Landsvegakervið

Undirstøðukervið skal altíð vera tøkt hjá brúkaranum, og sum ein fortreyt fyri samfelagsligari menning, mugu neyðugar ábøtur gerast, tá tørvur er á tí. Ein avleiðing av vantandi viðlíkahaldi av vegakervinum og tilhoyrandi eindum kann vera, at farleiðirnar gerast ótryggar at ferðast eftir. 

Regluligt eftirlit og viðlíkahald kann fyribyrgja hesum.

Bæði tunlar og brúgvar eru sjálvsagt eindir, ið hoyra til landsvegakervið. Tó vera tær lýstar fyri seg, bæði tí talan er um nógvar kilometrar av bæði tunlum og brúgvum, samstundis sum at báðar eindir í ávísum førum eru falnar í órøkt og krevja neyðuga játtan, soleiðis at í hvussu er bráðfeingisábøtur kunnu gerast. Hesin parturin av samferðsluætlanini tekur saman um nakrar av smærru vegalutunum, ið, tó at teir eru smáir, eisini eru umráðandi eindir av vegakervinum, sum heldur ikki fáa nóg
nógv uppmerksemi. Avleiðingar av órøkt av hesum vegalutum kunnu vera sera stórar og vanlukkuligar.

Landsverk er farið undir at gera støðumetingar av øllum landsvegum eftir líknandi leisti sum fyri brúgvar. Ætlanin er, at úrslitið verður ein talgild skráseting av, hvørjum støði einstøku eindirnar eru á, hvør tørvurin er á at umvæla og kostnaðarmetingar av hesum tiltøkum. Hetta arbeiðið er komið væl áleiðis. Við slíkum tilfari fæst eitt skipað yvirlit, ið týðiliga lýsir støðuna á landsvegunum kring landið. Út frá hesum ber til at raðfesta
tiltøk, ið kunnu bøta um hesi viðurskifti, og tað ber til at meta um, hvat hetta kostar.

Støðumetingin frá kanningum av brúgvunum verður eisini nýtt til støðumeting av eitt nú landsvegunum. 

STØÐUMETING:
0 Eingir ella lítilsmettir skaðar
1   Lítil tekin um niðurbróting. Støðan næstan sum nýggj
2   Skaðar á lágum menningarstøði. Dagføringar bert neyðugar av og á
3   Skaðar á høgum menningarstøði. Dagføringar innan fá ár er neyðug
4   Ógvuslig niðurbróting. Verður skjótt óvirkin. Dagføringar neyðugar innan stutta tíð
5   Fullkomiliga niðurbrotin. Ikki virkin longur. Dagføringar neyðugar alt fyri eitt

Á næstu síðunum verða fysisku partarnir ella vegalutirnir viðgjørdir, ið landsvegirnir kunnu sundurlutast í. Vegirnir eru ymiskir, og tískil eru samansetingarnar av fysisku pørtunum ikki eins allastaðni. Tær fíggjarligu tungu eindirnar eru tiknar við og eru ítøkiliga hesar:

  • Asfalt
  • Vegøksl/vegjaðari
  • Bilverja
  • Vegrist/rørportur
  • Skeltir
  • Stríping
  • Vegaljósútbúnaður
  • Veitir/Tvørrennur/Frárensl

Umframt fysisku partarnar av vegunum, eru eisini onnur viðurskifti umráðandi fyri trygdina á landsvegunum. Er vegurin ein- ella tvíbreytaður, er talan um lág- ella háferðsluvegir, eru dvalarvikar, víkipláss og parkeringspláss, ið vanliga lætta um hjá teimum koyrandi. Hetta hevur týdning í mun til, um vegurin ikki nøktar verandi ferðslutørv. Eitt, sum vanliga stendur fólki nær er, um landsvegirnir verða ruddaðir fyri kava og saltaðir um veturin.

Vetrarhaldið eigur altíð at vera á einum nøktandi støði, soleiðis at samfelagsvirksemið ótarnað kann halda fram, hóast veðrið viðhvørt gevur avbjóðingar. 

Asfalt

Myndaliga talað, er asfaltið takið á vegabygnaðinum5. Asfaltið skal verða tætt og leiða vatn burtur frá koyribreytini. Harumframt skal tað vera javnt og slætt at koyra á og hava góða friksjón bæði í turrum og vátum veðri. Er vegabygnaðurin, frá hellu til tak, sterkur og viðlíkahaldið gott, er vanliga livitíðin á asfaltinum 20-30 ár, har tað ikki er nógv ferðsla, og 15-20 ár, har tað er meiri ferðsla. Fyri vegirnar við størstu ferðsluni er livitíðin 10-15 ár.

Mátingar vísa, at ársmiðalferðslan6 á landsvegunum liggur frá fáum bilum til yvir 10.000 bilar um samdøgrið. Krøv til styrki á asfaltinum verða í høvuðsheitum grundað á ársmiðalferðslu, og tí vera ymisk krøv sett til asfaltløgini og viðlíkahald av vegi. Slitið er lágt, har ársmiðalferðslan er lág. Hetta merkir, at ein vegur, ið er 15 -20 ár, har ferðslan er lág, er lutfalsliga lítið slitin, men steinar í asfaltinum byrja at loysna, tí bindievnið harðnar og byrjar at sprekka. Verða slíkir vegateinar viðgjørdir omaná, ber til at leingja livitíðina eini 5 ár, og Landsverk hevur góðar royndir við hesum.

Ein fimtapartur av landsvegunum – uml. 100 km – hevur bráðfeingis tørv á nýggjum slitlagi.

Fleiri teinar á landsvegnum mugu asfalterast av nýggjum orsakað av sporsliti. Sporslit eru vandamikil fyri ferðsluna, tá tað regnar, og tað kann vera truplari at halda vegirnar í sambandi við gler- og kavarudding. Orsøkirnar til, at spor koma í asfaltið, eru sum oftast samansettar av sliti frá píkadekkum, forskjótingum í løgunum undir asfaltinum av tungari ferðslu og vátum veðri.


Mynd 1: Á myndini sæst, hvussu sporslit hevur gjørt um seg.


Mynd 2: Aldur á asfaltinum

Vegjaðari

Um gróður er í skiftinum frá asfalti til vegjaðara, verður vatn ikki leitt nóg skjótt burtur frá koyribreytini, tá avfall er. Vatnið ger, at asfaltið syndrast og tað gongur út yvir ferðslutrygdina á vegunum.

Árligt viðlíkahald at beina burtur gróður fram við vegjaðaranum, reinsa veitir og tvørrennur, so vatnið verður leitt burtur, er ein fyritreyt fyri, at vegurin varðveitir berievnið. Eitt vátt vegalikam er veikt og tolir ikki tunga ferðslu av eitt nú bussum og lastbilum.


Mynd 3: Ringasta økið á einum teini á 250 m í Kollafirði. Seinastu 7-10 árini hevur einki skipað viðlíkahald verið av vegjaðaranum. 

At reinsa gróður o.l. frá asfalti/vegøksl, halda veitir og tvørrennur opnar, so vatn setur frá og verður leitt burtur, eigur at verða gjørt á hvørjum ári sum ein føst mannagongd í sambandi
við rakstur av vegakervinum. Hetta er ein bíligur háttur at leingja um livitíðina á asfaltinum.


Mynd 4: Dømi í Saltnesi, har vatnið samlast í vegjaðaranum.


Mynd 5: Dømi um avleiðingar, tá viðlíkahaldið fram við vegnum ikki er á einum nøktandi støði. Ein vátur vegabygnaður tolir ikki tunga ferðslu.

Bilverja

Tey mest vanligu brekini, sum eru við bilverjum, eru rotnir ella kloyvdir pelar. Í nógvum førum stendur bilverjan eisini ov lágt orsakað av, at vegirnir eru hækkaðir hvørja ferð, vegurin er endurasfalteraður. Hesin trupulleiki minkar, um vegurin verður fresaður áðrenn asfaltering. 

Hetta var ikki vanlig mannagongd fyri 20 árum síðani. Livitíðin fyri træbilverju er 15-30 ár, og fyri stálbilverju er hon 50+ ár. Øll bilverja við støðulýsing 4 og 5, sum sæst á mynd 7, er farin um livitíðina. Bilverjan í støðulýsing 3 nærkast at vera ov gomul.

Ein trupulleiki er eisini, at tilfarið kann ryða undan bilverjuni, sum serliga er ein trupulleiki á teimum gomlu og einbreytaðu vegunum. Tí minkar haldførið á bilverjuni. Mannagongdin at seta bilverju upp er broytt nógv tey seinnu árini, og arbeitt verður við at tryggja bilverjuendarnar, sum í nógvum førum ikki lúka dagsins krøv. Landsverk hevur í sambandi
við støðumetingina av bilverjum ikki tikið bilverjuendarnar við, men mett um haldføri á bilverjum sum heild.

Miðað eigur at vera ímóti, at stálpelar verða settir upp allastaðni, tí gjøgnumgangandi er støðan góð, har hesir hava verið brúktir. Stálpelar eru dýrari at keypa inn, men bíligari í viðlíkahaldi og hava longri livitíð. Tí er hetta ein góð framtíðar íløga. 

192 km av 213 km av bilverjum eru skrásettar í 2018. Støðumetingarnar verða gjørdar fyri samanhangandi teinar, so ein eind kann vera úr nøkrum fáum metrum til fleiri kilometrar.
Støðumetingin er gjørd á líknandi hátt sum við brúgvunum. Besta metingin er 0, har eindin er sum nýggj, og ringasta metingin er 5, har eindin ikki fær tænt sínum endamáli longur. Støðumeting 4 skal skiljast sum ein sera hættislig støða. Ætlanin er at støðumeta allar bilverjur fram við landsvegunum sum skjótast.

Sum sæst á mynd 6, hevur Landsverk gjørt kanningar av bilverjum kring alt landið. Enn mangla ávís øki, sum myrkagráu linjurnar vísa. Av skrásettu bilverjunum er mongdin av støðumeting 5 umleið 3 km (3%) og støðumeting 4 umleið 17 km (19%). Í avísum økjum er bilverjan í lutfalsliga góðum standi sum sæst í Suðuroynni, men tey 19%, sum er støðumeting 4, eru meira sjónlig í restini av landinum, hóast bilverjueindir í Suðuroynni eisini eru í hesum bólkinum. Miðað verður ímóti, at eingin bilverja endar í støðumeting 4, ella í minsta lagi verður bøtt beinanvegin. Yvirhøvur eigur eingin bilverja at hava støðumeting 5.

TALVA FYRI STØÐUMETING AV BILVERJU 


Mynd 6: Dømir um illa farna bilverju

Mynd 7: Kortið vísir skráseting av bilverju

Vegrist (rulluportur)

Av teimum umleið 180 vegristunum, sum eru á landsvegunum, eru 10 í sera vánaligum standi, har fleiri als ikki tæna endamálinum at halda seyði inni á sínum øki. Fleiri av vegristunum eru fyltar upp við sandi, soleiðis at tær ikki gera skaða á bilar.

Tá verður tráður við streymi lagdur um ristina, so hon framvegis heldur seyðinum burtur. Støðan er serliga ring í Norðureysturoy, sum sæst á mynd 9, men tær ringu vegristirnar finnast eisini aðrastaðni í landinum.


Mynd 8: Vegristir, ið eru undir skráseting

Tær vánaligastu vegristirnar eru tiknar við og skrásettar í hesari samferðsluætlanini, meðan ein stórur partur enn ikki er skrásettur. Í skrivandi løtu verða allar vegaeindirnar skrásettar og støðulýsingar gjørdar.


Mynd 9: Dømi um illa farna vegrist 

Skeltir

Skeltini kunnu bólkast í tveir høvuðsbólkar:

  • vegvísingarskeltir
  • ferðsluskeltir

 

Vegamerking hevur stóran týdning serliga í sambandi við ferðslutrygd. Fleiri sløg av skeltum eru, eitt nú ávaringarskelti, forboðsskelti, boðsskelti, vegvísarar og kunningarskelti. 
Endurskinið á skeltum heldur í 10-15 ár, og hetta er avmarkandi fyri livitíðina á skeltunum. Við serligari útgerð ber til at máta, um skeltini hava nøktandi afturskin av ljósi. Støðulýsing av skeltunum eigur at gerast, tí fleiri skelti standa uppi, ið fyri langari tíð síðani eru farin um ásettu livitíðina. Tí eru fleiri skelti, ið hava heldur veikt afturskin.

Fleiri slitin ferðsluskelti í tíðarskeiðinum 2009-2011 vóru skift út, og vit nærkast aftur tíðini, har tey skulu skiftast út av nýggjum. Arbeitt hevur verið við at skifta gulu vegvísingarskeltini seinastu árini. Verandi skeltir kunnu vera upp til 40 ára gomul, og trongja til at verða skift út. Skeltini í Sandoynni eru liðugt dagførd umframt í Suðurstreymoy sunnan fyri Tórshavn. Umleið helvtin av dagførdu skeltunum í Suðuroy og Vágoy eru komin upp, og arbeiðið at dagføra skeltini í Norðuroyggjum er nærum liðugt,
tó undantikið í Kallsoy. 

Vegurin fram

Mælt verður til, at nýttar verða 20 mió. kr. til at halda verandi støði á asfaltinum og fyri at fáa eftirsleipið aftur, eiga aðrar 10 mió. kr. at verða nýttar. Samanlagt er talan um 30 mió. kr., sum er 71 % av samlaðu núverandi játtanini til landsvegahaldið. Harafturat verður mælt til, at 10 mió. kr. verða nýttar til at fáa eftirsleipið á síðuøkjunum aftur. Nevnast kann, at hetta tilsamans er áleið sama upphædd, sum øll játtanin til landsvegahaldið er í dag.

Seinast dagført: 09.11.2018

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: