Ferðslutrygdartiltøk 
Á hvørjum ári verður peningur settur av á fíggjarlógini til smærri 
ferðslutrygdartiltøk. Endamálið við teimum er at betra ferðslutrygdina 
á verandi vegakervi. Talan er oftani um tiltøk, ið eru neyðug, tí ferðslan kann vera økt ella broytt, eftir at ein vegur ella tunnil er gjørdur; ella har nýggj vitan og broytingar í treytum og krøvum hava gjørt tað neyðugt at broyta verandi veg. Hetta kann vera í sambandi við trygdarkrøv, ið ikki samsvara við samtíðina. Játtanin til smærri ferðslutrygdartiltøk hevur seinastu árini ligið frá 2,0 til 7,5 mió. kr. árliga. Nógv trygdartiltøk eru gjørd seinastu árini, men nógv eru eftir at gera. 

Ferðslutrygdartiltøkini verða raðfest soleiðis, at mest møgulig trygd færst fyri játtanina. Tað merkir, at tiltøk verða sett í verk, har tú fyribyrgir flest ferðsluóhappum.

Fyri at tryggja verandi vegakervi so væl
og skjótt, sum til ber, verður mælt til,
at minst 10 mió. kr. verða játtaðar
árliga til smærri ferðslutrygdartiltøk.

Sum dømi um ferðslutrygdartiltøk kunnu nevnast: tryggjan av vegamótum, rumlifoyrur, ljós fram við vegnum, trygdarútbúnaður í tunlum, trygging av síðuøkjum, uppseting av bilverju, breiðking av vegi og víkipláss. Ráðið fyri Ferðslutrygd skipar javnan fyri ymsum kunningarátøkum um ferðslutrygd, og tey átøk, sum viðvíkja vegakervinum, kann Landsverk síðani fremja í verki sum eitt ferðslutrygdartiltak.

Serstøk játtan má latast til størri ferðslutrygdartiltøk, tí tey liggja uttan fyri fíggjarkarmarnar fyri smærri tiltøk. Her kann talan vera um eitt nú ljós í tunlum, umbygging av vegamótum og rundkoyringar.

Ferðslutrygdarætlanir saman við kommunum

Landsverk hevur gjørt fleiri ferðslutrygdarætlanir saman við kommunum, eitt nú í Vága-, Runavíkar- og Vágs kommunum. Løgreglan hevur eisini verið við í samstarvinum. Ætlanirnar fevna um vegateinar við landsferðslu, har partur ella partar av teinunum kunnu vera kommunalir. Endamálið við at gera ferðslutrygdarætlanir saman við øðrum er, at báðir partar samstarva um, hvat skal gerast á vegateinunum, so hædd verður tikin fyri bæði gjøgnumkoyrandi og staðbundnari ferðslu. Sum meginregla bera partarnir kostnaðin av tiltøkum á sínum øki, og farið verður soleiðis fram, at báðir partar binda seg til at gera tiltøkini í ávísari raðfylgju. Byrjað verður við at kortleggja verandi støðu og lýsa teir trupulleikar, ið eru á hesum vegateini. Við støði í ferðsluteljingum, ferðmátingum og óhappsskrásetingum, verða gjørd uppskot um ferðslutrygdartiltøk, ið kunnu betra um ferðslutrygdina. Hvørt einstakt ferðslutrygdartiltak á samlaða vegateininum skal lýsast nágreiniliga.

Fyri at fáa eina so optimala loysn sum tilber, verður skipað fyri tveimum lokalum borgarafundum. Hetta skal tryggja, at loysnirnar vónandi fáa longri livitíð, og at verkætlanin annars mennist tann vegin, sum lokalsamfelagið ynskir tað. Soleiðis gerast hesi eisini ein partur av tilgongdini. Tá ítøkiligu tiltøkini skulu fremjast, er tað soleiðis, at Landsverk ger tiltøk á landsvegunum, og kommunan á kommunalum vegum. Fyrimunurin við at hava eina felags ferðslutrygdarætlan er, at tiltøkini eru samskipað frá byrjan.

Um býarøkir verða viðgjørd við ferðslutrygd fyri eygað, og neyðugu ábøturnar verða útgreinaðar við røttu loysnunum, sum síðani verða settar í verk, verður mett, at ferðsluóhapp við fólkaskaða kunnu minka við 29%. Harafturat arbeiðir Landsverk við at gera ein lista yvir ferðslutrygdartiltøk, sum kommunur kunnu nýta í teirra staðbundna ferðslutrygdararbeiði.

Ferðslutrygdarætlan fyri Føroyar

Í 2007 kom fyrsta ferðslutrygdarætlanin fyri Føroyar út. Tíðarskeiðið var 2008-2015. Ætlanin fevndi um 35 ítøkilig ferðslutrygdartilmæli, ið øll hava til endamáls at betra um ferðslutrygdina. Ætlanin var, at ferðslutrygdarætlanin áhaldandi skal verða kannað og eftirmett fyri møguliga at seta nýggj mál ella mæla til onnur tiltøk og átøk fyri at koma nærri málinum í nullhugsjónini. Í ár hevur Ráðið Fyri Ferðslutrygd latið úr hondum eina dagførda Ferðslutrygdarætlan fyri Føroyar fyri tíðarskeiðið 2019-2027.
 

Ferðslutrygdarætlanin kann takast niður her. 

 

Málið er eisini, at ferðslutrygdarætlanin komandi árini verður eitt stavnhald hjá bæði landi, kommunum, feløgum, fyritøkum, einstaklingum og øðrum, sum eru við í arbeiðinum at virka fyri størri trygd á føroyska vegakervinum. Landsverk skipar fyri tiltøkunum á landsvegakervinum, men er eisini í ávísan mun við í tiltøkum, sum onnur varða av.

Serliga verður hugsað um ferðslutrygdareftirlit og kommunalar ferðslutrygdarætlanir.

Avleiðing av ferðslutrygdartiltøkum

Tað er neyðugt at fremja ferðslutrygdartiltøk samsvarandi við teimum óhappum, ið henda, og tí eru upplýsingarnar omanfyri umráðandi. Fleiri kanningar eru gjørdar, sum eitt nú kunnu síggjast í ”Håndbog, Trafiksikkerhed”, sum Vejdirektoratet gav út í 2014 og ”Trafikksikkerhetshåndboken”, sum Transportøkonomisk Institutt (TØI) i Noregi hevur latið úr hondum.

Niðan fyri síggjast dømi um tiltøk og avleiðingar av teimum í sambandi við minking av ferðsluóhappum.

Vegateinar, har óhapp koma fyri
Verður hugt at teimum støðum, har óhapp ofta henda, kunnu miðvís tiltøk setast í verk, sum kunnu fyribyrgja fleiri av teimum. Tiltøkini niðanfyri eru dømi um hetta:

Endurskipan av vegakslum
Fleiri óhapp henda, tí bilførarin fer út í vegøkslina og missir tamarhaldið á bilinum. Um vegøkslin ella økið uttan fyri málaðu strikuna er nóg breitt, kunnu óhapp minkast við millum 5 og 10 %. Á vegi, har loyvt er at koyra 80 km/t, eigur breiddin á koyribreytini at vera 3,5 m, og kantbreytin 0,75 m. Tað finnast vegir við ongari kantbreyt, men teir eru fáir.

Um ein bilførari er óheppin og endar úti í grúsvegaøkslini, er tað sera umráðandi, at hann endar á sløttum, haldgóðum lendi, og at tað ikki er kantur upp til asfaltið. Við at skipa og viðlíkahalda vegakslarnar, kann væntast ein minking á 8 % í stakferðsluóhappum við fólkaskaða (Håndbog, Trafiksikkerhed, Vejdirektoratet, 2014).

Mynd 5: Vegur við kanti upp til asfaltið

Rumlifoyrur
Ein onnur atvold til óhapp er manglandi eftiransni í ferðsluni, ella at bilførarin gerst móður og koyrir ótilvitað av vegnum. Í slíkum førum kunnu rumlifoyrur, sum eru fresaðar á fleiri landsvegum, vera eitt gagnligt tiltak. Um rumlifoyrur eru í miðjuni á vegum, har vandi er fyri, at akfør kunnu møtast, kunnu ferðsluóhappini við fólkaskaða minka við 25 %. Ein minking á 20 % av ferðsluóhappum við fólkaskaða fyri stakferðsluóhapp kann væntast, um rumlifoyrur eru fram við vegasíðuni (Håndbog, Trafiksikkerhed, Vejdirektoratet, 2014).


Mynd 6: Rumlifoyrur eru merki, ið vera gjørd í kant- ella miðlinju á vegnum

Bilverja
Bilverja skerjir talið av stakferðsluóhappum við fólkaskaða við 54 % (Håndbog, Trafiksikkerhed, Vejdirektoratet, 2014).

Í 2017 setti Landsverk upp tráðbilverju við Oyggjarvegin og norðan fyri bygdina Skipanes. Tað eru bert fáar ákoyringar hendar á tráðbilverjuna uttan stórvegis skaðar. Kanningar uttanlands vísa, at har tráðbilverjan kann setast upp í staðin fyri stálbilverju, kann væntast ein minking í sambandi við fólkaskaða við 68 % og 44 % í sambandi við deyðsfall, orsakað av ákoyring. Sama er galdandi fyri førarar á motorsúkklum (Trafikksikkerhetshåndboken, TØI).

Ætlanin er tí at halda fram við at seta tráðbilverju upp á teimum støðum, har tað er hóskandi. Harafturat kann tráðbilverjan setast upp í staðin fyri illa farnu stálbilverju, har tað ber til.


Mynd 7: Tráðbilverja

Endurskipan av vegljósútbúnaði
Nøktandi ljósútbúnaður á vegunum betrar munandi um ferðslutrygdina. Serliga á teimum støðum, har flestu óhappini henda í myrkri. Fleiri teinar hava eisini eldri ljósútbúnað, sum ikki lýkur endamálinum at lýsa vegirnir væl upp og gera teir tryggari. Góður og nøktandi vegaljósútbúnaður kann minka um óhapp í myrkri við 28 % (Håndbog, Trafiksikkerhed, Vejdirektoratet, 2014).

Ljósútbúnaður í smærri tunlum
Fleiri av smærri tunlunum hava fingið rýmingarljós, sum til dømis Hvalbiartunnilin og tunlarnir Norður um Fjall. Tó vantar ljós í loftinum. Ein eldri norsk kanning vísir, at tunlar við ljósútbúnaði hava 35 % færri óhapp, enn tunlar við ongum ljósi (Trafikksikkerhetshåndboken, TØI).

Seinastu árini hevur Landsverk sett ljósútgerð upp í fleiri tunlum kring landið, og byrjað er at seta ljósútgerð upp í Sumbiartunlinum.

Mælt verður til, at játtan verður latin til endamálið, tí arbeiðið kann ikki gerast liðugt í løtuni.

Ferðgái
Fleiri ferðgáar eru settir upp, tá komið verður til bygt øki. Kanningar vísa, at miðalferðin minkar við 2-10 km/t, og ferðsluóhapp við fólkaskaða minka við 11 % (Håndbog, Trafiksikkerhed, Vejdirektoratet, 2014).

Smærri steðgipláss
Landsverk hevur í fleiri ár arbeitt við at bøta um góðskuna á teimum steðgiplássum, sum liggja fram við landsvegunum (dvalarvikar). Her er talan um størri økir, har ferðandi kunnu hvíla seg, eta matpakka og njóta útsýnið. Eisini merkist ein størri eftirspurningur eftir smærri steðgiplássum, har koyrast kann inn á at tosa í telefon ella fyri at loyva øðrum bilum framvið. Tílík pláss krevja, at sýnisviðurskiftini eru góð, so tað er trygt at koyra inn og út av hesum plássum. Í okkara grannalondum verður mælt til, at frástøðan millum tílík pláss er millum 3 og 5 km á høvuðsvegum.

Kanningar vísa, at vandin fyri óhappi orsakað av møði er minni aftan á steðg á steðgiplássi, enn vandin var beint áðrenn (Trafikksikkerhetshåndboken, TØI). Vandin er størri, um einki steðgipláss er.

Vegamót við óhappum
Í vegateinum má slagið av óhappi lýsast og greinast, soleiðis at røttu tiltøkini kunnu setast í verk. Um fleiri óhapp henda grundað á brot á víkiskyldu, kann hetta skyldast vánaligt sýni, har eitt nú runnar ella trø standa í vegin og eiga at verða beind burtur ella flutt. Ein møguleiki er at umbyggja vegamótið til eina rundkoyring. Niðanfyri eru trý dømi um vegamót, sum áttu at verðið umbygd.

 


Kambsdalur: Umbygging av T-vegamóti til rundkoyring. Her kann ein minking væntast á 80 % í ferðsluóhappum við fólkaskaða.

 


Vágur: Umbygging av vegamóti við fýra beinum. Ein minking á 22 % í ferðsluóhappum væntast. 

 


Lambareiði: Umbygging av T-vegamóti við vinstrasnaringarbreyt. Ein minking í ferðsluóhappum við fólkaskaða á 25 % kann væntast. 

 

Betri skipan av gonguteigum
Talið av óhappum, tá fólk eru til gongu, kann minkast við at økja talið og góðskuna á teimum møguleikum fólk til gongu hava at sleppa yvir um vegin, har eingi vegamót eru ella á teinum millum vegamót. Hetta er serliga viðkomandi fyri vegir, ið hava mest loyvdu ferð á 40-60 km/t, har fleiri fólk til gongu ferðast. Tað kann vera á teinum millum og við vegamót, við busssteðgipláss og við krossgongugøtur. Tað hevur leingi verið fatanin, at gerð av gonguteigum, har einki vegamót er, viðvirka til fleiri óhapp bæði viðvíkjandi fólki til gongu og øðrum ferðandi. Nýggj gransking vísir hinvegin, at hetta bert hendir, um vegurin hevur fleiri enn tvær farbreytir. Tá bert tvær farbreytir eru, tykjast gonguteigar ikki at hava stórvegis ávirkan á trygdina, hvørki á jaligan ella neiligan hátt. Gonguteigar hava í høvuðsheitum tað endamál, at teir tæna framkomuleikanum hjá fólki til gongu (Håndbog, Trafiksikkerhed, Vejdirektoratet, 2014).

Á støðum, har gonguteigar eru gjørdir, kann trygdin betrast við at gera:

  • Ljósstýring av gonguteigi á einum teini
  • Gerð av oyggj á gonguteigi
  • Gerð av gonguteigi á hevjaðari flatu
  • Rimaverk við gonguteig, sum kunnu setast upp, har fólk ganga yvir um vegin og leiða fólk til gonguteigar á ein tryggan hátt

Ljósstýring við gonguteig minkar um óhapp við fólkum til gongu við 25 % . Eru oyggjar gjørdar, kann talið av óhappum við fólki minka við 25 % . Um gonguteigurin liggur hægri enn vegurin, kann væntast ein minking á 40%, og við at seta rimaverk við verandi gonguteig, ber til at minka óhapp við fólki til gongu við 40 % (Håndbog, Trafiksikkerhed, Vejdirektoratet, 2014).

Tilmæli

Mælt verður til, at í minsta lagi 10 mió. kr. verða játtaðar árliga til ferðslutrygdartiltøk. Tiltøkini eru nógv í tali, og kostnaðurin av teimum sera ymiskur. Talan er tó um minni verkætlanir kring landið.

Mælt verður til, at sjálvstøðug fígging verður latin til størri tiltøk, sum eitt nú umbygging av vegamótum og ljósútbúnaði við vegir og í tunlum.

Eisini verður mælt til at fáa eina felags ferðslutrygdarætlan gjørda saman við kommunum, og at samstarv um ferðslutrygd verður skipað við kommunur og aðrar viðkomandi partar.

Seinast dagført: 04.11.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: