Hvat er eftirsleip?

Eftirsleip er ein støða, ið er íkomin orsakað av vantandi viðlíkahaldi.

Tá Landsverk ásetir upphæddina fyri eftirsleip á landsvegakervinum, verður útrokningin grundað á eina meting um, hvat skal til fyri at fáa verkløgini aftur til tað, ið líkist upprunastandinum.

Ynskiligt er til eina og hvørja tíð, at landsvegirnir skulu hava eitt viðlíkahaldsstøði uttan eftirsleip, har íløgan í viðlíkahald fíggjarliga loysir seg best. 

Um ein vegur ikki verður viðlíkahildin, fer hann við tíðini at verða merktur við holum. Virðið og standurin á vegnum fellur orsakað av hesum. Verður holið fylt upp í góðari tíð, hækkar virðið og standurin á vegnum aftur til tað sama sum frammanundan. Verður holið ikki fylt upp, og fleiri hol síggjast við tíðini, verður úrslitið eitt eftirsleip, har virðið og standurin á vegnum kann fella so mikið, at tað ikki er nøktandi bert at fylla í holini, men neyðugt verður at asfaltera allan vegin av nýggjum. Um vegurin er í ringum standi, men tó ikki krevur at verða asfalteraður av nýggjum, er tað enn møguligt at fáa eftirsleipið aftur.

Eitt dømi um, hvat eftirsleip er, kann lýsast við einum húseigara, ið klæðir síni hús við timburklædningi. Mælt verður til, at hann málar húsini eitt ár aftaná, at húsini eru klødd, og at tey verða endurmálaði 3. hvørt ár. Eftir trimum árum letur hann standa til og útsetir at mála húsini. Við tíðini gerst klædningurin ótættur, tað gerst kaldari inni og tí fleiri oljuútreiðslur, fjalir kunnu byrja at rotna, og samanlagt kann øll konstruktiónin vera
í vanda. Eftir at einki er málað yvir eitt longri tíðarskeið, skulu fleiri inntriv gerast í húsini, soleiðis at tað aftur fær upprunavirðið. 

Á næstu síðu sæst ein grundskitsa av best møguligum viðlíkahaldi í mun til einki viðlíkahald av til dømis einari nýgjørdari brúgv. 

Hesar tilgongdirnar eru í høvuðsheitum galdandi fyri øll sløg av verkløgum, hóast lívstíðin og virðini eru ymisk.

Í tilgongd 1 sæst, at við regluligum viðlíkahaldi (bláir pílar) kann virðið og standardurin á brúnni haldast støðugt uppi. Her kann talan vera um smærri ábøtur við smærri ella størri tiltøkum.

Samlaða eftisleipið á landsvegakervinum er

375 mió. kr.

Hinvegin sæst í tilgongd 2, at við at leypa regluliga viðlíkahaldið um, fellur virðið á brúnni, og tað gerst sum frá líður dýrari og dýrari at lyfta virðið uppaftur. Eftir eina ávísa tíð kann brúgvin ikki bjargast, og einasti háttur at heinta inn eftirsleipið er at gera eina nýggja brúgv. Tá er brúgvin komin til eitt støði, har hon eigur at verða stongd, um hon ikki longu er rapað. 

Eftirsleipið byrjar longu eftir, at fyrsta tilmælda viðlíkahaldsgerðin verður lopin um, men versnar og dýrkar sera skjótt tann skeiva vegin, tá einki viðlíkahald verður framt.

Grøna linjan á myndini vísir, hvar avgjørt er at heinta inn eftirsleipið og lyfta virðið á brúnni til upprunaliga virðið aftur. 

Kanningar vísa, at við at fremja neyðugar ábøtur í góðari tíð, sum er tilgongd 1, gerst brúgvin væl bíligari at halda, enn brúgvin í tilgongd 2. Hetta samsvarar við royndirnar hjá
Vejdirektoratet4 í Danmark, ið veitti sær ráðgeving frá altjóða grannskoðanarfyritøkuni McKinsey. Fyritøkan varð biðin um at gera eina meting um, hvat fyri viðlíkahaldsstøði er hóskandi at halda seg til í mun til livialdurin á einum verklagi. Niðurstøðan hjá teimum var, at væl viðlíkahildin verkløg vóru mest optimal í sambandi við rakstrar- og viðlíkahaldsútreiðslurnar í mun til teirra livitíð.

Hví hava vit eitt eftirsleip?

Í dag er eftirsleipið á undirstøðukervinum umleið 9 ferðir árligu rakstrar- og viðlíkahaldsjáttina, ið er munandi hægri enn eftirsleipið í hinum norðurlendsku londunum, sum liggur millum 1-6 ferðir árligu rakstrarjáttanina. Av tí at eftirsleipið her á landi er vorðið so stórt, er tað ikki møguligt at fáa tað burtur eftir fáum árum. Eitt realistiskt mál kundi verið, at ein ætlan varð gjørd fyri at fáa aftur eftirsleipið yvir eitt tíggjuára tíðarskeið, har 15 mió. kr. vórðu játtaðar fyrsta árið, og síðani umleið 40 mió. kr. árliga
næstu árini.

Samstundis eigur játtanin til landsvegahaldið at økjast frá 42 mió. kr. til 70. mió. kr. um árið, so viðlíkahaldsstøðið kann haldast. Fyri at fáa eftirsleipið aftur, eiga aðrar 20 mió. kr. at verða játtaðar. 

Síðani byrjanina av nítiárunum, tá játtanin til víðlíkahald av undirstøðukervinum varð nógv skerd orsakað av kreppuni, er hon ikki hækkað aftur. Arbeiðið við asfaltering og vetrarhaldi var hildið á umleið sama støði sum áðrenn kreppuna, meðan minni sjónlig øki, ið eisini krevja viðlíkahald, ikki vóru raðfest í tíðarskeiðinum eftir kreppuna. So líðandi sum játtanin er lækkað tey seinastu árini, hevur verið neyðugt at asfaltera minni enn
áður.

EFTIRSLEIPIÐ BÝTT Í ØKI:
Tunlar: 150 mió. kr
Brýr: 25 mió. kr.,
Asfalt: 100 mió. kr.
Bilverja, vegjaðarar, veitir, dren,
skeltir o.a.: 100 mió. kr.

Játtanin til landsvegahaldið er minkað so mikið nógv síðani kreppuna, at spurningur kann setast við, um vegakervið í dag verður hildið á ráðiligum støði, grundað á ferðslutrygdar- og búskaparlig sjónarmið. Álvarsami spurningurin hevur í fleiri førum verið havdur á lofti fyri politisku myndugleikunum. Tí hóast høvuðsendamálið hjá Landsverki er at reka ferðslukervið skilagott, má játtan til fyri at røkka hesum endamáli. Í skrivi til Vinnumálaráðið, dagfest 25. apríl 2000, har Vegaumsitingardeildin var biðin um at lýsa støðuna á vegakervinum, var nevnt, at:

  • Endamálið við deildini er, innan rímiligar fíggjarkarmar, at halda vegakervið í so góðum standi, at tað ikki fellur í virði, og at reka tað so skynsamt og effektivt sum gjørligt og soleiðis, at tað tænir brúkaranum best møguliga «.
    • - Finnleif Durhuus, fyrrverandi deildarleiðari á Landsverki

Í dag er støðan á vegakervinum tann, at so at siga øll øki hava ein átrokandi tørv á ábótum. Hóast tað í løtuni stendur væl til í føroyska samfelagnum sum heild, har samfelagið í fleiri ár hevur merkt búskaparliga framgongd, sæst “góða” støðan tíverri ikki aftur í játtanini til landsvegirnar. Hóast tað eru nógv
ár síðani álvarsama kreppan í nítiárunum er hæsað av, hevur vegakervið
ligið eftir sum eitt órøkt øki orsakað av ov lágari játtan til viðlíkahald. Úrslitið er, at hóast jaligu samfelagsligu gongdina, er landsvegakervið nú í kreppustøðu.

Seinast dagført: 08.02.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: