Múlaleiðin



Núverandi støða
Múlavegurin bleiv gjørdur í áttatiárunum. Vegurin er 10 km langur og liggur millum Norðdepil og Múla. Vegurin er ein einbreytaður grúsvegur, tó eru einstakir teinar asfalteraðir.

Bygdin Múla er ein avfólkað bygd, men húsini vera í dag brúkt sum summarhús.

Múlavegurin liggur eftir fjallasíðuni í umleið 80 metra hædd úr Norðdepli og norður til Múla.
 

Vegøksl: Eingin vegøksl er fram við vegnum.
 

Asfalt: Múlavegurin er asfalteraður allan vegin uttan umleið 500 teir seinastu metrarnar inn til bygdina. Asfaltið er tó í sera ringum standi undantikið teir 550 metrarnir úr Norðdepli, ið vóru asfalteraðir fyri fáum árum síðani.
 

Avmarkingar: Av tí at vegurin er so vánaligur, eru avmarkingar settar, soleiðis at akfør tyngri enn 7 tons ikki hava loyvi til at koyra eftir vegnum.
 

Víkipláss: Víkiplássini eru fá.
 

Dvalarvikar: Her eru gjørdir 3 dvalarvikar á Múlaleiðini:

- ein høvuðs dvalarviki sunnan fyri bygdina
- ein við ánna (Krossdalsá)
- ein í dalinum (Ærgisdalur).

 

Parkeringspláss: Til ber at parkera við dvalarvikarnar. Eisini er gjørt eitt parkeringspláss beint áðrenn bygdina, soleiðis at tey ferðandi kunnu parkera bilin og ikki koyra inn ímillum húsini.
 

Prestar: Eingir prestar eru fram við vegnum.
 

Bilverja: Har bilverja er, er hon í hampiligum standi. Á teininum Norðuri á Svarthamri er eingin bilverja, bara stabbasteinar. Hetta er ikki nøktandi fyri trygdina og bilverja eigur tí at verða sett upp.
 

Vegrist: 4 vegristir eru á teininum. Allar eru í vánaligum standi og eiga at verða skiftar út.
 

Vetrarhald: Vegurin verður ikki kavaruddaður og saltaður um veturin. Tað er tó ikki kunnað um, at einki vetrarhald er á vegnum, og tí eigur skeltið at verða sett upp við hesum upplýsingum.
 


 

 

Seinast dagført: 07.02.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: