Sjálvvirkandi tøkni

Sjálvvirkandi tøkni

EL/HYBRID-BILAR OG FERJUR
Ein el-bilur er eitt akfar, ið koyrir við streymi, og ein hybridbilur er ein samanseting av einum motori, ið brennur olju og einum elektriskum motori. Talið av hesum økist, men enn eru teir bert ein lítil partur av føroysku bilparkini.

Í 2008 byrjaði marknaðurin av el-bilum av álvara at blóma. Eftirspurningurin og framleiðslan vaks munandi, tí serliga tøknin innan battarí mentist, og uppmerksemið mótvegis dálkan av umhvørvinum vaks. Enn verður kjakast um el-bilar veruliga eru minni dálkandi, men tað tykist vera altjóða semja um, at onnur drívmegi enn lívrunnin evni eru rætta framtíðar kósin. Ein sannroynd er, at el-bilar dálka minni enn brennievnisbilar
í nærumhvørvinum. Síðani 2008 hava fleiri lond sett úr gildi ymisk avgjøld á el-bilar, soleiðis at færri brennievnisakfør koyra á vegunum.

Danska stjórnin hevur meldað út, at tað skal ikki vera møguligt at skráseta ella keypa brennievnisakfør í 2030, sum koyra við lívrunnum evnum. Tó vísir stjórnin á, at battaríini til el-bilar mugu mennast til at koyra longri teinar (Donsk tíðindi, oktober 2018: http://nyheder.tv2.dk/politik/2018-10-02-regeringen-vilstoppe-salg-af-nye-diesel-og-benzinbiler-i-2030). Í dag eru tó bilar, ið kunnu koyra 500 kilometrar við eini løðing. Møguleikarnir fyri at løða bilin mugu eisini betrast, tí løðistøðir enn ikki eru líka atkomuligar sum bensinstøðir.

Lívrunnin brennievni dálka ov nógv, sigur danska stjórnin, og vil harvið gera umheimin varðan við, at danir taka umhvørvið og heimsveðurlagið í álvara. Hvørji tiltøk setast mugu í verk fyri at náa hesum máli, er ikki nøkur ítøkilig loysn á.

 


El-bilur av slagnum Tesla, ið er ein av mest seldu el-bilum í
heiminum.

Altjóða tøkniliga menningin og samfelagsbroytingar hava altíð stóra ávirkan á føroyska samfelagið, so lítil ivi er um, at líknandi mál fara at verða sett á politisku dagsskránna í Føroyum eisini.

Noregi er eitt ógvuliga framkomið land, sum støðugt fyrireikar seg til sjálvkoyrandi akfør. Við lóg hevur landið syrgt fyri, at royndir við sjálvkoyrandi akførum verða gjørdar á almenna vegakervinum. Millum annað eru gjørdar fleiri royndir við shuttle-bussum. Úrslitið av norsku royndunum eru av stórum týdningi fyri, hvussu fyrireikingarnar eiga at verða gjørdar í Føroyum, tí Noreg arbeiðir við avbjóðingum viðvíkjandi veðurlagnum,
og norska vegakervið líkist tí føroyska.

Teistin, ið røkir leiðina millum Skopun og Gomlurætt, og nakrar aðrar av ferjunum hjá Strandferðsluni, eru klárar til nýggju orkuskipanina, sum altjóða trygdar- og orkukrøv leggja upp til í dag, og sum Strandferðslan eisini hevur mælt til. Ein slík el-skipan kann knýtast í verandi brennievnisskipanina, soleiðis at talan í veruleikanum verður um eina hybrid-ferju. Henda skipanin tekur støði í einum battaríi, sum heldur leingi og hevur minni larm við sær. Í løtuni verður bert bíðað eftir játtan, tí ferjurnar eru fyrireikaðar til umskipanina. Kostnaðarmetingin av hesum er 4-5 mió. krónur.

Strandferðslan leggur dent á, at føroyska samferðslukervið er ikki til reiðar heilt at umskipast til el-orku enn. Havnirnar eru ikki klárar til tær atløguskipanirnar, sum fylgja við tílíkum ferjum. Strandferðslan hevur havt samskifti við veitarar og hevur útgreinað langtíðarætlanir hesum viðvíkjandi, tó uttan úrslit, tí peningur er ikki til tað. Í hesum sambandi er nýkeypta tríkiljan, sum kemur til landið 1. mai 2020, viðkomandi.

SJÁLVKOYRANDI BILAR
Tøkniliga menningin er støðug og framhaldandi, og hon er við til at lætta um gerandisdagin hjá fólki. Talgilt samskifti fer at vera enn meira vanligt í framtíðini, har almenn ferðsla og aðrar tænastur vera goldnar og stýrdar við snildfonum.

 


Sjálvkoyrandi og tosandi bilurin úr kendu sendirøðini Knight Rider frá áttatiárunum.

 


Vit eru á stigi 2 í løtuni og ávegis 3. stig.

Nógv ferðandi nýta í dag Google Maps og aðrar GPS skipanir og appur fyri at finna runt og leita sær aðrar upplýsingar, og slíkar skipanir eru vorðnar meira interaktivar enn áður.

Tøknin innan bilar er eisini í støðugari menning, og sjálvirkandi skipanir í akførum kunnu býtast í fimm stig. Stig null eru bilar, ið vera 100 % mannastýrdir, meðan stig fimm eru bilar, ið eru fult sjálvstýrandi, har menniskjalig uppílegging er óneyðug.

Í dag verður sagt, at vit eru á stigi 2. Verandi støði er í høvuðsheitum tøkni innan bilar og onnur akfør, meðan á stigi 3-4 verður arbeiðið gjørt á sjálvar vegirnar og viðkomandi vegalutir. Vegirnir mugu tillagast bilarnar, so bilarnir kunnu samskifta við
umhvørvið.

Væntast kann, at teir fyrstu sjálvkoyrandi bilarnir koma á danska marknaðin í 2030, og Vejdirektoratet er farið í gongd at kanna møguleikar og avbjóðingar og fyrireika seg. Sambært danska stovninum, ið varðar av donsku landsvegunum, vera tað bilar, ið kunnu koyra, líkamikið hvussu veðrið og ferðsluviðurskiftini eru.

Stovnurin metir eisini, at øll ferðsla verður sjálvkoyrandi í 2065 (Grein hjá DR: www.dr.dk/nyheder/viden/tech/vejdirektoratet-derfor-halter-danmarkbagud-i-foererloes-bilrevolution). Hvussu, nær ella um føroyska vegakervið verður umskipað til sjálvkoyrandi bilar, er tengt at kostnaði, avgjøldum, kundaskara, lóggávu, krøvum og treytum frá tryggingarfeløgum, normum, reglum og ymiskum øðrum.

 


Sjálvkoyrandi bilurin Ollie, sum heimarøktarskipanin í Vesthimmerlands kommunu skal nýta.

Í Vesthimmerlands kommunu í Danmark eru sjálvkoyrandi bilar/bussar longu ávegis. Lang frástøða er millum tey støð, sum íbúgvarnir skulu ferðast til og frá, og ov nógvir bilar eru á vegunum í háferðslutíðini. Hetta talið ynskir kommunan at minka munandi, og tað kann gerast við sjálvkoyrandi bilum, tí teir spara tíð og orku. Bilarnir hava einki róður og líkjast minibussum.

Í framtíðini kann væntast, at sølan av brennievnisakførum til privata nýtslu fer at minka munandi, tí søluvøran verður flytføri heldur enn akfør. Tað at eiga eitt privat flutningstól verður helst ikki líka týdningarmikið í framtíðini ella møguligt, um broytt lóggáva fer at forða tí. Tøknin leggur upp til, at sjálvkoyrandi bilar skulu nýtast allatíðina, uttan tá teir skulu løðast, reingerast og umvælast. Sæð frá einum praktiskum sjónarhorni tænir ein
slíkur sjálvkoyrandi bilur ferðsluni fleiri hundrað ferðir meira enn privati bilurin, sum stendur í stað 95 % av tíðini.

Landsverk hevur í fleiri ár fylgt við menningini av tøknini og sjálvkoyrandi bilum, og tíðin er búgvin at fara undir ferðsluplanlegging, har fysiska vegakervið skal tillagast sjálvkoyrandi akførum. Tí er evnið viðkomandi at viðgera í sambandi við nýggjastu dagføringina av Samferðsluætlanini.

HVØRJIR ERU FYRIMUNIRNIR?
Tríggjar høvuðsavbjóðingar eru við vegum og ferðslu yvirhøvur. Vegirnir og bilarnir, ið nýta teir, dálka, tað er ofta trongligt á vegunum og óhapp koma fyri. Mett verður, at snildu bilarnir fara at hava jaliga ávirkan á hesar avbjóðingar í ferðsluni.

Tað hevur tó stóran týdning, at útgerðin í einum sjálvkoyrandi bili er álítandi. KT-útgerðin skal skilja og lesa vegaskeltir, skilja ímillum skeltini, skilja og síggja vegastrípur og onnur akfør og ferðandi til gongu, eins og taka rættar avgerðir. Sjálvkoyrandi bilar fara at hava samskifti við hvønn annan, soleiðis at teir eitt nú hava góða bremsutíð og kunnu boða hvørjum øðrum frá, hvussu veðurlíkindi eru á ymsum støðum ella um aðrar forðingar eru á teininum. Sjálvkoyrandi bilarnir koyra altíð eftir bremsulongd, soleiðis at teir ikki renna á aðrar bilar, súkklur ella fólk til gongu. Framkomnu bilarnir fara at hava skjótari reaktiónstíð
enn menniskju og kunnu bremsa væl skjótari og sleppa undan óhappi á ein tryggari hátt enn menniskju.

Vejdirektoratet í Danmark gjørdi eina kanning av, hvussu nógv óhapp í ferðsluni, har fólk doyggja, kundu verið fyribyrgd við stuðulsskipanum frá bilum. Út av 168 deyðsvanlukkum,
kundu 25 av teimum verið fyribyrgdar. Tað vil siga, at sjálvvirkan í ferðsluni kann vera tryggari, tí bilarnir sjálvir virka fyri at fyribyrgja óhappum. Flestu vanlukkur í dag eru orsakað av bilføraranum, sum kann missa tamarhaldið ella reagera ov
seint (www.vejdirektoratet.dk/side/fremtidens-veje#1).

HVØRJAR ERU AVBJÓÐINGARNAR?
Tað ber tó ikki til at automatisera fólk til gongu ella fólk á súkklu, og tí er neyðugt við kunning um sjálvkoyrandi bilar eisini til tey, ið ikki nýta teir. Harafturat eigur útgerðin í bilinum at síggja onnur ferðandi á vegnum og við vegin. Óformligar reglur eru í ferðsluni, og tað kann vera ein avbjóðing fyri sjálvkoyrandi bilar. Neyðugt er tí at kanna eftir, um vegakervið skal endurskoðast, og nýggjar ferðsluskipanir setast í verk. Um eitt fólk á súkklu kemur til eitt vegamót, har sjálvkoyrandi bilur koyrir, skal súkklarin síggja týðiliga, hvat bilurin hevur í hyggju at gera, og bilurin skal handfara støður, har ferðandi eru, sum ikki hava ein atburð forritaðan í sær.

Áðrenn ferðslan í Føroyum kann gerast sjálvkoyrandi, má vissa fáast fyri, at teir passa til føroysku vegirnar. Kann tøknin í bilunum kenna og lesa føroysku skeltini og vita bilarnir, hvar teir koyra, og hvør mest loyvda ferðin er? Og hvussu er, tá stórkavi legst, og fjalir bæði strípur á vegunum og skelti?


Í framtíðini kunnu bilarnir samskifta við hvønn annan, og lesa av skelti og strípur á vegunum og sjálvir koyra eftir umstøðunum.

ERU FØROYAR KLÁRAR?
Føroyar eru ikki klárar enn, og tað kann taka tíð. Um sjálvkoyrandi bilar skulu virka á føroysku landsvegunum, er møguligt, at ein stórur partur av vegakervinum skal tillagast
sjálvkoyrandi akfør við:

» lesivinarligum skeltum
» týðiligum vegamerkingum
» møguligum sensorum í vegjaðaranum
» einari skipan, sum sigur, hvar ein er staddur

Tíð er enn at fyrireika seg, men framtíðin eigur at gerast ein fastur lutur í ferðsluplanleggingini hjá Landsverki, eins og tøkniliga menningin við sjálvkoyrandi akførum eigur at verða tikin í álvara av politisku skipanini. Hetta merkir, at neyðuga
tillagingin av vegakervinum skal raðfestast og fremjast, men eisini viðlíkahald av teimum, tí tað kann vera lívshættisligt at skelti og strípur ikki kunnu lesast av akførunum. Somuleiðis kann vandi vera á ferð um upplýsingar um broyting í ferð, vegarbeiði, óhapp, olju á vegnum og annað, sum víkir frá tí vanliga, ikki eru rættar, atkomuligar og týðiligar. Avleiðingarnar av, at bilurin koyrir 80 km/t eftir einum vegi við holum, ið ikki eru fylt upp, kunnu vera ógvusligar, um bilurin ikki er førur fyri at koyra eftir umstøðunum. Ella um bilurin ikki skilir ella sær eitt skelti, ið ávarar um, at ferðin má setast niður, kann støðan
gerast hættislig.

Um bilarnir koma at samskifta við sensorum, 5G neti ella á annan hátt, er ikki staðfest enn. Tað merkir, at enn er óvist, um ella hvussu vegakervið skal tillagast. Um sensorar skulu setast við vegjaðaran fram við vegunum, kann væntast, at tað er dýrt og arbeiðskrevjandi at seta í gongd og halda við líka. Sensorar eru tó longu á føroysku vegunum, so ein slík skipan er ikki heilt ókend.

VIRÐISMIKLAR FRÁBOÐANIR FRÁ VEÐURSTØÐUM
Við veðurstøðirnar máta hesir sensorar eitt nú veghita og hálku, og við ferðsluteljarar verða tal av bilum, ferð og stødd máld.

Veðurstøðirnar máta eisini vind og annað, sum kann ávirka ferðsluna, og senda hesar upplýsingar víðari til Landsverk og tey, sum koyra. Eisini ymiskar ferðslustýringarskipanir eru í brúki. Talan er um sonevndar ITS skipanir (Intelligent Traffic System), sum máta og stýra ferðsluna. Til dømis hevur Landsverk eina ferðslustýringarskipan til tunlarnar Norður um Fjall og ferðgáar, ið geva fólki boð um ov skjótt koyrandi akfør.

 

 

Veðurstøðirnar boða fólki frá vindi og hálku, og boðini fara beinleiðis til Kringvarpið, men eisini til heimasíðuna og appina hjá Landsverki. Í framtíðini verður henda fráboðan ikki bara frá veðurstøðunum til ymsar miðlar, men beinleiðis til bilin, og frá bili til bil. Ein bilur, sum skrásetir hálku á vegnum, fer at senda hálkuávaring til aðrar bilar nærhendis. Bilarnir eru tá sum rullandi veðurstøðir.

So nógv prosent av vegastrípunum lósu sjálvkoyrandi bilarnir:


KANNINGAR
Vejdirektoratet í Danmark gjørdi í 2016 royndir við ymsum sjálvvirknum skipanum, har framkomnir bilar vóru royndir á motorvegateinum. Royndirnar vóru gjørdar í góðum veðri og vístu, at bilarnir kundu lesa 98 % av vegastrípunum. Árið eftir vóru kanningar gjørdar í vánaligari veðri bæði um náttina og á vátum asfalti. Í vátum veðri vóru tølini øðrvísi, og bilarnir kundu lesa 85 % av vegastrípunum. Tað var bert ein bilur út av fýra, ið kundi lesa allar vegastrípurnar, meðan hinir tríggir lógu millum 69 og 92 %. Teinurin, sum bilarnir koyrdu í báðum royndunum, var 250 km langur. Nakað er eftir á mál, áðrenn tað treytaleyst kann lítast á hesar nýggju bilarnar (Kanningar hjá Vejdirektoratet: www.vejdirektoratet.dk/side/vejdirektoratet-testermotorvejene-selvkorende-biler, www.vejdirektoratet.dk/side/vade-motorveje-kan-drillede-selvkorende-biler).

Áhugavert hevði verið at sett eina kanning í verk og fingið staðfest, hvussu kunnleikin hjá føroyingum er til sjálvkoyrandi akfør. Hvørt hetta er ein vælkomin tøknilig menning, og hvørjar væntanir eru til framtíðar vegakervið. Er sjónarmiðið, at ein kann koma fram hvíldur og at nýta tíðina til annað enn at koyra og ikki skal parkera, mett sum fyrimunir? Ella er stúran fyri at missa evnini at koyra, løgfrøðilig viðurskifti um óhapp sum henda, ella at teldusníkar taka yvir bilin, mett sum vansar? Ella kanska ein samanseting av ymsum.

Landsverk fylgir við, hvussu menningin fer fram aðrastaðni, og er millum annað í samskifti við bólkar uttanlands, ið eru komin langt í fyrireikingararbeiðinum. Ráðiligt er, at fylgt verður við kring í londum, sum vit í Føroyum vanliga samanbera okkum við.

Seinast dagført: 05.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: