Tilmæli

Strandferðslan og Landsverk tekur undir við niðurstøðuni hjá Útoyggjafelagnum um, at tørvur er á eini samlaðari ætlan fyri útoyggjar fyri at lyfta tær upp á eitt brúkbart støði viðvíkjandi undirstøðukervi og tænastu. Hetta fyri at bygdafólkið og oyggjarnar kunnu vera førar fyri at taka ímóti ferðafólkastreyminum, sum kemur á hvørjum ári. Til frama fyri økismenning eiga viðkomandi almennir stovnar, kommunur, bygdir, einstaklingar og onnur áhugað at virka fyri rímiligari javnvág vinnuliga, mentanarliga og sosialt.

Mælt verður til, at heildarætlanin skal millum annað viðgera endurnýggjan av flotanum hjá Strandferðsluni, farmaflutning og betran av samferðslumøguleikunum sum heild. Við einari slíkari útoyggjaætlan kann Strandferðslan og Landsverk lættari meta um tørvin í samferðsluni á útoyggjunum.

Mælt verður eisini til, at núverandi samanseting av ognarskapinum av havnum og ferjulegum, sum er býtt millum Landsverk og kommunurnar, kemur í eina hóskandi legu, soleiðis at allar havnir í hvussu so er, verða, um tær ikki verða lagdar undir sama stovn, hildnar viðlíka. Harafturat verður mælt til, at tað verður gjørd ein støðumeting av øllum havnum, og síðani verður ein ítøkilig virkisætlan gjørd, ið væl lýsir, hvussu farast skal fram, og kostnaðarmetingar.

LANDSVERK MÆLIR TIL, AT VEGAKERVIÐ Á
ÚTOYGGJUNUM VERÐUR DAGFØRT:

» Vegakervið í Kalsoy er lýst í partinum um Smærri íløgur
   komandi árini.
» Vegakervið í Svínoy er umleið 1.500 m
   (7.500 kr./m) = 11 mió. kr. (nærri tørvsgreining má gerast av
   vegakslum, víkiplássum, bilverju og asfalti).
» Vegakervið í Fugloy er umleið 5.000 m
   (7.500 kr./m) = 38 mió. kr. (nærri tørvsgreining má gerast
   av vegakslum, víkiplássum, bilverju og asfalti).

Landsverk mælir harafturat til, at hølisviðurskiftini verða betraði fyri tyrlupallarnar í Klaksvík, á Boðanesi og í Froðba. 

Kostnaðurin liggur um 1 mió. krónur fyri hvønn tyrlupallin, t.e. tilsamans 3 mió. krónur.

Harafturat mælir Landsverk til, at tangaáfyllingarnar í Klaksvík og Froðba eiga at dagførast. Kostnaðurin fyri Froðba er 300.000 krónur, kostnaðurin fyri Klaksvík er 500.000 krónur, t.e. tilsamans 800.000 krónur.

Seinast dagført: 05.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: