Útoyggjafelagið

Útoyggjafelagið

Landsverk hevur verið í jøvnum samskifti við Útoyggjafelagið um ymisk viðurskifti, ið eru viðkomandi fyri undirstøðukervið á útoyggjum. Felagið hevur sum endamál at menna útoyggjarnar og at skipa fyri tiltøkum á hvørjum ári, ráðstevnum, skeiðvirksemi,
verkstovum, mennandi verkætlanum, at koma til orðanna við politiska myndugleikan og fáa hesi at síggja tørvin á skjótum og munagóðum ábótum á samferðslu og farmaflutning
og á øðrum virksemi, ið kann betra um umstøðurnar á útoyggj.

ÚTOYGGJAÆTLAN
Útoyggjafelagið fekk á fundi 31. mai 2018 møguleikan at leggja teirra sjónarmið fram fyri landsstýrinum. Tey vóru kunnaði um fleiri øki, ið veruliga tørva eina ítøkiliga atgerð. Fíggjarliga og/ella skipanarliga skulu útoyggjarnar hava lív lagað. Øll átøk til bata eru stór stig á leiðini. Til tess at fáa yvirlit yvir støðuna er neyðugt við einari ítøkiligari heildarætlan fyri menning av útoyggjunum. Millum annað soleiðis, at íbúgvarnir kunnu fáa
nakað burtur úr ferðavinnuni.

Við tí arbeiði hjá Visit Faroe Islands at menna ferðavinnuna, har tað verður víst útoyggjunum áhuga, lækkar tænastustøðið samstundis, um einki verður gjørt fyri at betra um umstøðurnar hjá teimum lokalu. Vissa má vera fyri, at tað altíð er pláss fyri bygdafólkunum umborð á ferjunum og tyrluni og at betra um farmaflutning og undirstøðukervið á útoyggjunum sum heild.

ENDAMÁLIÐ VIÐ EINARI SAMLAÐARI ÆTLAN FYRI
ÚTOYGGJARNAR ER MILLUM ANNAÐ AT:

» fáa til vega ítøkiliga kunning um kostnaðin av at dagføra
   útoyggjarnar
» fáa betri grundarlag fyri kjaki og avgerðum
» gera tað møguligt at leggja ætlanir fyri framtíðina
» leggja upp til eitt tænastustøði, ið ger tað møguligt at búgva
   á útoyggj
» skapa karmar, ið gera tað møguligt at reka vinnu (flutning,
   reint vatn o.l.)
» gera tað møguligt hjá børnum at vaksa upp á útoyggj
   (skúla, trygd o.l.)

Í nøkrum av teimum málum, ið íbúgvar á útoyggj meta størstan tørv á at fáa framd, verður undirstøðukervið nevnt. Neyðugt er at seta meira pening av á komandi fíggjarlóg til hesi mál.

 

 

Málini fevna um hækkaða játtan til Strandferðsluna, soleiðis at farmaflutningurin kann betrast og fáast í trygga legu, at tyrlan kann flúgva til útoyggjarnar, tá skipini ikki kunnu sigla vegna veður, og at farið verður undir eina tilgongd at endurnýggja skipaflotan, ið rekur útoyggjaleiðirnar. Strandferðslan og Landsverk eiga saman við kommunum, sum varða av útoyggjunum, at fara undir eina miðvísa dagføring av øllum
undirstøðukervinum á útoyggj.

ÁHEITAN Á LANDSSTÝRIÐ
Útoyggjafelagið skrivaði 30. september 2018 eina áheitan til táverandi landsstýrismann um at tryggja, at játtanirnar til Strandferðsluna og Landsverk máttu økjast á fíggjarlógini árið eftir. Sagt er frá, at tað er avgerandi neyðugt, at Strandferðslan fær hægri játtan á fíggjarlógini, sum skuldi oyramerkjast til farmaflutning á útoyggj. Hetta skuldi sambært Útoyggjafelagnum loysa trupulleikan og tann ruðuleikan, sum var við, at Strandferðslan skuldi leiga skip og fíggja tað av Útjavningarstuðlinum. Uppskotið hjá Útoyggjafelagnum var, at Strandferðslan setir farmatúrar inn í ferðaætlanina - tveir túrar um árið,
ella eftir tørvi, og fíggjar hetta av egnari játtan.

 

 

Í somu áheitan varpaði Útoyggjafelagið ljós á, at tað er av alstórum týdningi, at upphæddin, sum fíggjar ‘stuðul til infrakervið á útoyggj’, ið Landsverk umsitur, mátti økjast munandi.

Tað eiga at setast millum 4 og 6 mió. krónur av á fíggjarlógini komandi árini, soleiðis at alt undirstøðukervið á útoyggj, kemur upp á eitt brúkiligt støði. Útoyggjafelagið vísti á átroðkandi tørvin til eina hækkaða játtan, tí útoyggjarnar tola ikki, at alt enn
einaferð fer í drag.

Tá ræður um undirstøðukervið, er langt á mál. Lítil og ongin peningur er tøkur til endamálið. Vónin hevur leingi verið, at landsstýrið fór at endurreisa játtanina, men so var ikki. Talan er um játtanina til ‘undirstøðukervið á útoyggj’, ið kommunurnar kunnu søkja. Fyrr vóru um 4 mió. krónur á hesi játtan, men játtanin var skerd niður á bert 700.000 krónur, har hon framvegis er.

Eitt dømi um avbjóðingar er tyrlan, sum er ein týðandi partur av samferðsluni til útoyggjarnar. Men av tí at ferðavinnan er vaksandi, veksur trýstið á tyrluna. Á vári 2018 var greitt, at tað bar ikki longur til at lata ferðafólk bóka ferðir ein mánaða frammanundan,
tí eftir bert fáar minuttir vóru allir túrar hjá tyrluni bókaðir av útlendingum. Útoyggjafelagið og Atlantsflog sótu saman á fundi í mars-apríl 2018 við tí endamáli at finna eina loysn á hesum. Úrslitið varð, at bókingarskipanin varð umløgd soleiðis, at onnur enn fastbúgvandi ikki sleppa at bóka túrar, fyrr enn eina viku frammanundan fráferð. Hetta loysti ikki allar
trupulleikar, men var eitt gott stig á leiðini. Serliga Stóra Dímun hevði trupulleikar við at fáa vørur inn á meginlandið, tí tyrlan úr Suðuroy oftani var fult lastað. Tyrluskipanin í dag er til øll, men útoyggjabúgvar fáa ein brúkara til bíleggingarskipanina, so at tey fáa avsláttur og annað, sum tey hava rætt til. 

Seinast dagført: 05.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: