Fleiri fólk,bilar og krøv

Eitt smidligt undirstøðukervi er ein treyt fyri kappingarføri og evninum at tillaga seg sum samfelag. Undirstøðukervið hevur fyrst og fremst alneyðugan týdning fyri vinnulív; útboð av arbeiðsplássum, búsetingarmynstur, heilsuøki, útbúgvingarmøguleikar, trivnað og menning av samfelagnum. Krøv og treytir til og frá hesum tænastum eru vaksandi, og við støði í verandi bústaðarmynstri skulu vit hava eitt undirstøðukervi, sum ger tað møguligt hjá fólki at búseta seg og arbeiða, har tey helst vilja. Somuleiðis skal vegakervið ikki vera ein forðing fyri staðseting av tænastu-, mentanar-, útbúgvingar- og vinnufyritøkum
og stovnum.

Føroyingar hava nú í meira enn hundrað ár bygt vegir, tunlar, brúgvar, byrgingar og havnir fyri at gera tað lætt at ferðast millum bygd og bý. Arbeitt hevur verið miðvíst fram ímóti at fáa tað at bera til at búgva í einum staði í landinum og fara til arbeiðis, í skúla og nýta somu tænastur og frítíðartiltøk aðrastaðni í landinum, enn í lokaløkinum. Ferðatíðirnar eru
styttar munandi, eftir at vegakervið er bygt út við vegum og tunlum. Ferðir, ið fyrr tóku hálvan dag, taka nú hálvan tíma, og føroyingar pendla sum ongantíð áður.

Nú Eysturoyartunnilin er væl áleiðis, og Sandoyartunnilin eisini skjótt gerst veruleiki, eins og Suðuroyartunnilin hómast í sjónarringinum, kann sigast, at tað ikki er langt á mál við
ætlanini at knýta landið saman. Tá Suðuroyartunnilin er bygdur, hava 99 prosent av føroyingum fast samband, og ferðatíðirnar millum Suðuroynna og restina av landinum verða styttar enn meira.

Tá Suðuroyartunnilin er veruleiki, fara suðuroyingar at hava umleið somu ferðatíð til Havnar, sum norðoyingar hava í dag. Hetta merkir, at ferðatíðin hægst verður ein tíma av Tvøroyri til Havnar. Sæð burtur frá Suðuroyartunlinum og øðrum tunlum, sum standa raðfestir á listanum yvir framtíðar íløgur, verður undirstøðukervið í framtíðini neyvan eins nógv útbygt í vavi. Í dag eru vit mitt í einum tøkniligum vegamóti, og nýggj krøv fara at verða sett til, hvussu undirstøðukervið skal rekast og mennast. Tí kann væntast, at í framtíðini verða verandi farleiðir ikki útbygdar í sama mun, men heldur gjørdar tryggari og betri fyrireikaðar til framtíðar tøkniligar avbjóðingar. Hetta fer at elva til eitt meira fjølbroytt undirstøðukervi. 

Sum dømi um ein veg, ið verður tillagaður einum nýggjum ferðslutørvi, kann vegurin tvørtur um sandin í Hvalba nevnast. Har var ein tvíbreytaður vegur gjørdur til ein sonevndan »2 minus 1« veg. Eyðkenni fyri ein slíkan veg er, at hann hevur breiðari einbreytaða farbreyt til akførini at koyra á báðar vegir, og so hevur hann eina gongu- og súkklurás á báðum síðunum og vegøksl báðumegin. Leggjast kann afturat, at slíkir vegir eru vanligir í øðrum norðurlondum, og royndirnar eru sera góðar. Bilarnir koyra spakuligari, fólk til gongu kenna seg tryggari, og nøgdsemið hjá øllum pørtum er sum heild betri. 

FLYTFØRI Í FØROYUM
Í januar 2019 búðu 51.336 fólk í Føroyum, og í juli mánaði var talið 51.894 fólk. Tað er ein øking á 558 fólk upp á tveir mánaðir. Megnar landið at húsa vaksandi talið á teimum, ið flyta til Føroya, kunnu vit vænta, at fólkavøksturin heldur fram. Sum avleiðing av einum vaksandi fólkatali í Føroyum, verða hægri krøv sett til flestu tænastur, sum samfelagið veitir borgarum, og krøvini eru eisini galdandi fyri samferðslukervið.

Strandfaraskip Landsins og Landsverk ynskja at fylgja við tíðini og teirri menning, ið fer fram aðrastaðni og her á landi, eins og arbeiða fyri, at flutningur á landsvegunum og á sjónum hóskar til eitt nútíðar vælferðarsamfelag og gerst skjótari, betri og tryggari.

 

 

FLYTFØRI AV STØRSTA TÝDNINGI
Flytføri ella mobilitetur og samferðslukervið eru grundsúlur í einum nútíðar samfelag. Tað er ein fyritreyt fyri kappingarføri í vinnuni, fyri menning av bústaðarøkjum, býum og londum og fyri vælferðini hjá borgarum. Uttan eitt haldbart vegakervi er eingin fíggjarligur vøkstur, tí framkomuleiki hevur stóra ávirkan á arbeiðsmarknaðin, handilslívið, skúla- og útbúgvingarmøguleikar og frítíðina. Um ‘flowið’ í ferðsluni koyrir væl, so koma vit til arbeiðis til tíðina, vit møta rættstundis til fundir, vit sleppa ótarnað til arbeiðis, til barnagarðar og onnur støð. Hetta økir trivnaðin og lættir um gerandisdagin hjá fólki.

Men hvat er flytføri? Flytføri er í høvuðsheitum, at fólk og farmur kunnu flyta úr einum staði í annað. Í Føroyum eru trý sløg av ferðslufarleiðum: vegir, sjóleiðir og flogleiðir, sum aftur kann býtast í smærri eindir sum gongu- og súkkluferðslapersónbila-, buss-, vørubila-, flogfara- og lastbilaferðsla og so framvegis. Til tess at skilja hugtakið flytføri, kunnu nevnast nakrar av avbjóðingunum fyri flytføri, sum er vaksandi fólkatal
og fólkatættleiki, avbjóðingar við parkeringsviðurskiftunum í býunum, skiftandi veðurlagið og lokala umhvørvið. Til dømis kann nevnast, at gott flytføri og skjótur framkomuleiki, merkir ikki neyðturviliga, at skjótasta akfarið uppfyllir tín tørv. Størsta orsøkin til, at fleiri danir enn føroyingar nýta súkklu, er nevniliga, at tað er skjótt at koma fram, tað er bíligt, umhvørvisvinarligt og hentleikar eru til súkklur við skúlar og almennar bygningar og
gongugøtur. Tað ber til at menna flytføri á súkklu í Tórshavn og øðrum býum í Føroyum og gera tað lokkandi fyri fólk flest at súkkla, hóast vit hava brekkur og skiftandi veðurlag. Ein ætlan fyri, hvussu arbeiðast skal fyri at gera umstøðurnar góðar til súkkling, eigur at verða partur av menningini av undirstøðukervinum í Føroyum.

KERVIÐ FLEIRI BEIN AT STANDA Á
Undirstøðukervið kring allan knøttin er í dag undir trýsti. Samfelagsfyribrigdi ella »mega trends« sum urbanisering, veðurlagsbroytingar og skjóta menningin innan tøkni, eru ikki bara ein føroysk, men altjóða avbjóðing. Hvussu fólk flyta, hvar tey velja at búseta seg, og hvussu onnur samfelagsmynstur broytast, er ikki til at spáa um við vissu. Við stórum verkætlanum sum eitt nú tunnilsverkætlanir bæði á landi og sjógvi, kunnu væntast, at stórar demografiskar broytingar eru ávegis. Sjónin millum íløgur og tørv kámast so hvørt, sum samfelagið mennist við rúkandi ferð. Spurningurin er, um tað er møguligt at fylgja við tí menning, sum fer fram, um arbeiðið at fyrireika undirstøðukervið til
framtíðina er tengt at politiskari fígging.

Ein samansettur spurningur leiðir ofta til annan og fleiri við, og tískil má spurningurin
eisini setast, um lóggávan og fíggjarskipanirnar á økinum skulu broytast, soleiðis at tað ber til, at aðrir fíggingarhættir kunnu verða eitt ískoyti til verandi skipan. Stóru samfelagsbroytingarnar, og menning av samferðslukervinum sum heild, eiga at hava tvey sterk bein at standa á. Annað beinið er umhugsni, varsemi, góðir førleikar og góð planleggingaramboð, um vit ynskja eina betri framtíð í sambandi við flutning og ferðslu. Hitt beinið, sum eisini er ein fyritreyt fyri, at góð samferðsluplanlegging kann fremjast og vera skynsom, er fígging, og tí er alneyðugt, at politiski myndugleikin gerst ein
viðspælari. 

Við vaksandi ferðslu á vegunum gerst tað meiri trongligt. Tað skapar avbjóðingar í ferðsluni og til tíðir ørkymlan millum bilførarar. Hóast ferðslan í Føroyum koyrir lutfalsliga væl og ótarnað í mun til størri lond kring okkum, so sæst eingin minking í talinum av árligu skrásettu bilunum í Føroyum. Fleiri íbúgvar og fleiri ferðafólk hava eisini við sær, at fleiri bilar nýta vegirnar. Tí er tørvur á einari ætlan, sum viðger ferðsluna í Føroyum í síni
heild og við framtíðini í huga. Tað er alneyðugt, at føroyingar strategisk eru til reiðar at taka ímóti teimum, ið búseta seg í landinum ella vitja í eitt tíðarskeið. Ein samferðsluætlan kann tryggja, at ferðsluplanleggingin, sum stuðlar undir samfelagsmenningina, kann vera burðardygg, at íløgur eru rættar, og at fylgt verður við tíðini, soleiðis at røtt tøkni verður nýtt at birta upp undir eina pendlaramentan og at raðfesta fólkaheilsu og harvið gongu- og súkklurásir. 

 

 

VEÐURLAGSBROYTINGAR OG AVBJÓÐINGAR
Evnini í Samferðsluætlanini leggja millum annað dent á avbjóðingar sum veðurlagsbroytingarnar. Vónandi kann ætlanin virka fyri, at avgerðir viðvíkjandi samferðslukervinum verða tiknar við støði í broyting í veðurlagnum og ikki minst ferðslubroytingum, ið kunnu koma av størri verkætlanum fyri framman, sum til dømis bæði tunlar á landi og undirsjóvartunlar.

Tað skal ikki vera nøkur loyna, at Føroyar liggja ovarlaga á listanum yvir lond við høgum CO2 útláti. Hvussu menniskjan hevur ávirkað veðurlagið, og hvørjar broytingar væntast at síggjast í framtíðini, ørkymlar fleiri og fleiri fólk í dag. Slíkt sæst og hoyrist í samskifti millum fólk í fleiri ymsum fora, og tað eigur eisini at síggjast aftur í lóggávu, orku- og umhvørvispolitikki og menning av undirstøðukervinum.

BANNA BENSIN- OG DIESELAKFØR
Orsakað av tí uppmerksemi, ið broytingar í framtíðini hava fingið tey seinastu tvey áratíggjuni, hava danir sett 2030 sum áramál fyri, at søla av bensini- og diesel-akførum verður bannað.

Hugburðsbroytingar mugu til, um kósin frameftir skal gerast grønari og umhvørvisvinarligari. Nýggjastu bilarnir í dag eru lutvíst sjálvkoyrandi ella –stýrandi, og ein stór kollvelting í automatisering av mongum samfelagsøkjum kann væntast longu
í 2035. Stovnar sum Strandferðslan og Landsverk eiga at verða fyrireikaðir til framtíðina. Tískil er framtíðin og heildin alneyðug at taka inn í nútíðar planlegging og arbeiðið við ferðslu. Samferðsluætlanin tekur útgangsstøði í Føroyum og føroyingum, tó við ábyrgd fyri altjóða umhvørvinum.

Allir føroyingar eru felags um eina betri framtíð fyri føroyingar, og Føroyar eru felags um eina betri framtíð fyri allar heimsins borgarar.

Seinast dagført: 09.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: