Umskipan av flotanumhjá Strandfaraskipum Landsins

Umskipan av flotanum hjá Strandfaraskipum Landsins


Nýggja tríkiljan hjá Strandfaraskipum Landsins

Ferjuflotin hjá Strandferðsluni eigur at verða skiftur út, tí hann er í miðal vorðin alt ov gamal og ótíðarhóskandi. Fleiri av ferjunum kunnu samanberast við ellisakfør. Les meira um avbjóðingarnar hjá Strandferðsluni í partinum Strandfaraskip Landsins – endurnýggjan av ferjuflotanum.

Sum ískoyti til partin um støðuna hjá Strandferðsluni kann nevnast, at Løgtingið hevur samtykt at byggja eina skjóttgangandi tríkilju, ið skal virka sum avloysaraskip fyri gomlu
ferjurnar hjá Strandferðsluni. Norska felagið, sum byggir skipið, hevur drúgvar royndir við bygging av slíkum ferjum, og føroyska ferjan er nummar 49 í røðini. Skipið fer at lætta um ferðina hjá fólki, økja um trygdina, betra um orkuna og hentleikarnar umborð. Skipið siglir 20 míl, og orkan er gassolja og el. Pláss er fyri 96 ferðandi og trimum bilum ella einum
lastbili. Kostnaðurin fyri skipið er 33 mió. krónur.

Verða royndirnar góðar við tríkiljuni, sum Strandferðslan væntar, verður mælt til, at líknandi skjóttgangandi og minni dálkandi ferjur verða settar inn á aðrar farleiðir.

Seinast dagført: 05.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: