Um sæð verður burtur frá stóru útbyggingini av føroyska samfelagnum, ið fer fram í dag, er størsta útbyggingin av føroyska samfelagnum framd í tíðarskeiðnum seksti- til nítiárini, har eisini stórur partur av høvuðsvegakervinum var bygdur. 

Tað merkir, at størsti parturin av undirstøðukervinum er vorðið slitið og ótíðarhóskandi, tí tað ikki er viðlíkahildið regluliga. Hetta sæst týðiliga aftur á brúgvunum, har bæði betong, armering, kantbjálkar og annað er illa farið, og flestu brúgvar treingja til ábøtur sum skjótast. 

Í 2017 gjørdi Landsbyggifelagið eina yvirskipaða eftirmeting av øllum 340 brúgvunum í landinum. Ætlanin er, at hetta skal verða eitt afturvendandi eftirlit, sum skal gerast fimta hvørt ár. Ymsar kanningar hava áður verið framdar av føroysku brúgvunum. Nýggjasta eftirmetingin av brúgvunum byggir á sama leist, sum Rambøll nýtti í eini útgreinaðari kanning, ið varð gjørd í 2007, og sum Landsbyggifelagið dagførdi í 2012. Kanningin frá 2007 vísti, at støðan á brúgvum kring landið ikki var góð. Tískil er umráðandi, at slíkar heildarmetingar vera framdar javnan. Í sambandi við brúgvarnar verður mælt til, at ein heildarmeting verður gjørd fimta hvørt ár. 

Bygging av brúgvum krevur stórar almennar íløgur, og fyri brúkaran 
kunnu tær tykjast tryggar og væl hildnar, so leingi einki sjónligt brek sæst á teimum. Flestu brúgvar eru gamlar, bygdar í tíðarskeiðinum frá seksti- til nítiárini. Brúgvarnar hava frá stóru útbyggingini í sekstiárunum til dagin í dag fingið lítið og einki uppmerksemi, og tí síggjast í dag avleiðingarnar av hesum.

Kanningar vísa, at fleiri av føroysku brúgvunum eru merktar av álvarsamari niðurbróting av ymsum slagi. Tílík brek kunnu elva til stórar útreiðslur fyri landið, tí umvælingararbeiðið er víðfevnt og tekur drúgva tíð, og ber í sær stóran ampa fyri ferðsluna. Á heysti 2018 róptu fakfólk á Landsverki varskó í Degi og Viku, har støðan hjá brúgvunum varð viðgjørd. Víst var á, at álvarsama støðan við vantandi viðlíkahaldi er ein beinleiðis avleiðing av manglandi fígging til viðlíkahald av brúgvum. Tíggju ár frammanundan, í 2008, var eisini eitt stórt tema í Degi og Viku um viðlíkahald av landsvegakervinum – herundir brúgvar – men heldur ikki tá raknaðu játtandi myndugleikarnir við. 

 

 

Ymsar brúgvar kunnu vera bygdar á ymsan hátt, men vanlig árin av 
manglandi viðlíkahaldi av brúgvunum er, sum nevnt oman fyri, 
sundurmolnað betong, sjónlig armering, illa farin brúgvapláta, brúgvin er 
sjunkað á miðjuni o.a. Ikki allir vandar eru sjónligir heldur, og tí verður mælt til, 
at fleiri og gjøllari kanningar vera gjørdar í framtíðini, har støðan undir yvirflatuni 
eisini verður kannað. Betong og stál verður niðurbrotið av føroyska veðurlagnum, og saltið í luftini hevur øðrvísi og møguliga størri ávirkan á tilfarið, enn í øðrum londum. Hetta eru teknisk og evnafrøðilig viðurskifti, men fleiri brúgvar kunnu vera í enn verri standi enn seinasta kanning, sum er gjørd av sjónligum brekum á brúgvunum, vísir.

Tað liggur ein stór viðlíkahaldsuppgáva fyri framman, og arbeiðið at bøta um allar brúgvarnar í landinum fer vantandi at taka fleiri ár. Tað er tó átrokandi neyðugt at tryggja brúgvarnar, soleiðis, at tær ikki rapa við teimum álvarsomu fylgjum, ið tílíkar støður kunnu elva til. Tí mælir Landsverk til, at peningur verður játtaður til at lyfta støðið á brúgvunum upp sum skjótast, so Landsverk eisini kann gera skipaða dagføring av brúgvunum saman við øðrum neyðugum dagføringum.

Tað er somuleiðis neyðugt at seta pening av, soleiðis at javnt eftirlit kann fremjast kring landið, og kostnaðarmetingar og raðfestingar av viðlíkahaldinum kunnu gerast.

Mælt verður til, skjótast til ber at fara undir arbeiðið at umvæla brúgvar.


Mynd 11: 32 út av 340 brúgvumí Føroyum hava hættisligu støðumetingina 4

Støðumetingar

Í kanningini hjá Landsbyggifelagnum frá 2018 fáa allar brúgvarnar eina støðumeting millum 0 og 5. Í hesi lýsingini av føroysku brúgvunum merkir støðumeting 4, at støðan á teimum er álvarsom, og at tær hava átrokandi tørv á ábøtum. Mett verður, at um neyðugar ábøtur ikki verða framdar, verður tað væntandi ikki trygt at koyra ella dvølja á brúnni fá ár seinni. Í kanningini frá Rambøll frá 2007, sum Landsbyggifelagið hevur tikið støði í, fekk ein brúgv støðumeting 5, meðan heili 32 av teimum umleið 340 brúgvunum fingu støðumeting 4. Brúgvar við støðumeting 4 kunnu enda í støðumeting 5 um 2-3 ár. Støðumeting 4 merkir tó ikki altíð, at neyðugt verður við nýgerð, men tað kann merkja, at neyðugt er at taka alla konstruktiónina niður og gera eina heilt nýggja brúgv. Í tíðarskeiðnum 2008-2012 vóru fleiri tiltøk framd í sambandi við brúgvar, men síðani er játtanin til Dagføring av brúm og tunlum í høvuðsheitum nýtt til viðlíkahald av tunlum.

 

Støðumeting:

0 Ongar ella lítilsmettir skaðar

1 Lítil tekin um niðurbróting. Støðan næstan sum nýggj

2 Skaðar á lágum menningarstøði. Dagføringar bert neyðugar av og á

3 Skaðar á høgum menningarstøði. Dagføringar innan fá ár er neyðug

4 Ógvuslig niðurbróting. Virksemið endar skjótt. Dagføringar neyðug innan stutta tíð.

5 Fullkomiliga niðurbrotin. Virksemið steðgað. Dagføringar neyðugar alt fyri eitt

Yvirskipað merkir støðumetingin, at støðumeting 0 ella 1 sigur, at brúgvin er í góðum standi, meðan støðumeting 5 merkir, at brúgvin er so mikið vánalig, at hon ikki longur tænir sínum endamáli á nøktandi hátt. Støðumeting 5 kann eisini merkja, at brúgvin átti at verið stongd.

Stutt lýsing av ávísum brúgvum

32 brúgvar við støðumeting 4 er ein týðiligur vøkstur í hesum bólki í mun til seinastu kanning í 2012, har 17 brúgvar fingu hesa støðumeting. Eisini eru ábendingar um, at fleiri av brúgvunum, sum fyrr hava havt støðumeting 3, nærkast støðumeting 4. Hetta merkir, at komandi tíðina verða tað alsamt fleiri brúgvar, ið fara at fáa støðumeting 4, um ikki farið verður undir eina skipaða dagføring av teimum. Í løtuni eru tað umleið 220 brúgvar, ið hava støðumeting 3.

Fyri at lýsa tørvin á viðlíkahaldi nærri fyri brúgvar í støðumeting 4, eru nakrar valdar út og lýstar nærri. Tær útvaldu bera í dag nógva ferðslu og fara væntandi at bera enn meiri í framtíðini. Lýsing av brúnni út í Mykineshólm er vald, tí hon verður nýtt sera nógv um summarið. Síðani eru aðrar brúgvar lýstar, ið liggja tætt saman á Skálafjørðinum. Hesar brúgvar eru sera viðkvæmar, serliga tí at við einum komandi Gøtudalstunli væntast ferðslan á hesum vegateini at hækka nógv. Brúgvin á Saksunarvegnum er í ringum standi í mun til ferðafólkaferðsluna um summarið, serliga av bussum.

Brúgvin út í Mykineshólm

Støðulýsing: Ávísar stengur hava sera nógvan rust og rustplettir, og í berandi yvirbygninginum eru málingin við at forfarast, tí hon er full av bløðrum. Í fleiri støðum er málingin flusnað.


Gongdin yvir brúnna


Glíðilegur treingja til reinhald undir plátuni


Nógvur rustur er á loddrøttu stongini her


Fleiri haldarar til hondlistan eru illa rustaðir

Brúgv á Skálafjørðinum - Skaðagil

Støðulýsing: Yvirbygningurin er illa farin í støðum, har nógv betong er brotnað í báðum síðum.


Yvir brúnni


Undir brúnni


Betong flusnað av armeringini


Betongið er sera illa farið

Brúgv á Skálafjøðrinum - Í Ánunum

Støðulýsing: Tann upprunaligi parturin eystan fyri yvirbygningin er í ringum standi, og er týðiliga merkt av niðurbrotnum betongi við sjónligari og illa rustaðari armering. Harafturat hevur eystursíðan onga bilverju.


Yvir brúnni


Undir brúnni


Sjónlig armering


Sundurmolnað betong

Brúgv á Saksunarvegnum - Stórá/Heljardalsá

Støðulýsing:
Yvirbygningurin er í ringum standi, har nógv betong er flusnað frá longdar- og kantbjálkunum. Bilverja manglar í báðum síðum. Hvítar úrskiljingar undir brúgvaplátuni. Brúgvabjálkarnir eru í sera ringum standi.


Yvir brúnni


Undir brúnni


Kantbjálkar

Brúgv í Klaksvík - um Gravará

Støðulýsing: Upprunaligi parturin av yvirbygningum er í vánaligum standi, har nøgdin av sundurmolnaðum betongi er stór og sjónlig armering sæst á brúgvaplátuni og á longdarbjálkum. Harafturat manglar bilverja í báðum síðum.


Yvir brúnni


Undir brúnni


Sjónlig armering og illa farið betong

Seinast dagført: 08.02.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: