyri óvissum í slíkum verkætlanum við ± 10 % í sambandi við eindarprísin, og tí er torført at gera neyvari kostnaðarmeting.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr. Kostnaðarmetingin í klombur er um tunnilstoymið hjá Landsverki ger arbeiðið.

Rakstur og viðlíkahald (R/V)
Øll verkløg eru tengd at rakstri og viðlíkahaldi. Sparingar kunnu vera, um gomlu vegirnir ella tunlarnir ikki skulu røkjast ella viðlíkahaldast meira. Tó kunnu verandi vegir verða nýttir til neyðsynjarflutning, tilbúgvingar, aðra møguliga farleið, tá arbeiði er í tunlinum ella í sambandi við ferðavinnu, og tá eru eisini útreiðslur til rakstur og viðlíkahald íroknaðar. Harafturat er játtanin til rakstur og viðlíkahald minni enn mælt verður til, um tú ynskir best hóskandi raksturin, og tí er sparingin lítil.

Í hesari verkætlan er eingin avlopsvegur ella –tunnil, og tí eingin sparing av rakstri og viðlíkahaldi.

Rakstur: Rakstraruppgávur fevna um at veita streym til ljósútgerð, vanligt reinhald, reinsing av dreni og veitum, vetrarhald og vegamerking.

Viðlíkahald: Útskifting av perum í ljósútbúnaðinum, asfaltering 15.-20. hvørt ár og útskifting av bilverju.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Tilmæld loysn

Loysn 1

Landsverk mælir til at gera ein styttri tunnil við nýggjum vegi og dagføring av verandi.

Um hendan loysnin verður vald, verður mælt til, at tunnilsliðið hjá Landsverki ger tunnilin, tí hann kann tá væntandi gerast yvir 2 ár til ein kostnað á 50-60 mió. kr. Harafturat koma vegir og trygdarútgerð, har kostnaðarmetingin er 25-30 mió. kr.

Kostnaðarmeting í 2018 prísum:

125-150 mió. kr. við einum árligum rakstri og viðlíkahaldi á 1 mió. kr.

Neyvari kostnaður fæst eftir prosjektering og útbjóðing.

Um Landsverk ger arbeiðið, væntast kostnaðurin at vera 40 mió. kr.

Avleiddar verkætlanir

Ongar avleiddar verkætlanir.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Møguleiki er at nýta tunnilsgrót til dagføring av Víkavegnum.

Byggitíð

3 ár

Tilmæld tíðarætlan

2022-2025

Seinast dagført: 15.11.2018
m
  • Styttri tunnilin (Loysn 1)
  • Dagføring av verandi vegi (Loysn 2)
  • Longri tunnilin (Loysn 3)

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: