Umhvørviog veðurlagsbroytingar

Landslagið í Føroyum er vakurt, sermerkt og spennandi, og tað er eitt serligt virði fyri føroyingar og fyri tey, ið vitja oyggjarnar. Talan kann vera um fagurfrøðilig, jarðfrøðilig, mentanarlig og náttúruvirði ella onnur virði, ið eyðkenna Føroyar. Fjallalendið við varðagøtum og serstøkum víddum hevur stóran týdning fyri lívið í náttúruni og ferðavinnuna, men er samstundis viðkvæmt. Óbótaligur skaði kann gerast, um óheppin inntriv verða framd.

 

 

Menningin av økjum, har møguleiki er fyri framtíðar búseting og vinnu, krevur, at tað í tilrættislegging og gerð av komandi vegum, tunlum og øðrum, verður hugsað um avleiðingarnar av áløgdu linjuføringunum. Vegirnir eiga at verða lagdir soleiðis, at teir hóska til landslagið. Tað kann vera betri at byggja ein veg, sum hevur nakrar smærri bogar, heldur enn ein langan, beinan tein, ið ger, at ferðin økist, og sum ofta er ein alt ov áleypandi lutur í landslagnum.

Samferðslukervið eigur altíð at verða ment við umhvørvinum í huga og á tílíkan hátt, at møguleikarnir hjá øllum ferðandi at njóta landslagið og náttúruna, herundir Sóljuleiðirnar og aðrar gøtur og leiðir. Tað veri seg í náttúru, haga ella fram við vegum millum bygdir. Sóljuleiðirnar eru viðgjørdar í partinum Føroyar sum ferðafólkaland og nakrar í Smærri íløgur komandi árini.

Óheppin umhvørvisárin eru serliga, har nógv ferðsla er í bygdum øki. Nógva ferðslan hevur óhepnar avleiðingar. Vegirnir við nógvari og gjøgnumkoyrandi ferðslu, elva til trupulleikar við dálking, larmi og øðrum forðingum, sum til dømis, at nógv ferðsla kann býta eina bygd í tvey. Høvuðsvegakervið við nógvari gjøgnumkoyrandi ferðslu eigur at verða lagt uttan um bygt øki, so tað órógvar minst møguligt.

Vegir eiga, so vítt tað er møguligt, at verða lagdir í láglendi við fáum brekkum til tess at minka um orkunýtsluna og harvið útlátið av CO2. Stuðlað eigur at vera undir felagsferðslu fyri at minka um koyring við privatbili. Millum annað við at menna almennu ferðsluna, bæði við bussum og ferjum.

Ferðsluplanleggingin skal miða ímóti at geva eina javnvág millum flutningstørv og umhvørvi, umframt at samferðslukervið skal vera fagurfrøðiliga sniðgivið og geva atgongd til náttúruna. Fagurfrøði og listfrøði tykjast ikki at vera hugtøk, sum treytaleyst kunnu setast í samband við gerð av vegum og tunlum, men tað eigur at verða raðfest í planleggingararbeiðinum, soleiðis at øll ferðandi kunnu uppliva og njóta landslagið og náttúruna so ektaða sum gjørligt. Tí tað er eingin loyna, at menning av samferðslukervinum setir týðilig spor í landslagið og ávirkar umhvørvið, og hvussu vit uppliva náttúruna.

 

 

LARMUR FRÁ FERÐSLU
Á vegum við nógvari ferðslu kann óljóð vera ein trupulleiki, ið ber í sær, at lívsvirðið hjá 
fólki, sum býr í økinum, versnar. Sambært altjóða heilsufelagsskapinum, WHO, kann 
óljóð frá ferðslu hava ávirkan á heilsuna, sum til dømis samskiftistrupulleikar, 
høvuðpínu og strongd. Ampar av óljóði síggjast eisini ofta í húsaprísunum. 
Er nógv óljóð í einum øki, lækkar húsaprísurin. Kanningar vísa, at tá húsaprísir skulu 
ásetast, hevur óljóð líka nógv at siga sum sjálvt bústaðarøkið, eins og støða og aldur á 
húsunum (Upplýsingar um ferðslularm: www.euro.who.int/en/health-topics/environment-andhealth/noise/data-and-statistics).

Óljóð frá ferðsluni skal havast í huga, tá ætlanir verða gjørdar um nýggjar vegir 
nær bygdum øki. Ferð og óljóð eru samanhangandi tættir, eins og samansetingin 
av slagi av ferðslu, sum er býtið millum persónbilar og tunga ferðslu.

Kanningar av ljóði og larmi eiga at vera gjørdar við verandi vegir og ábøtur framdar, um neyðugt.

NØKUR AV TILTØKUNUM, IÐ KUNNU SETAST Í VERK, ERU:

   » Verjugarðar og skermar, ið minka um larm
   » Ný- ella endurasfaltering við serligum asfalti, ið minkar um
      ljóðið frá akførunum

Verjugarðar fram við vegnum minka um óljóðið frá ferðsluni, og tað kann gerast neyðugt í framtíðini at byrgja fyri óljóðinum, har ikki ber til at planleggja við at velja aðrar farleiðir.
Henda fyribyrging má næstan altíð metast sum ein neyðloysn, tí verjugarðar/skermar aloftast verða mettir at vera fremmandir lutir í umhvørvinum. Í sambandi við gerð av vegi og endurasfaltering er neyðugt, at vegirnir, ið liggja við bústaðarøki, larma minst møguligt. Vanliga liggja landsvegir ikki í bygdum øki, men tó verður fyrilit tikið fyri larmi í sambandi við rumlifoyrur, sum vanliga ikki vera fresaðar innan fyri býar- og bygdaøki. Um landsvegur er í bústaðarøki kann asfalt, ið gevur minst ljóð frá sær, verða lagt á slíkum teinum.

Danir fylgja vegleiðingum, ið eru samsvarandi ES-samtykt um larm í ferðsluni, men peningur er ikki tøkur hjá Landsverki at gera líknandi kanningar og fremja neyðugu átøkini. ES vegleiðingarnar leggja upp til, at kanningar vera gjørdar 5. hvørt ár, har ætlanir síðani vera framdar í verki, og kunning og hoyring av borgarum eisini er ein partur av mannagongdini. Endamálið hjá ES er at skapa eina felags evropiska 
mannagongd, sum leggur støði fyri ferðslularm. Kortleggingar og skrásetingar vera lagdar út alment, soleiðis at bestu royndirnar kunnu vera íblástur hjá øðrum londum, og at lokaløkir við flestu avbjóðingum kunnu raðfestast og betrast.

Umhvørvisstovan og Tórshavnar havn gjørdu eina ljóðkanning í Kollafirði í januar 2019. Fýra mátistøðir vórðu settar upp í bygdini Signabø og á Langasandi í Kollafirði. Ljóðmátararnir gjørdu samanhangandi mátingar í øllum mátitíðarskeiðinum.

Umframt sjálvvirkandi mátingar, eru eisini handligar mátingar gjørdar, tá ymisk skip hava ligið við bryggju. Út frá hesum mátingum eru simuleringar gjørdar av ljóðspjaðing frá havnarløgunum. Kanningin vísti, at ljóðsstøðið á Signabø liggur umleið ella beint undir tilmælunum frá WHO fyri ljóð frá ferðslu, men ljóðstøðið á Langasandi 
liggur væl oman fyri hesi tilmælir. Frekvensgreiningar vísa, at lágfrekvent 
ljóð koma frá skipsmotorum. Kanningarnar vísa eisini, at lágir frekvensir kunnu samvirka, og at lágfrekvent ljóð kann vera ein trupulleiki í timburhúsum á Signabø.

DÁLKING
Tá bensin, olja ella gass verða brend, veksur innihaldið av CO2 í luftini, og hetta er við til at økja um vakstrarhúsárinini. Neyðugt er at planleggja soleiðis, at brennievnisnýtslan og harvið dálkandi útlátið verður avmarkað og minkað so nógv, sum tilber. Millum annað verður miðað ímóti at leggja vegir lágt við fáum brekkum. 

Tiltøkini at minka um útlátið mugu ikki ganga stórvegis út yvir flytføri og ferðslutørvin í landinum.

HETTA KANN GERAST VIÐ EITT NÚ AT:

   » Upplýsa um orkusparandi koyring
   » Lækka hámarksferðina
   » Menna almennu felagsferðsluna
   » Avmarka nýtsluna av egnum bili
      (fáa fólk at koyra saman, t.d. til arbeiðis)

Dálking frá brennievnisakførum er framvegis ein altjóða trupulleiki. Fleiri av teimum óynsktu árinunum á umhvørvið frá ferðsluni eru minkaði seinastu árini, tí bilídnaðurin hevur ment seg at kunna veita alsamt fleiri umhvørvisvinarligar bilar. Tó veksur talið tilsamans av bilum á vegunum alsamt í samsvari við vaksandi vælferðina. Landsverk varðar av einum í heimshøpi evarska lítlum undirstøðukervi, sum tó  
er vaksandi og hevur avbjóðingar. Stovnurin kann fyrireika seg til tær broytingar, 
ið væntast kunnu í framtíðini.

Onnur dálking stendst av støvi frá píkadekkum. Serliga er hetta ein trupulleiki í býum við nógvari ferðslu.
 


 

NÝTSLAN AV PÍKADEKKUM KANN MINKAST VIÐ:

   » betri hálkubasing
   » hægri avgjaldi á píkadekk og treytum fyri, nær og møguliga
      hvar píkadekk kunnu nýtast.

YMISK TILTØK KUNNU GERAST FYRI AT MINKA
ORKUNÝTSLUNA OG HARVIÐ ÚTLÁTIÐ AV CO2 FRÁ
FERÐSLUNI. EITT NÚ:

   » at menna almennu ferðsluna
   » avmarka nýtsluna av egnum bili
   » kunna um keyp og nýtslu av umhvørvisvinarligum akførum
   » at planleggja landsvegir soleiðis, at teir liggja í láglendi við
      fáum brekkum
   » læra upp og kunna um orkusparandi koyring
   » fáa bilførarar at virða hámarksferðina

Hetta eru tiltøk, ið ikki krevja beinleiðis játtan, men kunnu raðfestast sum partur av vanligum upplýsandi arbeiði, sum Landsverk leypandi ger.

Dálking er tó meira enn CO2 útlát. Hetta slagið av útláti hevur meira neiliga ávirkan á altjóða umhvørvi, meðan dálking eisini er á lokalum stigi. Her er vansin serliga dálking frá dieselbilum við nitrogenoxid, har nakrar av avleiðingunum er niðursettur lungnavirknaður, og øktur vandi fyri ígerð í lungunum. Oson er eisini eitrandi gass, sum kann elva til andaleiðstrupulleikar. Onnur evni sum svávuldioxid, tjøruevni og kolmonooxid eru eisini vandamikil fyri fólk, og øll kunnu elva til sjúkur í lungum, andaleið og blóði.

Roskilde kommuna er fyrsta danska kommunan, sum skiftir dieselbussarnar út við el-bussar. Framtíðin í Roskilde er tí væl grønari, har CO2 útlátið minkar við 1.400 tonsum um árið.

Semja var í býráðnum um, at nú skuldi tos umsetast í átøkum móti einum 
burðardyggari heimi. Hetta er eitt dømi um hugburðsbroyting, og at eingin 
forðing er fyri at viðurskiftini kunnu broytast til tað betra. Fíggjarligi kostnaðurin fyri at skifta til el-bussar er sambært Roskilde kommunu nærum null.

Annar kapitalur enn peningur er vaksandi sum til dømis, at fólk á gøtuni, 
bæði til gongu og á súkklum, fara at merkja, at bussarnir larma og dálka minni, 
og at tað fer at økja um almenna koyrigleði. El-bussarnir hava stór battaríir, soleiðis at raksturin er støðugur og ótarnaður. Ferðandi, ið nýta bussarnar hvønn dag, lata væl at, og tað er serliga minkandi larmur frá bussinum, sum tey fegnast um. Samstundis nevna fleiri, at tey eru vorðin meira tilvitaði um alheims avbjóðingar við dálkandi útláti, og kenna seg errin og glað um at kunna nýta el-bussar í teirra býi (www.tv2lorry.dk/artikel/farvel-til-stoej-og-forurening-roskilde-sender-alle-sine-busser-paa-pension).

Strandferðslan boðaði í november 2015 frá, at Smyril fór at leggja um frá tungolju til gassolju. Umleggingin er vorðin veruleiki, og hóast gassolja er dýrari enn tungolja, hevur umleggingin loyst seg fíggjarliga og umhvørvisliga, tí viðlíkahaldið er bíligari, og orkunýtslan reinari. Smyril er tað skipið í flotanum, sum brúkar mest olju, og øll árini, síðani Smyril kom til landið í 2005, hevur hann brúkt tungolju.

Tungoljan var óhóskandi til raksturin av Smyrli, tí túrarnir eru nógvir og stuttir, og motorarnir tí oftani verða settir í gongd og steðgaðir. Hetta elvir til stórt slit og krevur nógv viðlíkahald. Altjóða krøvini um útlát av CO2 eru nógv herd, og í 2020 verða krøvini uppaftur strangari. Grannalond okkara hava longu sett strangar avmarkingar í gildi um tungolju, so hetta var rætta løtan at skifta. Nógv dálking er av tungolju, meðan gassolja er umhvørvisvinarligari. Í longdini hevur hetta munað væl í rakstrinum, og maskinrúmið er reinari.

Skiftið frá tungolju til gassolju er í samsvari við herdu krøvini frá 
‘International Maritime Organization’ (IMO), altjóða skipaferðslumyndugleikanum.

VEÐURLAGSBROYTINGAR
Ávirkanin, sum vit menniskju hava á jørðina, er stór, og eftir øllum at døma 
á einum hættisligum vegamóti. Fleiri av spádómunum, ið vóru lagdir fram 
av fyri nógvum árum síðani, gerast í alsamt størri mun til veruleika. 
Útlátið av vakstrarhúsgassi kann seta í gongd eina ketureaktión, sum kann vera torfør at stýra.

Um vit føroyingar og allir heimsins íbúgvar ynskja okkara eftirkomarum og framtíðar ættarliðum væl, mugu vit syrgja fyri, at framtíðin verður grøn, og at lívrunnin orka gerst fortíð. Tað tykist eisini at vera eitt altjóða rák at leggja um orkuskipanirnar, ið eru tengdar at fossilum brennievni. Krøv og treytir verða settar, um at útlát av vakstrarhúsgassi skal minka, og ymisk tiltøk skulu setast í verk, bæði til frama fyri broytingum av vanum hjá einstaklingum og í politiskum og altjóða høpi.

 


 

Broytingar í veðurlagnum við øktum hita, avfalli og vindi hava í størri og minni mun longu broytt náttúruna í norðurlondum.

Broytingarnar fevna um annað enn djórasløg og búpláss. Nøkur av teimum týdningarmiklu teknunum um veðurlagsbroytingar eru komin. Eitt nú, at gróðurin byrjar fyrr á vári, fiskastovnar flyta seg longur suðureftir, minni er til av ávísum fuglasløgum, og flytingarmynstur hjá fugli broytast.
 


Í Danmark merkja tey til dømis, at tað eru størri trupulleikar av glopraregni, har sniðgeving innan arkitektur í býarrúmum vera gjørd multifunktionell, soleiðis at økini kunnu nýtast til frítíðarvirksemi, samstundis sum nýggjar og størri leiðingar av omanávatninum verða gjørdar. Slíkar avbjóðingar hava vit í Føroyum ikki, tó at tað eru ov mikið av regndøgum, men vatnið verður leitt á natúrligan hátt við áum og veitum, sum síðani fyribyrgja áarlopi.

Føroyar kunnu hava aðrar avbjóðingar, sum til dømis, at neyðugt verður at byggja hægri í lendinum, og at størri fyrilit má takast fyri ódnarveðri og øðrum. Í sambandi við ferðsluplanlegging kann hetta hava týdning í mun til lendisplanlegging og staðseting av bústaðarøki, vegum, og øðrum virksemi, ið er okkum menniskjum viðkomandi.

Tilmæli

Landsverk mælir til, at 1 mió. krónur verða játtaðar til kanningar av ferðslularmi og til átøk, ið kunnu minka um dálking frá ferðsluni. Út frá kanningum kann verja fyri larmi gerast, og tiltøk fyri dálking setast í verk, sum síðani verða kostnaðarmett og fylgd upp við tilmælum um, hvat eigur at verða gjørt.

Seinast dagført: 05.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: